Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 154 - 14. august 2006 ] John trívist sum venjari John Petersen er nú hjálparvenjari á fótbóltslandsliðnum, eftir at hann í fleiri ár var ein grundstuðul á vøllinum. - Fyrstu ferðina var tað løgið at verða á landsliðnum sum venjari, men eg havi vant meg við mín nýggja leiklut, sigur John Petersen. - Hetta er ein sera spennandi uppgáva at fáa, og eg eri ikki minst spentur, nú fyrsti veruligi dysturin er fyri framman. Eg havi ikki havt nervar, síðani eg spældi á landsliðnum í 1995, men eg rokni við, at teir koma aftur áðrenn hendan dystin, sigur hann. Málmenninir eru báðir úr Klaksvík Í nógv ár hava Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen verið fremstu málmenn í landinum. Teir hava eisini gjøgnum meginpartin av 90’unum og fram til í dag verið landsliðsmálmenn. Aðrir málmenn hava verið inni í myndini av og á, men eingin ivi hevur verið um, at teir hava átt landsliðsplássini í meira enn 10 ár. Nú er Jens Martin Knudsen givin sum málmaður á landsliðnum, og til dystin mikukvøldið eru tað tveir klaksvíkingar, sum eru málmenn. Jákup Mikkelsen, sum spælir fyri B36, er trygt fyrstaval til málmansplássið, og nú er Meinhardt Joensen úr KÍ fyrstu ferð við sum eykamálmaður. - Eg kenni mína ábyrgd sum lið­for­ mað­ur og roynd­ur spælari á lands­ liðnum, men teir ungu duga eisini, og fleiri av teimum hava longu fingið fitt av royndum, sigur 34 ára gamli Óli Johannesen, sum nú fer undir nýggja EM-undankapping sum liðformaður á landsliðnum FØROYAR-GEORGIA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hann hevur spælt 76 ferðir á landsliðnum, hann hevur tamt spælarar sum Henry, Ballack og Gudjohnsen, og hann hevur sanniliga eisini gjørt eitt mál. Óli Johannesen er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið hevur spælt flestar lands­ dystir, og hóast hann nú er blivin 34 ára gamal, tekur hann enn eitt tørn sum verjuspælari og liðformaður á landsliðnum. Mikukvøldið byrjar nýggja EM-undankapping, og Óli skal leiða eitt nýtt lið til sína fyrstu veruligu uppgávu. - Tað er líka spennandi at verða við nú, sum tað plagdi at vera, men tað er kanska spennandi á ein annan hátt, enn tað onkuntíð var, sigur Óli Johannesen. - Eg kenni mína ábyrgd sum liðformaður og royndur spæl­ari á landsliðnum. Vit hava fingið fleiri nýggjar spælarar á liðið, og tað er altíð spennandi at vita, hvussu teir nýggju fara at standa seg, sigur hann. Liðið skal spælast saman Spælarar sum Janus Jo­en­ sen, Kári Niel­s­en, Hans Pauli Samuelsen, Berg­ur Midjord, sum er skaddu­r hesaferð, Hanus Thor­leifs­ son, Bárður Olsen og aðrir eru av álvara komnir inn í landsliðsmyndina, og fleiri av teimum kunnu vænta sær at fáa kjansin í hesari undankappingini. - Vit skulu spæla eitt nýtt lið saman, og tað tekur al­tíð nakað av tí. Vit fara ikki á vøllin fyri at tapa nakran dyst, men fólk skulu kanska hava eitt sindur av toli fyrstu tíðina og ikki seta ov stór krøv til liðið, sigur Óli Johannesen. - Eg kenni ikki eyka á­byrgd, tí eg havi flestar lands­dystir, men eg ætli mær at halda fram við tí leikluti, sum eg havi havt. Teir ungu duga eisini, og fleiri av teimum hava longu fingið fitt av royndum bæði í sínum feløgum og á landsliðnum, sigur hann. Óli skal leiða teir ungu - Vit skulu spæla eitt nýtt lið saman, og tað tekur altíð nakað av tí. Vit fara ikki á vøllin fyri at tapa nakran dyst, men fólk skulu kanska hava eitt sindur av toli fyrstu tíðina og ikki seta ov stór krøv til liðið, sigur Óli Johannesen. Mynd: Álvur Haraldsen - Eg havi ongantíð áður havt so góðan møguleika at koma á landsliðið sum júst nú, og fái eg kjansin ímóti Georgia, ætli eg mær at taka hann, sigur Janus Joensen FØROYAR-GEORGIA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað hevur gingið skjótt framá hjá Janusi Joensen seinastu árini. Hann hevur vunnið sær pláss sum fastur maður á HB-liðnum, í ár er hann blivin liðformaður á liðnum, og mikukvøldið fær hann eftir øllum at døma kjansin sum vinstri bakkur á landsliðnum. - Eg havi havt landsliðið sum eitt av mínum málum, og eg føli, at eg eri komin nærri málinum í ár. Eg var við ímóti Póllandi, og tað er ein góður møguleiki fyri, at eg sleppi at royna meg ímóti Georgia, sigur Janus Joensen. - Eg havi ongantíð áður havt so góðan møguleika at koma á landsliðið sum júst nú, og fái eg kjansin ímóti Georgia, ætli eg mær at taka hann, sigur hann. Væntar trupla uppgávu Um middagsleitið í dag vandi føroyska landsliðið á Svangaskarði, og tá fingu Janus og hinir spælararnir ivaleyst eina ábending um, hvussu Jógvan Martin Olsen ætlar at manna liðið til dystin í annaðkvøld. - Eg rokni við einum truplum dysti ímóti Georgia. Eg havi áður roynt at spæla ímóti liðum úr Eystureuropa, og tey eru nakað av tí harðasta at spæla ímóti. Spælararnir hjá teimum eru tekniskt væl fyri, teir eru skjótir og sterkir, og so gevast teir ongantíð við at leypa á, sigur Janus Joensen. - Men vit eru eisini væl fyrireikaðir til dystin, og vit fara at gera okkara besta fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur hann. Formulaliðið Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 19. umfari av Formuladeildini um vikuskiftið. Janus er klárur at taka kjansin - Eg havi havt landsliðið sum eitt av mínum málum, og eg føli, at eg eri komin nærri málinum í ár, sigur Janus Joensen, sum eftir øllum at døma fær kjansin ímóti Georgia í annaðkvøld. Mynd: Álvur Haraldsen