týsdagur 15. august 2006síða 28
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2006
7
tíðindi
- Útmeldingarnar
kunnu geva bakslag.
Ynskir ein fyritøka
samkenslu frá
fólkinum, so er
hatta ikki mátin at
gera tað uppá, metir
Allan Dalsgarð,
miðlafrøðingur og
ráðgevi hjá ReproZ,
um útmeldingarnar
frá Faroejet
Marknaðarføring
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Faroejet
saknar
størri
uppbakking frá føroyingum.
Í blaðnum í gjár segði
nevndarformaðurin í flog
felagnum seg ikki skilja,
at føroyingar ikki stuðlaðu
felagnum meir, enn teir hava
gjørt.
- Tað er jú okkum at
takka, at kapping aftur
er komin á økinum, og
at prísurin á ferðaseðlum
er minkaður so nógv. Eg
gangi út frá, at fólk ynskja
kapping, men við hetta lag
enda vit aftur í monopoli,
helt nevndarformaðurin,
Knút Lützen, fyri.
Óhepnar útmeldingar
Allan Dalsgarð, miðla
frøðingur og ráðgevi hjá
lýsingarfyritøkuni ReproZ,
heldur
útmeldingarnar
frá Faroejet vera heldur
óhepnar.
- Útmeldingarnar kunnu
geva bakslag. Ynskir ein
fyritøka samkenslu frá
fólkinum, er hatta ikki mátin
at gera tað uppá, metir Allan
Dalsgarð.
Hann heldur, at ein so
ógvuslig orðing í ringasta
føri kann gera, at felagið
fær minni samkenslu millum
fólk. Her hugsar hann serliga
um útmeldingarnar um, at
Faroejet møguliga gevst á
Føroyaleiðini.
- Álitið fýkur. Hvør vil velja
eitt flogfelag, sum er á veg
út?, spyr miðlafrøðingurin
hjá ReproZ.
Neyðugt við toli
Allan Dalsgarð heldur
annars, at marknaðarføringin
hjá Faroejet hevði eina góða
byrjan.
- Sjálv lanceringin var
sannførandi. Tey útstrálaðu
sjálvsálit við nógvum og
góðum starvsfólki, har
fleiri komu frá kappingar
neytanum. Lýsingaátakið
var eisini rættiliga sjónligt
í byrjanini, men seinastu
mánaðirnar hevur man ikki
sæð nógv til tað, heldur
Allan Dalsgarð, ið eisini
metir avgerðina at nýta
egna bókingarskipan vera
ein stóran brølara.
Hann leggur afturat, at skal
ein nýggj fyritøka gera seg
galdandi á hesum økinum,
har eitt væl etablerað flog
felag er frammanundan,
er neyðugt at brynja seg
við toli, gera sær dælt av
eksponering í fjølmiðlunum
og nýta lýsingarpengar..
- Atlantic Airways hevur
jú tann fyrimunin, at felagið
er komið inn undir húðina
á fólki. Tað er ikki lætt at
broyta vanahugsan hjá fólki.
Tað tekur sína tíð. Kann væl
vera, at føroyingar eru glaðir
fyri kapping, men tú kanst
ikki vænta, at teir gera nakað
aktivt fyri at halda henni
uppi, sigur miðlafrøðingurin
at enda.
- Óhepnar útmeldingar
frá Faroejet
Erland Viberg Joensen
úr Havn starvast sum
savnsvørður í Tórshavnar
Kommunu. Enn hevur
hann ikki roynt flogfarið
hjá FaroeJet.
- At eg havi flogið við
Atlantsflogi er mestsum av
gomlum vana. Atlantsflog
er eitt gott flogfelag og
sum veitir ferðafólkunum
eina góða tænastu.
- Eg haldi tó, at vit
hava brúk fyri tveimum
flogfeløgum. Tað er gott
at hava føroysk feløg,
tí tey skapa føroysk
arbeiðspláss.
Tríggir á gøtuni
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hesar seinastu tríggjar
mánaðirnar hava føroyingar
havt møguleika at velja
millum tvey flogfeløg,
tá flúgvast skuldi til
Keypmannahavnar.
FaroeJet byrjaði nevniliga
at flúgva uppá Føroyar 15.
mai í ár, meðan Atlantsflog
fleyg sín fyrsta túr millum
Føroyar og Danmark 28.
mars í 1988.
Vit hava hitt trý fólk
á gøtuni og spurt tey
um Føroyaflúgvingina.
Spurningarnir
vóru
soljóðandi:
Hevur tú flogið við
FaroeJet?
Hví?
Flúgvandi føroyingar
Erland: Av gomlum vana
Sámal Hanne Lognberg
er handilsmaður í Skopun.
Hann er júst afturkomin av
uttanlandsferð og fleyg til
Føroyar við Atlantsflogi.
- Áðrenn vit fóru avstað
kannaði eg prísirnar á al
netinum, og fann tá fram
til, at FaroeJet var bíligari
enn Atlantsflog. Men tá eg
so bað ferðaskrivstovuna
um ferðaseðilin var hann
við Atlantsflogi, helst tí
bókingarskipanirnar eru
einfaldari.
- Tað er tó ikki óhugsandi
at eg velji FaroeJet næstu
ferð. Eg fari har, sum eg
Sámal Hanne: Einfaldari bílegging
Havnarmaðurin Dánial
Hoydal hevur lisið retorikk
í Keypmannahavn, og
hevur flogið við FaroeJet.
At hann gjørdi tað, hevði
sínar serligu orsøkir:
- Eg vildi fegin stuðla
hesum nýggja felagnum.
Eg hevði hoyrt, at teir vóru
bíligari og høvdu eina
góða tænastu mótvegis
ferðafólkunum. Og eftir at
hava roynt FaroeJet kann eg
bara siga, at hetta er so.
- Hinvegin so hóskaðu
fráfaringartíðirnar eisini
til mín tørv, og tí valdi eg
FaroeJet.
Dánjal: Góð tænasta og bíligari