Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 155 - 15. august 2006 útlond SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 – Vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit leypa á Iran Richard Armitage Stutt sagt Japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, vitjaði í gjár ein minnisvarða frá seinna heimsbardaga, sjálvt um bæði Kina og Suðurkorea høvdu mælt honum frá at gera tað. Hetta er fimta árið, at Koizumi vitjar tann um­ strídda Yasukumi-minn­is­ varðan, sum varð reistur til minnis um teir japanarnar, sum blivu dømdir fyri krígs­­brotsverk undir seinna heims­bardaga, men hetta er fyrstu ferð, at hann hev­ur vitjað minnisvarðan tann 15. august, sum var dag­ urin, tá Japan gav seg yvirv í 1945. Myndugleikarnir í Kina og Suðurkorea hava mótmælt øll fimm ár­ini, tí teir vilja vera við, at minnisvarðin heiðr­­ar framferðini hjá jap­­anska herinum undir heims­ bardaganum, sum kostaði 2,5 milliónum japanarum lívið. Vitjaði minnisvarða Tey, sum eru komin so mikið upp í árini, munnu minnast myndirnar av teim­um báðum fyrstu rúmd­armonnunum, sum spákaðu á Mánanum, men nú skrivar blaðið The Daily Telegraph, at amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur mist uppruna­mynd­ irnar burtur. Tað hevur vakt stóran ans, tí í rúmdarheiminum vórðu upprunamyndirnar mettar sum ein sannur fongur, ið skuldi goymast væl. Kortini eru myndirnar ikki at finna í dag, og tað verður mett sum ein sonn vanlukka. Sambært The Daily Telegraph hevur leiðslan í NASA sett fólk at leita eftir myndunum, og tað seinasta er, at tær eftir øllum at døma liggja onkunstaðni í Goddard Space Flight Centre í stat­inum Maryland. Ein tals­maður hjá NASA við­ gongur, at talan er um grovt ósketni, men hann ivast í, at tað fer at bera til at finna myndirnar aftur ímillum øll skjøl og annað frá teimum seinastu 35 árunum. Tær fyrstu myndirnar av fólki á Mánanum vóru rættiliga kámar, og ser­ frøðingar siga, at upp­runa­ mynd­irnar høvdu givið eina nógv klárari mynd av Mánanum og teim­um báðum rúmdar­monn­un­ um. Men verður upp­runa­ filmurin ikki funnin aftur, fáa vit ongantíð tær veru­­ligu myndirnar at síggja, skrivar The Daily Telegraph. Mánamyndir horvnar Solstrand-skipasmiðjan í Tomrefjord í Noregi hevur skrivað undir sáttmála við eitt íslendskt reiðarí um at byggja tveir frystitrolarar, skrivar Sunnmørsposten. Trolararnir verða 70 metrar langir og hava mann­ingarrúm til 32 fólk. Tann fyrri skal latast reið­arínum á Siglufirði í november næsta ár og tann seinni í apríl í 2009. Ís­lendska reiðaríið hevur seks skip frammanundan. Einki verður sagt um, hvat teir báðir trolararnir fara at kosta, men Sunn­mørs­ posten skrivar, at hetta er tann størsti einstaki sátt­málin, sum Solstrand- skipa­smiðjan nakrantíð hevur gjørt. Tey flestu skipini, sum verða bygd á norskum skipa­ smiðjum, hava samband við oljuvinnuna, og á Sol­ strand-skipasmiðjuni siga tey seg vera sera fegin um at sleppa at byggja teir báðar trolararnar til Íslands. Nýggj skip til Íslands Koizumi hevur aftur fingið øði í kinesarar og suðurkoreanarar Amerikanska stjórn­in visti um fyri­reikingarnar, tí kríggj við Hizbollah kundi geva týðandi upplýsingar til eitt møguligt kríggj við Iran Í fleiri mánaðir hevði Ísra­el fyrireikað seg til at leypa á Hizbollah, og am­erikanska umsitingin var við í fyrireikingunum. Álopið hjá Hizbollah á eina ísraelska marknastøð gav Ísrael eina orsøk til at fara undir álopið, men tað hevði komið kortini. Tað skrivar tann kendi am­erikanski tíðindamaðurin Seymour M. Hersh í blaðnum New Yorker. Hann sigur seg hava fingið at vita frá keldum í Bush-umsitingini, at amerikanskir og ísraelskir diplomatar høvdu nógvar fundir um tað ætlaða álopið, og at amerikanarar sýndu ísraelsku ætlanini stóran áhuga. Tað komst av, at í amerikonskum eygum kundi eitt álop á Hizbollah geva fleiri týðandi upplýsingar, sum kundu koma USA til góðar í einum møguligum álopi á Iran. Eitt nú hevði Hizbollah fingið vápn úr Iran, og iranskir yvirmenn høvdu vant Hizbollah-her­ menninar. Harafturat kom, at eftir uppskoti úr Iran hevði Hizbollah gjørt sær fleiri støðir og tunlar undir jørð, og tí hildu amerikanararnir, at iranski herurin helst hevur gjørt tað sama. Spurningurin er nú, um úrslitið av ísraelska álop­ in­um á Hizbollah eggjar USA til at leypa á Iran, skrivar Simon Hersh. Hann var lutvíst svar frá Richard Armitage, sum er fyrrverandi varauttanríkisráðharri hjá George W. Bush, forseta. – Tá Ísrael ikki klárar at gera av við eitt so lítið land sum Libanon, eigur ein at hugsa seg væl um, áðrenn ein leggur á eitt land, sum er nógvar ferðir størri og hevur 17 ferðir meiri fólk, sigur Richard Armitage við New Yorker. Bretska trygdar­ tænastan MI5 hevur vunnið ein stórsigur í bardaganum ímóti altjóða yvirgangi. Á ovastu rók í tænastuni situr ein kvinna. Í dag er Eliza Manningham- Buller 58 ára gomul. Eingin veit við vissu, hvussu leingi hon hevur arbeitt fyri MI5, tí slíkt verður ikki al­mannakunngjørt, men hild­ið verður, at tænastan setti seg í samband við hana longu í 1971, tá hon gekk á lærda háskúlanum í Oxford. Hon tók kortini ikki av, men arbeiddi sum lærari í trý ár, til hon fór upp í MI5 í 1974. Tað kalda kríggið var í hæddini um tað mundið, og Eliza varð sett av skriva avlurtaðar telefonsamrøður hjá diplomatum úr teimum eysturevropeisku londunum. Men hennara nærlagni og ágrýtni gjørdu, at longu tíð­liga varð hon sett til at avdúka fremmandar njósn­ ar­ar. Hon bleiv sett at leiða mótnjósningina móti Sovjetsamveldinum, og í hes­um starvi lærdi hon, at tað týdningarmesta hjá tí, sum jagstrar njósnarar, er at duga at tiga. Soleiðis var tað millum annað henni og hennara dygdum fyri at takka, at sovjetskir njósnarar í London eisini kundu njósn­ ast fyri Bretland ímóti teirra egna landi, uttan at Kreml óraði ilt. Seinni bleiv Eliza Mann­ ing­ham-Buller flutt á deildina, sum skuldi taka sær av yvirgangi. Hon var við til at kanna vanlukkuna, tá agentar úr Libya sprongdu eitt flogfar uppi yvir Lockerbie í Skotlandi. Seinni bleiv hon sett til at kanna virksemið hjá IRA, og aftan á atsóknirnar at USA í september í 2001 varð hon sett til at jagstra al-Qaeda. Árið eftir gjørdist hon onnur kvinnan í ovasta starvinum í MI5. Sjónlig Sum stjóri í bretsku trygd­ ar­tænastuni hevur Eliza Manningham-Buller verið meiri sjónlig enn hennara undanmenn, og hon hevur eisini gjørt MI5 meiri sjón­ liga. Eitt nú er tað henni fyri at takka, at vit í dag kunnu fara inn á heimasíðuna hjá MI5 og kunna okkum um, hvussu stórur vandi er fyri yvirgangi í Bretlandi. Bara tað, at tænastan hevur eina heimasíðu, er ein kollvelting í sjálvum sær, tí fyri bara tjúgu ár­um síðani høvdu bretsku mynd­ugleikarnir ilt við at viðganga, at tað yvirhøvur var nakað, sum æt MI5. Almenningurin veit lítið um Eliza Manningham- Buller. Vit vita, at hon eigur eingi børn, men at hon er gift manni, sum eigur fimm børn. Hvussu maðurin eit­ur til eftirnavn er eitt loynd­armál, men sambært bretskum fjølmiðlum er tað neyvan av tilvild, tí tað sigst, at hann var sera vinstrahallur sum ungur. Hon jagstrar al-Qaeda Ísrael hevði fyrireikað kríggið við Hizbollah