Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 155 - 15. august 2006 tíðindi Stjórin í Atlantic Airways væntar, at onnur flogfeløg taka kappingina upp, um Faroejet gevst á Føroyaleiðini Flogferðsla Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Søgan fer møguliga at endurtaka seg. Maersk Air gavst. Og nú gevst Faroejet møguliga eisini á Føroyaleiðini. Men stjórin í Atlantic Airways væntar ikki, at felagið verður einsamalt um at røkja leiðina, um Faroe­jet takkar fyri seg. - Tað vísir seg altíð, at onkur annar ætlar at royna seg, tá ein er á leiðini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Kapping um kapasitet Stjórin í Atlantic Airways vil ikki beinleiðis við­merkja útsagnirnar frá nevndar­ formanninum í Faroe­jet, sum umhugsar at gevast á Føroyaleiðini. - Vit konsentrera okkum um okkara egna, sum er at veita eina góða og bíliga tænastu, sum hongur saman kommersielt, sigur Magni Arge. Hann vísir aftur, at tað er Faroejet at takka, at prísirnir á ferðaseðlum er minkaðir. Hann vísir samstundis aftur, at Atlantic Airways gjørdi sær dælt av monopolstøðuni og hækkaði prísirnar, tá Maersk Air gavst á sinni. - Vit gjørdu okkum ongantíð dælt av støðuni. Hinvegin løgdu vit prísirnar um, sigur Magni Arge. Sambært stjóranum í Atlantic Airways hevur kap­ pingin ikki snúð seg um prís men um kapasitet og tænastur. - Tað er eitt mark fyri, hvussu langt niður, tú kanst trýsta prísin, sigur hann. Faroe Travel: Vit gera ikki mismun Atlantic væntar nýggjan kappingarneyta - Tað kann væl vera, at Faroejet hevur trýst ferðaseðlaprísirnar niður, men ótakk er verðsins løn. Tú fært ikki nakra tøkk í hesi bransju. Prísurin er avgerandi, sigur Dánjal Poulsen, stjóri í Faroe Travel, nú Faroejet umhugsar at gevast á Føroyaleiðini. Stjórin vísir aftur, at Faroe Travel hevur gjørt mismun millum bæði flogfeløgini Flogferðsla Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár frættist, at Faroejet umhugsar at gevast á Føroyaleiðini. Orsøkin er ov fá ferðafólk. Í greinini ró nevndarformaðurin í før­ oyska flogfelagnum , Knút Lützen, upp undir, at føroysku ferðaskrivstovurnar gjørdu mismun og tóku Atlantic Airways framum, tá fólk skuldu keypa ferðaseðil. Men hesum kennir stjórin í Faroe Travel einki til. - Okkara meginregla er, at eingin kundi skal kunna ákæra okkum fyri at hava stýrt sær til at velja nakað sum helst. Vit gera ikki mismun, sigur Dánjal Poulsen, stjóri í Faroe Travel. Sambært stjóranum er tað vanliga, at sølufólkið fylgir ynskjunum hjá kundanum. Tað vil siga, at tey samanbera prísir og tíðir. Endaliga orðið eigur kundin. Og oftast er prísurin avgerandi. - Kundin fer oftast eftir bíligasta ferðaseðlinum. Skal eitt flogfelag selja meir, so er bara at lækka prísin, heldur Dánjal Poulsen. Valdu óhepna skipan Nevndarformaðurin í Faroe­ jet viðgekk tó í blaðnum í gjár, at flogfelagið gjørdi ein stóran feil, tá tað valdi at koyra sína egnu bóking­ar­ skipan og ikki nýta van­­ligu altjóða Amadeus-skipanina. Hesum er stjórin í Faroe Travel samdur í. - Okkara fremsta amboð er Amadeus-skipanin. Um ein kundi ynskir at bíleggja hotell ella leiga bil, so kann alt hetta gerast gjøgnum hana. Skipanin hjá Faroejet hevur verið óheppin. Tað tekur tíð at leypa ímillum tvær stýrisskipanir, sigur Dánjal Poulsen. Hann vil ikki beinleiðis siga, at Atlantic Airways er valt framum, um ein kundi hevur ynskt eina pakkaloysn við hotellum og bilútleigan, men tað er lættari fyri sølufólki, heldur hann. - Tú kanst sammeta tað við tvey amboð, har tað eina riggar betur enn hitt. Stendur valið millum hesi bæði, velur tú kanska fyrst tann betra, sigur stjórin í Faroe Travel. Eitt afturstig Hann harmast um, at Faroejet nú møguliga gevst á Føroyaleiðini. - Kapping er altíð sunn. Tað er gott fyri prísirnar. Tað er sjálvandi ringt at siga, um prísurin fer uppaftur, verður Atlantic Airways aftur einsa­malt á marknaðinum. Føroyingurin missur í øllum førum ein valmøguleika, og tað er eitt afturstig, eins og tá Maersk Air gavst, heldur Dánjal Poulsen. Nevndarformaðurin eftir­ lýsti í Sosialinum í gjár størri undirtøku millum føroyingar, serliga nú tá Faroejet var orsøkin til, at ferðaseðlaprísurin var lækkaður. Men stjórin í Faroe Travel heldur ikki, at tingini eru so einføld. - Tað kann væl vera, at Faroejet hevur trýst ferða­ seðlaprísirnar niður, men ótakk er verðsins løn. Tú fært ikki nakra tøkk í hesi bransju, sigur Dánjal Poulsen. - Okkara meginregla er, at eingin kundi skal kunna ákæra okkum fyri at hava stýrt sær til at velja nakað sum helst. Vit gera ikki mismun, sigur Dánjal Poulsen, stjóri í Faroe Travel - Tað vísir seg altíð, at onkur annar ætlar at royna seg, tá ein er á leiðini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.