týsdagur 15. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 154 - 14. august 2006 ]
– Við hvørt verður
føroyska landsliðið
útspælt av teimum
stóru, men føroyingar
skulu hóast tað tora
at spæla frameftir
vøllinum. Tað er
avgerandi fyri menn
ingina av føroyskum
fótbólti, sigur Henrik
Larsen, fyrrverandi
landsliðsvenjari, sum
saknar eginleikar hjá
føroysku landsliðs
spælarunum í danska
felagnum, har hann nú
er venjari
FØROYAR-GEORGIA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mikukvøldið spæla Føroyar
sín fyrsta undankappingar
dyst, eftir at Henrik Larsen
gavst í starvinum sum
landsliðsvenjari. Nú er tað
hjálparvenjarin hjá honum,
Jógvan Martin Olsen, sum
hevur ábyrg dina av føroyska
liðnum.
– Eg fylgi framvegis væl
við føroyska landsliðnum. Í
morg un havi eg verið inni á
heimasíðuni hjá Sosialinum
og lisið eitt sindur um dyst
in, og annars havi eg eisini
onkuntíð samband við Jógv
an Martin og aðrir kring
landsliðið, sigur Henrik
Larsen, sum nú er venjari hjá
danska felagnum Køge.
Hann hevur fylgt við
úttøkunum, sum nýgg i lands
liðsvenjarin hevur gjørt, og
hann er hvørki ovfarin ella
bilsin av, hvussu landsliðið
nú verður mannað.
– Flestu av spælarunum,
sum nú er komnir á lands
liðið, hava verið inni í mynd
ini áður, og har eru nógvir
góðir og spennandi spælarar
á veg, heldur hann.
Skaðar kunnu skaða
Henrik Larsen heldur, at
føroyska landsliðið er væl
mannað til dystin ímóti
Georg ia mikukvøldið, men
hann heldur eisini, at saknur
verður í spælarum, sum áður
hava havt nógv at siga fyri
liðið.
– Tað er tungt fyri føroyska
landsliðið, tá spælarar sum
Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen,
Andrew av Fløtum og eisini
Ingi Højsted ikki kunnu
verða við. Teir hava nógvar
royndir og hava verið profilar
í føroyskum fótbólti seinnu
árini, so tað verður saknur í
teimum.
– Hinvegin hevur tað ferð
eftir ferð víst seg, at tá nýgg ir
spælarar fáa kjansin, ja, so taka
teir av, og tað kunnu vit bara
vóna hendir hesaferð eisini.
Men tað er hart at mangla
nakrar av teimum allarbestu,
sigur Henrik Larsen.
Menningin er
frammi á vøllinum
Føroyar spæla oftast ímóti
landsliðum, sum eru sterkari
enn tað føroyska, men tað
hevur ikki forðað føroyska
liðnum í at leypa á og spæla
frameftir eisini.
– Tú fært einki burturúr
bara at standa á egnari hálvu
og verja allatíðina. Jógvan
Martin hevur sett sær fyri,
at føroyska landsliðið eisini
skal spæla frameftir, og tað
er púra rætt. Í mínari tíð sum
landsliðsvenjari royndu vit
eisini altíð at koma fram á
vøllin, og hetta skal føroyska
landsliðið halda fram við,
sigur Henrik Larsen
– Við hvørt verður føroyska
landsliðið útspælt av teimum
stóru, men føroyingar skulu
hóast tað tora at spæla
frameftir vøllinum. Tað er
avgerandi fyri menningina
av føroyskum fótbólti, sigur
hann.
– Vit hava eisini sæð í
Europa Cup dystunum hjá
føroysku feløgunum, at tað
er ein framgongd, og tí sær
framtíðin hjá føroyskum
fótbólti spennandi út.
Stigini manglaðu
Tað er nú gingið tað
mesta av einum ári, síðani
Henrik Larsen gavst sum
landsliðsvenjari í Føroyum,
og hann hevur havt tíð at
hugsa eitt sindur um árini sum
føroyskur landsliðsvenjari.
Hvat heldur tú gekk væl hjá
tær sum landsliðsvenjari?
– Leikliga gekk tað væl.
Spælararnir
vóru
sera
nærlagdir og ídnir, og teir
góvu seg altíð fult út. Før
oyskir spælarar geva ongantíð
upp, teir venja altíð sera væl,
og hóast teir hava tapt ein
dyst, so eru teir púra klárir til
næstu uppgávuna. Hetta sakni
eg eitt sindur hjá donskum
spælarum, so á onkrum
økjum eru føroyingar eitt stig
frammanfyri danir.
Hvat heldur tú gekk minni
væl hjá tær í Føroyum?
– Hóast vit spældu væl í
nógvum dystum, so fingu
vit ov fá stig. Eg haldi, at
vit høvdu uppiborið fleiri
stig, enn vit fingu, og skal
eg nevna okkurt, sum hevði
viljað var betur, so var tað,
at vit fingu fleiri stig.
Nú er nýgg j leiðsla á
føroyska
landsliðnum,
sum í annaðkvøld spælir
dyst ímóti Georg ia, men
fyrr verandi venjarin fylgir
væl við gongdini.
– Tað verður ein trupul
uppgáva ímóti Georg ia.
Fleiri týðandi spælarar
mangla, men tað verður
spennandi at sígg ja, hvussu
teir nýgg ju fara at roynast.
Eg ynski í øllum førum før
oyska landsliðnum góða
eydnu í dystinum, og eg vóni
inniliga, at teir fáa eitt gott
úrslit, sigur Henrik Larsen.
Georgia hevur
traditiónir
Georgia spældi
ein stóran leiklut í
fótbóltslívinum í
fyrrverandi Sovjet
samveldinum, og
aftan á Russland
og Ukraini varð
landið roknast sum
tannsterkasta fót
bóltstjóðin
FØROYAR-
GEORGIA
Ivan Eginsson
Tað er ikki nakrari
smávegis fótbóltstjóð,
sum føroyska landslið
ið skal spæla ímóti á
Svangaskarði mikukvøld
ið. Georg ia varð í síni tíð
roknað millum sterkastu
fótbóltstjóðirnar í Sovjet
samveldinum.
Dinamo Tblisi var øll
árini millum fremstu feløg
í Sovjetsamveldinum, og
onkuntíð hevði landið
størr i umboðan í bestu
deildini við liðunum úr
Kutaisi og Lantjhuti.
Tvær ferðir – í 1964
og 1978 – vann Dinamo
Tblisi sovjetiska meist
araheitið. Teir vóru javn
an við í europeiskum
kappingum, og har vóru
úrslitið serliga góð í sjeyti
og fyrst í áttatiárunum. Í
1979 sendi Dinamo Tbl
isi legendariska liðið hjá
Liverpool, sum tá var
í hæddini, úr meistara
kappingini hjá UEFA við
at vinna 3-0 á heimavølli.
Tvey ár seinni sigaði
Dinamo Tblisi, sum bert
annað sovjetiska felagið, í
europeisku kappingini fyri
steypavinnarar. Tblisi vann
finaludystin í Dusseldorf
2-1 á Carl Zeiss Jena úr
Eysturtýsklandi.
Fýra spælarar úr Georg ia
vóru við á sojvetiska
landsliðnum, sum vann
seg fram í hálvfinalurnar í
HM í Onglandi í 1966.
Í HM í 1970 var Murtíz
Hurtsilíva sovjetiskur
liðformaður, eins og ein
annars sterkur miðverji,
Aleksandr Tjivídze varð
tað í HM í 1982. Hann var
eisini liðformaður á liðn
um, sum tapti tann kenda
dystin í Parkini ímóti
Danmark 4-2 í 1985.
Todi er aftur í toppform
Ein av spælarunum, sum ikki tóktist trívast so væl við hørðu
venjingini hjá Tom Nordlie í Start, var Todi Jónsson. Sjálvur kendi
føroyingurin seg útbrendan, og í samráð við nýgg ja venjaran, Stig
Inge Bjørnebye, valdi Todi at taka eitt tørn á beinkinum, meðan
formkurvan varð bygd uppaftur.
Og hetta tykist hava givið úrslit. Sunnudagin var Todi sera
sjónligur, tá hann varð skiftur inn, og sambært venjaranum er
føroyska álopsessið nú veruliga um at koma fyri seg.
– Todi líkist einum eldgosi. Hann hevur kent seg tungan í
kroppinum, men tað er ein frøi at sígg ja hann spæla nú. Styrkin
í beinunum er heild víst við at vera tann rætta aftur, sigur Bjørne
bye.
Milan áhugað í Ronaldo,
men hann sigur nei
Nýgg i forsetin í Real Madrid váttar, at AC Milan hevur sýnt
Ronaldo áhuga, men sigur samstundis, at Ronaldo sjálvur
ynskir at spæla fyri Real Madrid
– Vit tosa um tann besta áleyparan í heiminum, so tað er
eyðsæð, at tað er áhugi fyri honum. Fyri mítt viðkomandi sær
tað út sum um, at Milan hevur verið í samband við Ronaldo,
og eg fari ikki at nokta honum at fara. Tó kann eg siga, at
Ronaldo sjálvur ynskir at vera hjá okkum, er nýgg i forsetin
í Real Madrid, Ramon Calderon, endurg ivin fyri at siga við
italska blaðið Gazzetta dello Sport í dag.
Henrik fylgir væl við í
Føroyum
– Tað verður ein trupul uppgáva ímóti Georgia. Fleiri týðandi spælarar mangla, men tað verður spennandi at síggja, hvussu teir
nýggju fara at roynast. Eg ynski í øllum førum føroyska landsliðnum góða eydnu í dystinum, og eg vóni inniliga, at teir fáa eitt gott
úrslit, sigur Henrik Larsen, fyrrverandi føroyskur landsliðsvenjari