týsdagur 15. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 155 - 15. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
fastlagt, hvør eigur fiskin
og hvør hevur atgongd til
fiskin.
Tey, ið útflyta heilan fisk,
sum eru ein týdningarmikil
partur av fríu prískappingini
og tey óheftu virkini,
sum ofta eru smá og hava
»spesialiserað« seg innan
onkra
»serframleiðslu«
hava í veruleikanum ongan
møguleika at keypa henda
fisk, hetta kann hava sera
óhepnar fylgjur fyri fiski
vinnuna í Føroyum. Serliga
eru tað tey smærru fram
leiðsluvirkini og bygdirnar
sum koma at líða undir hesi
gongdini.
Um vit í Føroyum fram
haldandi vilja hava, at tað
skal verða møguleiki hjá
teimum smærru óheftu
virkjunum at klára seg, má
tryggjast at hesi eisini hava
atgongd til rávøruna.
Fyri at allir fiskakeyparar/
framleiðarar (bæði føroysk
ir og útlendskir) skulu
hava somu atgongd til
keyp av rávøruni, eigur
ongantíð ov skjótt at verða
sett í gildi við løgtings
lóg, at botnfiskur veidd
ur av føroyskum skipum
í føroyskum sjóøki skal
seljast yvir uppboðssøluna.
Alt annað er beinleiðis
kappingaravlaging og endar
við kartellum, sum í m. a.
ES er bannað við lóg.
Trinnar grund reglar
Eg vil mæla til, at vit innføra
trinnar grund reglar fyri
fiskivinnuna í Føroyum.
Teir eru:
1. Allur fiskur veiddur
undir Føroyum skal uppá
land í Føroyum
2. Allur fiskur veiddur und
ir Føroyum skal seljast um
eina uppboðssølu.
3.
Uppboðssølan
skal
verða ein nonprofit upp
boðssøla, sum hevur sum
evsta endamál at serviser
að fiskaseljarar og fiska
keyparar bæði føringar og
útlengindar.
Allur fiskur uppá land í
Føroyum – Hví tað kann tú
spyrja?
Endamálið við tí er:
1. at tryggja at marknaðurin
fyri fiska keyp er heima
í Føroyum, soleiðis at all
ir keypara (føroyskir og
útlendskir) kunnu á jøvn
um føti keypa fiskin í Før
oyum.
2. at stimbra arbeiði til
vinnuna her á landi, her
verður hugsað bæði um
landingarmiðstøðir, flutn
ingsfeløg, framleiðarar og
útflytarar. Eisini vil hetta
geva flutningsvinnuni til
útlandið betur møguleikar
at menna tænastustøði tey
bjóða. (Hugsast kann at
hetta vil skapa grundarlag
fyri eini avskipan úr Føroy
um mitt í viku.)
3. Fyri útlendsku keyp
ararnar eigur hetta ikki av
verða nakar trupulleiki tí
er einans spurningur um
flutning tvs. skulu teir hava
vøru úr Føroyum , so gjalda
teir tað sama fyri flutningin,
sum arðir útflytarar gera.
Spælireglarnir er tær somu
fyri allar.
Eitt av argumentunum hjá
virkjunum fyri at keypa
skipini,
er
at
tryggja
rávørutilgnogdina. Men,
um kravt verður at allur
fiskur skal á land í Føroyum
og at allur fiskurin skal
bjóðast út á uppboðssølu,
vil hetta verða besta trygd
fyri eitt og hvørt virkið í
Føroyum er líkastillað í
rávørutilgongdini – einasta
kravið er, at goldið verður
marknaðarprísur.
Fyrimunir við at allur
fiskur veiddur undir Før
oyum skal seljast um eina
uppboðssølu
Fyrimunirnir er nógvir við
at allur fiskur verður seldur
um eina uppboðssølu. Mill
um annað vildi hetta gjørt:
a)
at øll virkir og bát
ar eru líka fyri lógini
b)
at fiskimenn fáa
rætta marknaðarprís. (um
ein uppboðssøla skal hava
rætta marknaðarprís (prís
dannandi) mugu stórar
nøgdir
fara
ígjøgnum
marknaðin)
c) at allir keyparar veittu
fulla trygd fyri keypspen
ingin
d) at kredittíðin var líka
fyri allar keyparar
e) at allir keyparar á jøvn
um føti kundu bjóða upp á
fiskin
f) at gjøgnumskygnið
gjørdist størri/betri
g) at øll hagtøl verða tøk
h) at gjaldið til uppboðs
søluna fer niður hetta er
sera umráðandi serliga tá
hugsað verður um bílig fisk
asløg sum t. d. upsan.
i) at tað ikki er neyðugt at
tengja skip og virkir saman,
tí frí atgongd verður til all
an fisk.
j) at sporførið kundi verði
betur fyriskipað
Møguligir vansar:
a) Ráfiskaseljarar eru
ræddir fyri, at virkini kunnu
avtala prís sínámillum, og
tá er ikki møguleiki hjá
seljarunum at gera avtalu
við keyparar.
b) Prísásetan (minsti prís
ur) PO Prísir
Avtala millum virkir.
Proforma sølu trupulleikin
Ein trupulleiki við hesum
kann verða tær sokallaðu
Proforma sølurnar. Trup
ulleikin við proforma søl
um er, at tað ikki bara er
eittans rætta svarið, tá tal
an er um proformasølur.
Dømir eru um sølur, sum í
dag ikki verða mettar sum
proformasølur, men sum
seinni kunnu vísa seg at
verða proformasølur, og
hinvegin eru tað sølur, har
ein ikki við vissu kann siga,
at hetta nú er ein proform
asøla, men sum seinni vísur
seg at hava verið proform
asøla.
Málið er ikki heilt so
einfalt sum tað sær út til,
og mæli eg tí staðiliga
frá at skriva »konkretar«
reglur á hesum øki, ið
kunnu verða darvandi fyri
góðum
mannagongdum
hjá fiskivinnuni, men vil
hinvegin heldur mæla til
eina fleksibla loysn, sum
áhaldandi hevur »fingurin
á pulsinum«.
Halda eygað við
proformasølum
Fiskimálaráðið eigur at
seta eina eina 4 manna
nevnd, sum kann hava eft
irlit við, um sølurnar á
uppboðssøluni eru verulig
ar, ella um talan er um pro
formasølur. Henda nevnd
skal verða ein nevnd sum
fiskakeyparar kundu klaga
til, um teir meta at ein søla
er proforma søla.
Møgulig klaga skal vera
nevndini í hendi, innan
sjálv sølan fer fram.
Nevndin kann sjálvsagt
eisini fylgja við og møguliga
steðga sølum, uttan at hava
fingið nakra formliga klagu
um nevndin er viss í at
sølan er proforma søla.
Henda nevnd, ið skal vísa
til Fiskimálaráðið, kundi
tá álagt uppboðssøluni
at avlýst sølur, um hildið
varð, at talan var um eina
proforma sølu (ein háttur
er eisini, beinleiðis at nokta
fyri at skriva »Keypsvátt
an«, til slíkar útvaldar søl
ur).
Avgerðin um hetta skal
sjálvandi takast, áðrenn
sjálv sølan ferð fram.
Avgerðin hjá nevndini
skuldi havt greiðan meiri
luta.
Um ikki at nevndin var
samd um tað eru tveir móti
tveimum, skal umboðið hjá
Fiskimálaráðnum hava full
trú til at taka avgerð.
Nevndin skal setast av
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum,
har
Fiskimálaráðið er arbeiðs
myndugleikin.
Umboðini nevndini skulu
vera persónar, ið dagliga
arbeiða við uppboðssølu,
v. ø. o. hava »fingurin á
pulsinum« og neyvt innlit í
hesi viðurskiftir, og til fulnar
kenna mannagongdinar og
eru vitandi um skiftandi
marknaðarviðurskiftir.
Nevndin eigur at verða
mannað av einum umboð
fyri hvønn av niðanfyri
nevndu bólkum.
· Fiskaframleiðari
· Ráfiskaseljari
· Fiskimálaráðið
· Fiskamarknaðin
Ein tílík nevnd kundi arbeitt
skjótt og »fanga« nýggjar
»kreativar« háttir at fremja
proformasølur. Henda
nevnd kann eisini fylgja við
og rokna seg fram til, hvørt
ein søluháttur vísir seg at
verða ein proformasøla.
Ein slík »Proformasølu
Nevnd« kundi verið mann
að og farið til verka innan
eina viku og vildi hetta
verið ein skjótur máti at
steðga hesum trupulleika
sum framvegis er tilstaðar,
hóast lógin ikki loyvur hes
um sølum.
Klagur um avgerðina hjá
ProformaNevndini skulu
sendast til Fiskimálaráðið.
Politiska skipanin
Tað er ivaleyst at tríva í fyri
at gera skipanina trygga og
eins nýtiliga fyri allar aktør
ar á marknaðinum, bæði
fyri skipaeigarar, virkiseig
arar og keyparar/seljarar
sum heild tað er skipanin
ikki í verandi líki, so langt
frá tí.
Kunnu vit sum lóggevarir
verða tjentir við tað??
Vágur 14.08.2006
framhald av síðu 10
Mánadagin 14. august
fylti Hanna Lisberg í Havn
80 ár.
Hanna er fødd og upp
vaksin í Vági. Foreldrini
vóru Elisa Bæk úr Hovi og
Johan A. Toftum úr Vági.
Hon giftist við Jens Lisberg
úr Fámjin. Sum nýgift búðu
tey í Fámjin, har Hanna lut
tók í bygdasamfelagnum,
hon gekk t.d. til neyta og
fekst við tøting. Væl lá eisini
fyri hjá henni at hekla, binda
og annars alt til hendurnar.
Seinni fluttu tey til Vágs at
búgva. Jens var til skips og
Hanna arbeiddi í handli.
Síðst í 50-unum fekk
Jens arbeiði í Mjørkadali,
tá var Hanna læraravikarur
í Kaldbak. Hon gjørdi
eisini mat til arbeiðsfólki í
Mjørkadali.
Í 1960 fór hon á Føroya
Læraraskúla, meðan hon
gekk har arbeiddi hon
eisini í kiosk Centrum.
Læraraprógvið fekk hon í
1964.
Meðan hon gekk á lær
araskúlanum, var hon í
starvsvenjing á deyvaskúl
anum á Skansa, og tá hon
varð liðug, fekk hon starv
á Føroya Spesialskúla og
seinni á Skúlin á Trøðni.
Fyrstu árini var skúlin ein
deild av deyvaskúlanum við
Kastelsvej í Keypmanna
havn. Hon arbeiddi á skúl
anum til 1996, tá hon sum
70 ára gomul fór úr starvi.
Í sínum arbeiði sum lær
ari var Hanna á nógvum
ymiskum skeiðum við
víkjandi serundirvísing, bæði
í Danmark, Norra, Svøríki,
Finnlandi, Eysturríki og
Íslandi. Hetta gjørdi hon
av sínum eintingum og
fyri egna rokning, ofta í
summarferiuni. Hon hevur
altíð havt stóran áhuga fyri
teimum, sum eru minni ment
og brekað.
Hanna hevur altíð havt
stóran áhuga fyri samfelags
viðurskiftum og luttikið í
almenna orðaskiftinum við
t.d. at skriva lesarabrøv og
at ringja inn í sambandi við
kjaksendingar í útvarpinum.
Hon hevur eisini verið virkin
politiskt og hevur sitið á
tingi sum eykafólk fyri Javn
aðarflokkin.
Hann hevur havt fleiri
nevndarstørv bæði í lands-
og kommunalum nevnd
um. Hon sat t.d. mong ár í
barnaverdinini í Havn. Hon
var virkin í Kvinnufelagnum,
og í hesum sambandi var
hon blaðstjóri á “Kvinnu
tíðindum”. Hon sat eisini
í mong ár í nevndini fyri
Føroya Handilsskúla, vald
av Føroya Landsstýri.
Hon sat í mong ár í nevnd
ini í Færøernes Ulykke
forsikringsråd, har hon
saman við øðrum tók støðu
til hjálparveitingar til sjúk
og brekað. Har kom tað væl
við hjá henni, at hon kendi
so nógv fólk kring landið.
Tað eru nokk fleiri,
sum eru vaksin í dag, sum
minnast hana sum Hanna
mostur í barnaútvarpinum,
har hon t.d. fekk børnini at
skriva inn til barnaútvarpið.
Hon hevur eisini umsett
fleiri barnabøkur, mest úr
íslendskum og svenskum
sum t.d. “Ásta og Eldgosið”
og “Pippi Smokkuleggur”,
sum varð lisin upp í
útvarpinum.
Hanna er ein sannur nátt
úruelskari. Fyrr fiskaði hon
nógv síl, og hon hevur eisini
staðið nógv á seiðabergi.
Ta einu tíðina stóð hon so
nógv á seiðabergi, at onkur
í skemti nevndi hana Hanna
Seiðaberg. Hon hevur sung
ið í kóri bæði í Vági og í
Havn. Eisini sang hon nógv
í skúlanum, og hon hevur
glett mong við síni vøkru
songrødd.
Hanna og Jens eiga tveir
synir: Dánjal Johan, sum er
giftur føroyskari konu og býr
í Danmark, og Eli sum býr
í Havn. Ommubørnini eru
fimm, og langommubørnini
eru átta í tali.
Hanna Lisberg 80 ár