Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 15. august 2006 11 tíðindi – Liberaliseringin sær út til at verða eitt gott valagn, men tá viljin er at vísa nakað í verki, kemur bara ONKI av skafti Eri sjálvur uttanlands í løt­ uni, men tá eg sá, at tað sær sera trongligt út hjá kappingarneytanum hjá At­l­ an­t­ic Airways, kann eg bara drýta høvur og siga, at vit hava ikki politiska viljan at gera tær kappingarligu fortreytirnar fyri, at VIT kunnu hava TVEY feløg at velja ímillum. Í mai valdu eg og fam­ilj­ an at fara fyrsta túrin við nýggja flogfelagnum, tí skal nak­ar livandi møguleiki spyrj­ast burturúr, eru tað vit brúkarar, sum mugu taka okkum um reiggj. Tó, valdu vit hesaferð at taka av tilboðnum frá Atlantic Airways, tí tað skal sanniliga ikki verða so, at ein skal halda lív í bara tí eina, tí so eru vit aftur har, vit byrjaðu. Gott arbeiði Eg skal skunda mær at siga, at leiðsla og nevnd í Atlantic Airways hava gjørt eitt framúr arbeiði – til frama fyri okkum brúkarar og felagið – við hjálp frá tí almenna - men tað eru nú einaferð so, at skulu vit hava kapping, skulu í mista lagi tveir útbjóðarar verða at velja ímillum. Hvar er politiski viljin? Tað er ikki nokk - bara at vilja selja ein triðing at ALMENNA flogfelagnum - ein áhugaður íleggjari vil hava meira, so hesin sær nakað skilagott í íløguni og framtíðarvánunum. Bara at fáa ein part; gevur onga strategiska meining – tað má og skal ein størri pol­itiskur vilji til at taka politiska og fíggjarliga váð­ an! Tað átti ikki at verði neyð­ugt at tikið uppaftur, at mong av okkum suffaðu, at tað bara bleiv eitt felag at velja ímillum; eftir at Mærsk Air legði árarnar inn, men nú bendir alt á, at vit eru á veg í tað sama. Eru tað bara politikararnir? Tað er nú einaferð so, at skal nakað skilagott spyrjast burt­urúr skal dugnaskapur til, og er tað ikki tað vit síggja í strategisku markn­ að­ar­føringini hjá nýggja felagnum, er tað sjálvandi eisini ein viðvirkan til støð­ una. Tá eg sá nýggju markn­ að­ar­førsluna hjá nýggja felgnum, var kapp­ing­­ar­ neyt­in skjótur við boð­skapi­ num: ”Heim­aftur sleppur tú altíð” - sjálvandi, tað er júst tað VIT vilja hava – góð tilboð, sum vit vilja gjalda fyri – so einfalt er tað! Duopol, er so minsta fyritreytin Skulu vit hava kapping inn­ an føroyska flogferðslu, er tað ein fyritreyt, at vit hava í minsta lagi tveir út­bjóð­ arar at velja ímillum, og um tað er tann núverandi samansetingin sum er tann rætta, skal eg ikki tora at siga, men tað er eisini politiski myndugleikin sum skal vísa í verki, at vit brúk­arar fáa møguleikan at velja millum tvey ella fleiri feløg. Liberalistiska íkastið frá politiska myndugleikanum manglaði aftur Keypmannahavn Fríðálvur jensen Almanna- og heils­u­røkt­ar­ a­fel­agið skipaði um mán­ að­ar­skiftið mai/juni fyri ráðstevnu í Norð­ur­landa­ húsinum. Hetta var í tøttum samstarvi við European Cou­n­cil of Practical Nurses (EPN). Limalondini í EPN høvdu hvør sítt innlegg. Nið­urstøðan á ráðstevnuni var, at trupulleikar á ar­­b­ eiðs­plássinum og ar­beiðs­ um­støð­urnar sum heild eru ógvuliga lík í hesum lond­um. Eg vil her royna at varpa ljós á nakrar av trupul­leikunum vit her í Før­oyum hava. Á fleiri ellis- og røkt­ar­ heimum, vistarheimum og sambýlum starvast alt ov fá yrkislærd starvs­fólk. Fer yrkislært starvs­fólk úr starvi, er als ikki vist at annað yrkislært fólk verð­ ur sett í hetta starv. Som­ uleiðis er tað als ikki ein sjálvfylgja at leysu størvini á hesum heimum verða lýst leys, hóast tað er ásett í sáttmálum fyri okkara øki, at øll størv skulu lýsast leys. Summi heim velja at hava fleiri tímalønt fólk tilknýtt, heldur enn at uppnormera starvsfólkið á heiminum ella seta fleiri fólk í starv. Hetta er til stóran ampa fyri bæði starvsfólk og búfólk, tí trupult er at varðveita sam­an­hangin í røkt­ini og fastsetta starvs­ fólk­ið má allatíðina taka atlit til óroynd starvsfólk, ið av givnum orsøkum ikki kenna heimið og búfólkið nóg væl. Felags fyri flestu heils­ u­røkt­arar, ið starvast á til­dømis sjúkrahús­um og røktarheimum, er somu­leiðis at teir ikki fáa brúkt sín førleika til fuln­ar. Hetta eru hollir før­ leikar, ið heilsurøktarar hava nomið sær undir út­búgving, og tí skapar støð­an ónøgd, eins og tað er óskynsamt, at deildirnar og harvið heilsuverkið sum heild, als ikki brúkar sítt tilfeingi á skilabesta hátt. Heilsurøktarar hava starvast í Almanna- og heils­ u­verkinum síðani fyrst í níti árunum, so flestu leiðarar áttu at vita, hvat teir kunnu vænta av hesum yrkisbólki. Á ellis- og røktarheimum eru fáar ella ongar uppgávur, ein heilsurøktari ikki hevur førleika at útinna. Tí eigur hetta at síggjast aftur í starvsfólkasaman­set­ing­ini, men sigast má at nógva staðni er tað harmiligt at síggja, hvussu leiðslan heldur fast í gamlar vanar. Í grannalondunum leggur man dent á uppgradering av starvs­fólki og leiðslurnar hava framtíðarhugs­anir m. a. um, hvussu man á skila­besta hátt gagnnýtir sítt tilfeingi. Á onkrum ellis- og røktarheimum í Føroyum er tað soleiðis, at hóast heilsurøktari er í náttarvakt, fær ein sjúkr­a­ røkt­ar­frøð­ingur pengar fyri at liggja heima og sova og hava bakvakt. Um okkurt búfólk gerst sjúkt má heilsurøktarin fyrst ringja til hesa bakvakt, at fáa váttað, at tað er í lagi at ringja til lækna. Verða búfólk á t.d. elllis- og røkt­ar­h­eimum so sjúk at teimum tørvar læknahjálp, er tað kommunulæknin sum kemur á stovnin, ið gerð av, hvat víðari skal henda. Eru búfólk so sjúk at teimum tørvar umfatandi viðgerð, fara tey á sjúkrahús. At hvør einstakur heilsurøktari ikki fær hóskandi ar­beiðs­ upp­gávur, er tíverri ein av­leið­ing av, at á flestu ar- beiðs­plássum er arbeiðið lagt soleiðis til rættis, at sjúkr­ar­øktarfrøð­ing­ar­nar eisini hava um hendi tær uppgávur, sum eru hósk­ andi og kundu verið yrk­is­ liga mennandi fyri heils­u­ røktarir. At arbeiða við fólki krev­ ur at tú ert fyrikomandi og dugir at lurta og tosa við fólk. Men hetta er als ikki nokk, at kunna veita týdningarmikla røkt og um­sorg­an. At kunna stuðla, menna, ítrivsvegleiða og veita heilsu- og sjúkrarøkt er neyðugt við kunnleika. Tað er tí at undirmeta týdn­ ingin av arbeiðinum ið yrk­is­bólkar í almanna- og heils­uverkinum gera, at brúk­a ófaklærd heldur enn yrkislærd at veita stuðul og røkt, til fólk ið hava tørv á tí. Vit eiga at skapa stóra virðing fyri týdningarmikla arbeiðið og hollu vitanina hjá starvsfólki í almanna- og heilsuverkinum, soleiðis at unga ættarliðið eisini fer at velja sær útbúgving inn­ an hetta øki. At skapa nøgd­ semi á arbeiðsplássunum, er týdn­ingarmikið at øll starvs­fólk føla at tey hava týdn­ing, og at teirra arbeiði er neyðugt fyri heildina. At brúka sín førleika til fulnar og at førleikamenna seg er eins týðandi. Í almanna- og heilsuverkinum er tørvur á at yrkisbólkar arbeiða sam­ a­n, og at teir við hvør sín­ um førleika geva sítt íkast til bestu umsorganina fyri einstaka borgaran. Góð og framsíggin leiðsla hevur á­grýti, dugnaligt og nøgt starvs­fólk. Neyðugt við yrkislærdum starvsfólki Forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum majbritt mohr Verandi gongd, har størri virkir hava lagt seg eftir at keypa øll skip, tey kunnu fáa fatur á fyri okursprísir fyri sum teir siga, at tryggja sær rávøruna, er ein sera ódámlig gongd, sum kemur at útradera smáu virkini og vinnuna í útjaðaranum. Monopol er ongantíð av tí góða – heldur ikki í hesum sambandi, og tað er har, vit enda við ver­ andi gongd. Okursprísurin sum gold­in verður fyri skip­ ini, kemur eisini at raka okkum aftur sum ein boom­er­ang áðrenn langt er fráligið. Tann sonevnda vert­i­ kala integratiónin (sam­ an­sjóð­ingin) millum virk­ir og skip, sum allir politikarir og vinnan søgdu var av tí ónda eftir kreppuna og sum var svorin ikki mátti henda aftur - nevniliga tað - at skip og virkir blivu samanknýtt aftur, er nú við at henda, og myndugleikarnir sita hend­ur í favn og hyggja tigandi at hesi gongd, tað er ov ússaligt og ikki sørt ørkymlandi haldi eg. Politiski myndugleikin gjørdi eitt stórt mistak, tá fiskapakkin bleiv sam­ tyktur í fjør í tí líki sum hann nú er, nevniliga við ikki at krevja tað, sum upprunaliga lá í kortunum, ið var at lóg­ar­ festa, at allur fiskur veidd­ ur í føroyskum sjóøkið av før­oysk­um skipum skuldi selj­ast yvir uppboðssølu. Politiskt eftirhondini so kenda “pragmatiska” loys­ nin gjørdi, at undantikin vóru m. a. upsin, sum er størstur í veiðumongd, umframt t. d. avhøvdaður kalvi og havtaska. Um havtaskuna og kalvan er at siga, at hesin ikki er at meta sum hagreiddur, um hann einans er kruvdur og avhøvdaður og tí ikki krevst yvir uppboðssølu - hvar er logikkurin kann ein spyrja? Upsabátar og skip kunnu sum er uttan yvir­ høvur at bjóða fiskin út til arðar aktørar, selja bein­ leiðis til virkir uttan um uppboðssøluna, og tað er ivaleyst størsta orsøkin til massivu uppkeypini í vinnuni í løtuni. Menn meta ivaleyst, at við at keypa sær veið­i­ tólið (skipið), so tryggja teir sær rávøruna - um verandi skipan, har teir ikki hava fyri neyðini at bjóða allan fiskin út yvir upp­bossøluna, verður hild­in status quo. Óli Jacobsen hevur grein í sínum máli Óli Jacobsen vísti í grein í FF 27. juli 2006 á, at roknast kann við at tann fría prískappingin er í vanda: »Grundleggjandi týdn­ ing­urin í hesum er, at samlaða fyritøkan – skip og virki – hevur áhuga í, at fiskaprísurin er so lágur sum gjørligt, fyri at minni skal verða at gjalda í hýrum, sum verða goldn­ar í prosentum av av­reiðingarprísin­um. Hetta hevur so aftur tað við sær, at fyritøkan kemur at gjalda lægri prís fyri fiskin enn tað hann er verdur og prísurin kann tá lættliga verða settur eftir tørvinum hjá virkinum heldur enn hjá fiskimonnunum.” Hetta varð avvíst av virkj­ u­num, sum vístu á, at teir eru áhugaðir í at skipini bera seg. Til hetta er at siga, at um t. d. skipið ber seg við einum miðal prísi upp á kr 8 pr kilo, og marknaðarprísurin er kr 10 pr kilo, so fara virkini nokk ikki at gjalda markn­aðarprísin?? Hvar er logikkurin? Tað virkar sera løgi, at virkir heldur vilja keypa skip fyri nógvar 10 tals milliónir, tá tey í veruleikanum kunnu bjóða eitt 25 oyra meira pr kilo fyri veiðina á Fisk­ a­markn­aði Føroya og á tann hátt tryggja sær ta rávøru, tey hava brúk fyri. Tað má verða bíligari at tryggja sær rávøruna við at føra ein strategiskan inn­keypspolitikk t. v. s. at virkini, um neyðugt, til tíðir gjalda ov høgan prís og til tíðir lægri prís fyri vøruna, heldur enn at keypa skipini fyri yvirprís við nógvum mill­i­ónum sum kann føra teir í fíggjarligt óføri um ikki gongur sum prestur prædikar. Ogn Føroya fólks Nógv hevur verið tosað um fiskin, sum sambært lóg er »ogn Føroya fólks«, men vit síggja nú, at skipini og virkini verða løgd saman, er tað í veruleikanum púra Gongdin í fiskivinnuni í Føroyum er ikki nøktandi Løgtingsmaður Johan Dahl framhald á næstu síðu