Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 155 - 15. august 2006 tíðindi Verjuskipið Vædderen skal á rannsóknarferð runt um jørðina í átta mánaðir. Umborð vera vísindafólk, tíð­inda­fólk og skúla­ næm­ingar, ið fara at gera vísindaligar kann­ingar runt um í heiminum. Rannsóknarferð Ella Larsen ella@sosialurin.fo Sum liður í fyrireikingunum til ferðina runt jørðina, hev­ ur Vædderen verið til ymisk­ ar umvælingar, so hann kann brúkast sum nú­tímans rann­sóknarskip, men hesar um­vælingar hava ført aðr­ar trupulleikar við sær. Væd­ der­en hevur ein trupul­leika við skrúvuni og er farin í dokk í Stavanger. Tí er ferð­ in longu seinkað. Ætlanin var, at skip­ið skuldi fara úr Keyp­manna­ havn 11. august og koma til Føroya í dag, men nú ligg­ur tað í Stavanger. Um alt gongur væl, kann skipið fara úr Stavanger fyrrapartin í morgin, men møguliga verð­ur tað ikki fyrr enn í annað­kvøld. Úr Stavanger tekur tað umleið eitt døgn, at sigla til Føroya. Hetta er triðja ferð av sínum slagi, í 1845-47 var tað skipið Galathea 1, ið var á rannsóknarferð, har flest kanningar vóru gjørdar á landi. Í 1950-52 var Gala­ thea 2 á ferð, og gjørdi djúp­havskanningar. Nú er tað Vædderen á Galathea 3 rann­sóknarferðini, ið vónar at gera nýggjar vísundaligar upp­dagingar. Rannsóknarferð kring heimin í 8 mánaðir Verjuskipið Vædderen er umbygt til Galathea 3 rannsóknarferðina Anders Legarth Schmidt er tíðinda­ mað­ur á Politiken, hann skal vera við fyrsta teinin á Gala­ thea 3 rann­sókn­ar­ ferðini hjá Vædderen. Rannsóknarferð Ella Larsen ella@sosialurin.fo Uppgáva hjá Anders Le­ garth Schmidt verður at siga frá, hvat hendir umborð á skip­inum, og um tær vís­ unda­ligu kanningarnar og upp­dagingarnar, sum vera gjørd­ar á ferðini. Hann skal skriva tíðindi og reportagur til net avísina og til blaðið hjá Politiken og gera eina dagliga video­ dagbók frá ferðini. Eisini ætlar hann at greiða frá um hvussu lívið er umborð á skipinum. Anders Legarth Schmidt er komin til Føroya, men tí skipið er seinkað, væntar hann, at hann skal til Stav­ ang­er í dag, og fara um­borð á Vædderen har. Hann skal vera við á ferðini úr Stav­ anger til Føroya og víð­ ari til Grønlands, har tey skulu sigla framvið vest­ ur­­strondini á Grønlandi. Anders Legarth Schmidt verð­­ur umborð inntil 8. septem­bur, tá hann fer í land í Nuuk. Skal gera frásøgn frá fyrsta teininum Úr Føroyum gongur leiðin til Grønlands, har steðgað verður í fýra vikur. Mitt í septem- ber verður kósin sett í ein landsynning og til mitt í av oktobur, verður siglt ígjøgnum Miðalhavið, gjøgnum Suezveitina og til Pers­iska Flógvan. Har kanningar verða gjørdar í tvær vikur. Síðan gongur leiðin til India og Teilands. Eftir hetta vera granskingarsteðgir gjørdir í Indonesisku havøkj­unum, Salomonoyggjunum, Antarktis, havinum út fyri Peru, Ekvador, Galapagos, Kolumbia, tí Karibiska hav­inum. Á veg aftur ímóti Danmark, verður ein steðgur gjørdur á Azoronum. Eftir ætlan skal rannsóknarskipið vera aftur í Keypmannahavn mitt í apríl 2007. FERÐIN Anders Legarth Schmidt Teinurin á Galathea 3 rannsóknarferðini hjá Vædderen