týsdagur 15. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2006
13
Mikkjal Petur Jacobsen, Porkeri, vanliga nevndur
Petur í Fugloy, andaðist mánadagin á Suðuroyar
sjúkrahúsi, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
16. august. Rokus, deyður umleið ár 1330. Varð føddur í
Montpellier og gjørdist kendur sum tann, ið grøddi fólk,
ið vóru rakt av sótt. Tá ið hann kemur til hús eftir ein
pílagrímsferð til Róm, verður hann lagdur undir at njósn
ast, verður tikin og kastaður í fangahús, har hann doyr.
Tøkk
Fyri sýnda samkenslu við jarðarferðina hjá
Maggu Oldfield
takka vit hjartaliga.
Familjunnar vegna
Dania
Sum altíð tá deyðin pikkar á dyrnar,
standa vit bæði bilsin, hjálparleys og
spyrjandi. Ikki tí at tað mangan kemur
so dáttliga við. So at siga hvønn dag
hoyra vit í útvarpinum at tey eru
farin av verðini – mangan á ungum
aldri. Hvørja ferð dregur hugur flestu
okkara til ta stund, tá nøvn okkara
verða nevnd í andlátslýsingum, ið
tey avvarðandi merkja. Tá kann tað
okkum gera tað sama.
Nú ein dagin fyri kortum varð kunn
gjørt, at Hákun Joensen við Dalagøtu
var farin av verðini 81 ára gamal.
Veikur var hann vorðin ta seinastu
tíðina; kortiliga ikki so illa fyri, at vit
báðir – Hákun – kundu skifta orð um
mangt og hvat. At honum leið at evsta
tíma, seinast eg støkk inn á gólvið hjá
honum og Solveig, vardi meg ikki.
Hákun var ein teirra, ið gjørdi lítið
burturúr sær. Stillførur og lítillátin,
men virkin. Í mong ár var hann bók
haldari hjá ESSO, til hann seinni stovn
aði sítt egna bókhaldaravirki.
Mong vóru tey, ið leitaðu sær
ráð hjá honum, og eingin teirra fór
tómhentur haðani.
Arbeiðssamur sum hann var, fekk
hann sær eina trøð til leigu úti í
Havnardali. Har velti hann epli og
annað ið okkara karga jørð kundi
geva av sær við góðari viðferð. Har
hevði hann seyð og skurður hansara
vignaðist eins væl og hjá okkum, ið
høvdu seyð gangandi frammi undir
Sneis.
At vit báðir gjørdust vinmenn
komst millum annað av, at kona mín
og Hákun vóru so nær skyld. Pápi
hennara og Hákun vóru systkinabørn.
– Hákun var ættaður úr Sumba. Væl at
sær komin fór hann til Vágs at ganga
í skúla og tók realskúlaprógv har. –
Haðani fór hann niður til Danmarkar
at búgva seg víðari út.
Aldur upp í einum trúgvandi heimi,
bar hann mangan upp á mál ta stund,
tá ið vit skulu fara higani – serliga nú
hann var vorðin so veikur. Í kirkju var
hann hvønn sunnu- og halgidag so
leingi, hann orkaði.
Góða Solveig! Tað kenst tómligt hjá
tær, nú hann er farin. Kortini fari eg
ikki at leggja av at støkka inn á gólvið
hjá tær av og á.
Hvíl í friði, góði Hákun.
Ívar
Hákun Joensen til minnis
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra fastur,
mostir, abba- og ommusystur og langabba-
og langommusystir okkara
Poulina S. Poulsen
Eiði
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum í Korndalsbýlinum á Eiði,
somuleiðis tøkk til G4 á Landssjúkrahúsinum
og tykkum á Røktar- og Elilsheiminum í Runavík
fyri góða umsorgan og hjálpsemi.
Tøkk til Emil Olsen, prest fyri vøkur orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum,
ið hjálptu til við ervinum.
Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og tykkum,
ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Hans Jákup
16. august hevur Arthur Ell
ingsgaard á Eiði verið í starvi
hjá Eiðis kommunu sum
umsjónar- og arbeiðsmaður
í 25 ár.
Í sinum arbeiði hjá komm
ununi við vatn, kloakk og
rørarbeiðum hevur hann ver
ið sera vælgerðin. Tá ið tað í
arbeiði hansara hevur verið
neyðugt at givi fólki boð
um nakað, so hevur hann
eisini kent tað sum skyldu
sína og gjørt tað uttan makra
misfatan.
Tá tað stóra SEV-arbeiði
fór í gongd her á Eiði, stóð
valið hjá Arthuri at fara í
arbeiði har við møguleika til
nógv skjótari og størri inn
tøku enn hjá kommununi,
men hann valdi heldur at
halda áfram hjá kommununi
í sínum tímalønta arbeiði
har.
Arthur er úr Durhúsi á
Eiði og er giftur Olgu, f.
Hansen, eisini av Eiði. Tey
eiga tríggjar døtur.
Jógvan
Arthur Ellingsgaard:
25 ára starvsdag hjá Eiðis kommunu
Mikkjal Petur Jacobsen
Porkeri
vanliga nevndur Petur í Fugloy andaðist mánadagin
á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 85 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Sjúkrahúsinum
mikudagin kl. 17.30.
Jarðarferðin verður úr Betania hósdagin kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Frida
Selma, Martin og Jákup við familjum
Tey, ið ynskja at minnast Petur við blómum ella kransum, kunnu
lata eina peningagávu til Zarepta. Konta í peningastovnunum.
Lesið Sosialin - so eru tit við