Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 155 - 15. august 2006 ítróttur SAMBAND Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Nýggja føroyska fótbóltslandsliðið skal til próvtøku á Svangaskarði miku­ kvøldið, tá ið nýggj EM-undankapping byrjar. Georgia stend­ur fyrst fyri, men seinni skulu Føroyar stríðast ímóti sterkastu fót­ bóltstjóðum í heim­ inum Føroyar í EM Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú er tað aftur álv­ari hjá føroyska fótbólts­lands­ liðnum. Mikukvøldið spæla Føroyar fyrsta dystin í nýggjari EM-undankapping, og fyri framman bíðar kanska strævnasta dystarskrá, sum føroyska landsliðið nakr­ antíð hevur havt. Í bólkinum hjá Føroyum eru tey bæði sterkastu landsliðini í heiminum júst nú – heimsmeistararnir úr Italia og varaheimsmeistararnir úr Fraklandi. Saman við Georgia, Skot­ landi, Ukraina og Litava er talan um sterkastu mótstøðu, sum Føroyar nakrantíð hava havt í eini undankapping til EM ella HM. – Føroyar eru komnar í ein sera truplan bólk, og tað er ilt at meta um møguleikarnar fyri at fáa stig. Eg eri tó vís­ ur í, at Føroyar fara at fáa onkur stig, sigur Henr­ik Larsen, fyrrverandi lands­ liðsvenjari. – Um ikki annað, so hava vit altíð Skotland at taka stig frá, leggur hann skemtandi afturat. Minni munur millum spælarar Jógvan Martin Olsen hevur nú ítróttarligu ábyrgdina av føroyska landsliðnum, og eftir at hava verið hjálp­ar­ venjari í nógv ár, er tað nú hann, sum hevur endaliga orðið at siga, tá ið tað ræður um úttøku, uppstillingar og taktikk. Jógvan Martin hevur ar­beitt við at broyta spæli­stílin hjá føroyska landsliðnum seinasta árið, og hann leggur stóran dent á, at Føroyar skulu bjóða av frameftir vøllinum. Miku­kvøldið stendur fyrsta veruliga royndin fyri framman. Til hendan dystin mangla fleiri av stuðulsspælarunum seinnu árini – Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum og Ingi Højsted – men landsliðsvenjarin hevur gott mót fyri tað. – Eg haldi ikki, at munurin millum teir fyrstu 18 spæl­ ararnar í Føroyum, og teir, sum koma aftaná, er so stórur nú, sum hann plagdi at vera, sigur Jógvan Martin Olsen. Fýra dystir í ár Føroyar spæla fýra EM- dystir í ár. Tann fyrsti verð­ur ímóti Georgia á Svangaskarði mikukvøldið, og tann 2. september spæla Føroyar ímóti Skotlandi í Glasgow. 7. oktober kemur Litava á vitjan í Føroyum, og fýra dagar seinni spæla Føroyar ímóti Fraklandi á útivølli. Næsta ár koma so øll tey sterku londini til Føroya at spæla. Heimsmeistararnir úr Italia spæla her 2. juni, meðan Frakland vitjar tann 13. oktober 2007. Liðið skal mannast Føroyska landsliðið ger nú seinastu fyrireikingarnar til dystin mikukvøldið, og landsliðsvenjarin hevur nú tikið ella er i holt við at taka avgerðina um, hvussu føroyska liðið skal byrja. Fleiri av plássunum siga seg sjálvi, og nú fleiri royndir spælarar mangla í hópinum hesaferð, fáa nýggir og yngri spælarar kjansin frá byrjan. Sannlíkt er, at Janus Joensen skal spæla vinstri bakkur, at Kári Nielsen verður við á miðvøllinum, og at Símun Samuelsen, sum hevur staðið seg framúr væl í Íslandi, byrjar í vinstru síðu. Nakað av iva er um, hvør skal spæla í høgru síðu, og hvør skal spæla saman við Fróða Benjaminsen og Kára Nielsen á miðvøllinum, men Sosialurin hevur hetta boð um, hvussu føroyska liðið sær út til dystin mikukvøldið: Jákup Mikkelsen – Jákup á Borg, Óli Johannesen, Atli Danielsen, Janus Joensen – Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Claus Bech Jørgensen – Christian Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Símun Samuelsen Føroyar í EM Føroyar eru í bólki B í undankappingini til EM-endaspælið 2008 Dystirnir hjá Føroyum verða spældir soleiðis 2006: 16. august: Føroyar-Georgia 2. september: Skotland-Føroyar 7. september: Føroyar-Litava 11. oktober: Frakland-Føroyar 2007: 24. mars: Føroyar-Ukraine 28. mars: Georgia-Føroyar 2. juni: Føroyar-Italia 6. juni: Føroyar-Skotland 12. september: Litava-Føroyar 13. oktober: Føroyar-Frakland 17. oktober: Ukraina-Føroyar 21. november: Italia-Føroyar Eg haldi ikki, at munurin millum teir fyrstu 18 spælararnar í Før­oy­um, og teir, sum koma aftaná, er so stórur nú, sum hann plagdi at vera Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari í fótbólti Føroyar í kríggj við tey stóru Føroyar sleppa nú at stríðast við sterkastu fótbóltstjóðir í heiminum. (Tekning: Claus Seidel)