týsdagur 15. august 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2006
21
lýsingar
Sølufólk
Søkt verður eftir sølufólki – kvinnu ella manni
til timburdeildina hjá Sandavágs Timburhandli.
Sandavágs Timburhandil er ein timburhandil í
stórari menning. Timburhandilin er nú eisini farin
at smíða lyklaklár hús og veita heildartænastur til
kundan. Til hetta endamál søkja vit eftir fólki, ið
kann standa á egnum beinum og taka sjálvstøðugar
avgerðir. Tað er umráðandi at viðkomandi persónur
eisini kann vera við til at menna konseptið.
Arbeiðið umfatar:
• Sølu av lyklaklárum húsum
• Søla av tilfari til sethús, ídnaðarbygningar o.t.
• Marknaðarføring av Sandavágs Timburhandli
• Tilboð
• Innkeyp
• Strutttíðar eins og langtíðar tilrættislegging
»Strategi«
Vit bjóða eitt spennandi umhvørvi, eitt starv, sum
er sera fjølbroytt, eitt starv, har ein sjálvur kemur
til at tilrættisleggja sín dagligdag. Harafturat hava
kontór okkara allarhelst Føroya besta útsýni.
Lønin verður at avtala.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi áðrenn 5.
september 2006.
P/f Sandavágs Timburhandil
Hillingatangi 8-12
FO-360 Sandavágur
Att: Albert Ari.
Um spurningar eru, kann ringjast á tlf. 533053.
Fakligur skrivari
til Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Søkt verður eftir fakligum skrivara til skrivstovu
felagsins at byrja 1. september 2006, ella eftir nærri
avtalu.
Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing, ið
• hevur áhuga at vera við til at menna Felagið,
bæði yrkisliga og fakfelagsliga
• hevur holla vitan um heilsu- og sjúkrarøkt
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til forkvinnu felagsins á tlf. 311309.
Umsókn, við avriti av prógvi og autorisatión, skulu
vera felagnum í hendi 29. august 2006.
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Lucas Debesargøta 14
Box 1285 · 110 Tórshavn
sff@sff.fo