Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 155 - 15. august 2006 tíðindi SØGUSKRIVING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Fríggjadagin verður al­­menn mót­tøka í Norður­landa­hús­ inum í sambandi við, at bók­in "Sam­bands­flokkurin 100 ár" verður løgd fram. Anja Andreassen, sum hev­ ur cand. phil.-prógv í søgu, hev­ur skrivað bók­ina. Í síni serritgerð skriv­aði hon um søguna hjá Sam­ bands­flokkinum, og hon dyl­ur ikki fyri, at okkurt av tilfarinum í bókini er úr rit­gerðini. Hon leggur tó dent á, at sjálv er hon ikki limur í nøkrum politiskum flokki, og tað ætl ar hon sær heldur ikki at verða. Anja Andreassen greið­ ir frá, at søgan um Sam­ bandsflokkin er eitt evni, sum ikki er so nógv umrøtt í føroyskari søguskriving, og tí var tað kanska eitt sindur tilvildarligt, at júst hett a varð evnið, tá hon skuldi skriva serritgerð sum søgu­lesandi. – Eg og maður mín sótu og prátaðu eitt kvøldið, hvat eg skuldi skriva um, sigur Anja Andreassen, og heldur fram, at av tí at so lítið er skrivað um Sam­ bands­flokkin mill um ár og dag, helt hon hett a bæði vera øðrvísi og kanska eis­ini eitt sindur provok­er­ andi, av tí at hett a var í hægstu "full veldistíð", sum hon tekur til. Hon tók prógv í 2002. Bókin um Sam­bands­flokk­ in er góðar 400 síður við myndum, og Anja Andreas­ sen hevur umframt at hava arbeitt eitt ár burtur av við bókini, verið í gongd við hesa verkætl an í nøkur til­ samans. Í ritstjórnini hava annars sitið Eilif Samuel­ sen, Pól á Klett i, Jógvan Ing­ vard Olsen, Egon Hansen og Lena Nolsøe. Ikki samband men fráhald Spurd, um vit kunnu vænta okkum nakrar nýggjar og koll velt andi síður um Før­ oya elsta politiska flokk, sigur Anja Andreassen, at tað kunnu vit neyvan. – Sambandsflokkurin hev­ur alt íð verið tann "skikki­­ligi" flokkurin, sigur søgufrøðingurin og legg­ur afturat, at tað ikki er Sam­ bands­flokkurin, sum er kom­in við teimum stóru og vill u hugskotunum. – Tað hevði kanska verið meira saft og kraft í at skriva um Jóannes Patursson, men eg vóni, at fólk kunnu lesa okk­urt nýtt um flokkin, greið­ir hon frá. Í bók síni "Danmark og Føroyar" frá 1927 vil søgu­ frøðingurin Jørgen-Frantz Jacobsen, sum ikki himpr­ að­ist við at viðganga, at hann kendi seg heima á sjálv­ stýrisveinginum, vera við, at ein av høvuðs­ or­søk­unum til, at split og partapolitikkur kom í tjóð­skap­arrørsluna ikki so nógv var spurningurin um sjálvstýri, men heldur spurn­ingurin um avhald mót­vegis rúsdrekka, og at hett a var brúkt í øðrum polit­iskum spuriningum. Í 1903 hevði Jóannes Paturs­son skrivað bókina "Fær­øsk politik", og seinni hevði hann tingast við danska løgmálaráðharran, P.A. Alberti, ið umsat før­ oysk viðurskifti, har úrslitið var tað sonevnda "tilboðið". Hett a snúði seg um yvirtøku av ymsum málsøkjum, og at føroyingar sjálvir skuldu gera av, hvussu ætl að­ur ríkisstudningur til Føroya skuldi verða brúkt­ur. Málið kom fyri í ólav­søku­ tingsetuni í 1906, men ein meiriluti valdi at fell a upp­ skot­ið um "tilboðið" við fylgj­andi uppskoti: "Tinget finder, at en Gen­nem­førelse af den i det høje Ministeriums Skri­velse ommeldte Ord­ ning ikke er gavnlig for Fær­øerne, og de færøske Vælgere have gennem det i Aar stedfundne Valg til Folke­ting og Lagting klart til­kendegivet, at de ikke ønsk­er denne Ordning". Anja Andreassen heldur, at Jørgen-Frantz Jacobsen kann hava rætt í síni meting í, at brenniví nsspurningurin spældi ein ávísan leiklut í flokka­býtinum í 1906. – Ja, kanska meira enn fólk geva sær far um, sigur søgu­frøðingurin, og sipar til, at Jóannes Patursson ikki var ímóti hesum, og hesum gjørdu mótstøðumenn hans­ ara sær dælt av. M.a. kundi ein í Dimmalætt ing í januar og februar 1906 lesa, at valið í føroyskum poli­ tikki var mill um "Ædrue­ lighedspartiet" og "Brænde­ vins­partiet". Tað endaði við, at Før­ oya Framburðsfelag fór í tvíningar, og sambands­ maður­in Oliver Effersøe varð valdur á Fólkating og vann á Jóannesi Patursson. Síð­an hava mótstøðumenn Oliver Effersøes ongantíð gloymt honum fyri at hava sagt, at "Vi Færinger føles os fuldstændig som danske og ønske at bevare dansk Sprog paa øerne for vore Efterkommere". Skilja ikki argumentini í dag Spurd, um tað ber til at siga, at argumentini hjá Sam­bandsflokkinum vóru av meira av mentanarligum slagi ta fyrstu tíðina, og meira av búskaparlsigum slagi í dag, sigur Anja Andreas­sen, at pengar eis­­ini spældu ein leiklut í grundgevingunum hjá politikarum floksins tey fyrstu árini. Sambandið við Dan­mark var mett sum ein fyri­treyt fyri menning av tí føroyska samfelagnum. Í sambandi við tey ment­an­ar­ ligu argumentini, so hildu sam­bandsmenn tey fyrstu ár­ini, at tað føroyska málið var ikki nóg sterkt. – So til ber at siga, at teir brúktu bæði búskaparlig og mentanarlig argument, sig­ ur Anja Andreassen. – Før­ oyskt varð nevniliga mett sum 2. floksmál. Nú virk­ ar tað meira sum eitt púra ørt argument, men ong­ar lærubøkur vóru á før­oysk­ um tá, og fá høvdu møgu­ leika at fara á skúla, greiðir Anja Andreassen frá. – Okkum nýtist ikki at skilja argumentini hjá teim­ um tá, men kunnu konsta­ tera, sigur Anja Andreassen um munin mill um tíðina fyri 100 árum síðani og í dag, og sipar m.a. til støðu floksins í málspurninginum. – Tað hevði kanska verið meira sa kraft í at skrivað um Jóannes Patu - Argumentini hjá teimum kunnu ikki brúkast í dag, og tað er tí at samfelagið er so nógv broytt, sigur Anja Andreassen um politisku grundgevingarnar hjá Sambandsflokkinum í m.ø. málspurninginum 22. juni 1906 varð tað søguliga fólkatingsvalið hildið, tá Oliver Effersøe varð valdur á Fólkating. Á øðrum listanum var Jóannes Patursson, kongsbóndi í Kirkjubø, uppstillaður, sum hevði verið fólkatingsmaður síðan 11. juni 1901. Sum løgtings- og fólkatingsmaður hevði hann fing­ið donsku stjórnina til at seta fram tað sonevnda "tilboðið". Á hinum listanum var Oliver Effersøe, sýslumaður á Tvøroyri, uppstillaður, sum eisini var tingmaður. Hann var hart ímóti "til­boð­ num" frá donsku stjórnini. Fólkatingsvalið varð ein stórsigur fyri Oliver Effersøe, sum varð vald­ ur við 1.129 atkvøðum, meðan Jóannes Patursson fekk 489. Eini 60% av veljarunum tóku lut í fólkatingsvalinum í 1906, og var hetta størsta luttøka sum hevði verið á nøkrum vali í Føroyum. Sambandsflokkurin hevur altíð verið tann "skikkiligi" flokk­ur­in. Tað sigur Anja Andreassen, sum hev­­ur skrivað bókina "Sambandsflokkurin 100 ár", ið verður giv­in út fríggjadagin. Hon heldur, at higar­til eru tað mest tey sjálv­ stýrissinnaðu, ið hava skrivað søguna, og tí hevur hon valt, at bókin mest skal snúgva seg um, hvat sam­bandsfólk hava sagt og skrivað ta sein­astu øldina