týsdagur 15. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2006
15
tíðindi
– Argumentini hjá teimum
kunnu ikki brúkast í dag,
og tað er tí at samfelagið er
so nógv broytt.
Spurd, um sambands
menn ikki høvdu tær stóru
hugsjónirnar sigur høvund
urin:
– Upp á ein máta vóru
sambandsmenn meira real
istiskir, meðan hinir – sjálv
stýrismenninir
–
vóru
droymararnir, men teir hava
verið líka politiskt tilvitaðir,
sigur Anja Andreassen.
Tey sjálvstýrissinnaðu
skrivað søguna
Hon hevur í bók síni valt
at gera meira burtur úr
tíðarskeiðnum fyri seinna
heimskríggj, tí hesa tíðina
heldur hon vera meira
spennandi. Fyri kríggið
fylti spurningurin um loys
ing ella samband meira,
og eftir kríggið kom vinnu
lívspolitikkur at spæla ein
størri leiklut í føroyskum
politikki,
sigur
Anja
Andreassen, ið hevur valt
ikki at skriva so nógv um
fólkaatkvøðuna í 1946 og
heimastýrislógina frá 1948,
tí hetta hava so nógv onnur
skrivað um, heldur hon.
– Hetta er ein populerur
partur av føroyskari søgu
skriving,
sigur
Anja
Andreassen, sum er ein av
teimum, ið metir, at fólk
á sjálvstýrisveinginum í
føroyskum politikki í ein
stóran mun hava verið við
til at skriva føroyska søgu.
M.a. nevnir hon Hans Jacob
Debes, sála, sum hon metir
hevur gjørt eitt stórt arbeiði,
men hann duldi ikki fyri,
at hansara samhugi lá hjá
sjálvstýrisveinginum, og
tað er okey, men tað skal
man bara vita, sum Anja
Andreassen málber seg.
– Tað er ikki skrivað so
lítið um hetta tíðarskeiðið,
men alt er skrivað út frá
vinklinum
hjá
teimum
sjálvstýrissinnaðu, heldur
Anja Andreassen, ið met
ir,
at
sambandsmenn
higartil í føroyskari søgu
skriving eru lýstir sum
teir afturhaldssinnaðu, og
lítið er skrivað um, hvat
teir vildu. Men sambært
høvundanum
vóru
teir
tjóðskaparmenn. T.d. var
Andrass Samuelsen limur
í Føringafelag, sigur Anja
Andreassen, og sigur, at
hon heldur ikki, at teir valdu
eina aðra leið, sum onkur
hevur róð framundir, men
at teir hildu á við sínum,
men "ræddust" Jóannes
Patursson, ið ikki var so
moderatur í sínum politisku
hugsjónum.
Bókin skal lýsa
sambandsfólk
Um sjálva bókina sigur
Anja Andreassen, at hon
hevur valt at skriva hana
soleiðis, at tað
eru sambandsfólk
og teirra hugsjónir,
sum koma fram, og
sjálv væntar hon, at
hetta kann blíva eitt av
kritikkpunktunum,
sum
bókin fer at fáa.
Men Anja Andreassen
sigur, at hon hevur valt ikki
at samanlíka sambandsfólk
við aðrar politiskar flokkar
ella at samanlíkna Føroyar
við onnur hjálond. Hon
hevur heldur ikki valt at
gera nakrar analysur sum
so, um hvat var rætt og
skeivt, og tí nertir bókin
ikki so nógv við, hvat eitt
nú Jóannes Patursson helt
um einstøk mál, ella hvørji
argument mótstøðufólk hjá
sambandsfólki bóru fram
um ymisk mál gjøgnum
tíðirnar. Tí er bókin meira
eitt heiðursrit enn ein vís
indalig bók, heldur Anja
Andreassen.
Bókin er tó sum nevnt
skrivað av einum søgu
frøðingi og tí eru metodur
nar, ið slíkir plaga at brúka,
eisini nýttar í hesi bók.
Tað hevur tó ikki verið
so lætt at funnið keldur
frá tíðini fyri kríggið, tí
ongar gerðabøkur eru frá
hesi tíðini. Hildið verð
ur, at tær munnu hava
ligið inni í húsunum hjá
Dimmalætting, sum brendu
í 40’unum. Hinvegin var
Dimmalætting málgagnið
hjá Sambandsflokkinum,
og tí ber til at lesa ein stóran
part av tí, ið sambandsmenn
skrivaðu hesa tíðina, í
Dimmalætting, sum tí er
høvuðskeldan til ta nýggju
bókina.
Í eini samrøðu við Dan
marks Radio stutt
eftir kríggið sigur
Andrass
Samuel
sen, at flokkurin varð
stovnaður á ólavsøku í
1906. Stevnuskráin hjá
flokkinum varð prentað í
Dimmalætting 18. august
1906, og tí hevur fyrireik
ingararbeiðið sjálvandi ver
ið gjørt áðrenn hon varð
prentað í Dimmalætting
18. august er tí valdur
sum útgávudagur til bókina
"Sambandsflokkurin 100
ár".
Tá Sambandsflokkurin
fylti 90 fyri 10 árum síð
ani læt flokkurin prenta
heiðursritið
"Sambands
flokkurin – upphav og
virki", sum Pól á Kletti
savnaði og legði til rættis.
aft og
ursson
Tann 18. august 1906 boðaðu 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting,
at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg
"sambandsmenn". Hesir vóru allir valdir á ting í 1906. Fr. fv. Niclas
Djurhuus og Óli N. Skaalum. Aft. f. v. Johan C F. Dam og Jógvan
Poulsen. Myndin er úr bókini "Sambandsflokkurin – upphav og virki"
Fríðrikur Petersen var fyrsti formaður
í Sambandsflokkinum. Flokkurin varð
stovnaður við tí høvuðsmáli at varðveita
ríkisrættarligu bondini við Danmark.
Stovnararnir mettu hesi viðurskifti vera hótt
við m.ø. "tilboðnum", ið menninir, ið seinni
stovnaðu Sjálvstýrisflokkin, ynsktu at fremja