mikudagur 16. august 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 156 - 16. august 2006
Konsertin hjá Lenu
á Sopot festivalinum
í Pólandi varð send
á almennu pólsku
sjónvarpsrásini,
og mett verður at 4
milliónir hugdu at
henni
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrst í hesum mánaðinum
spældi Lena á Sopot festival
inum í Pólandi. Á heimasíðu
síni sigur føroyskt/kanadiska
songkvinnan, at tað var sera
stuttligt at luttaka á festi
valinum. Eini 5000 fólk
vóru á konsertini, ið eisini
varð send í polskum sjón
varpi. Tað var almenna sjón
varpsrásin TVP1, ið sendi
konsertina og mett verður
at eini 4 milliónir pólakkar
hugdu at henni.
Seinni í hesum mánaðanum
fara Lena og Niclas til Los
Angeles at ljóðblanda nýggju
fløguna, ið songkvinnan
hevur arbeitt við seinastu
mánaðarnar.
Í
hesum
sambandi spælir Lena nakrar
intimar solokonsertir í Los
Angeles í 25. august í LIVE
AT THE LOUNGE og 29.
august í Genghis Cohen.
Tað er kendi amerikanski
blandarin Ryan Hewitt, ið
ljóðblandar fløguna í Encore
Studios. Ryan Hewitt verður
mettur at vera ein av mest
eftirspurdu ljóðblandarum í
heiminum í løtuni, eftir at
hann ljóðblandaði dupult
fløguna Stadium Arcadium
hjá Los Angeles bólkinum
Red Hot Chili Peppers.
Áðrenn Lena kemur heim
aftur fer hon ein túr til hitt
heimlandið Kanada og spælir
eina konsert 9. september í
Media Club í Vancouver.
Lena spældi fyri
4 milliónum pólakkum
Klaksvík: Annað árið á rað
verður ksipað fyri serstøkum
Sjómannadegi í stóra fiski
vinnubýi okkara.
Hesa seinastu tíðina hava
fyrireikararnir lagt stóra orku
í at fáa eina so fjølbroytta
skrá til vega sum yvirhøvur
gjørligt.
Tað er líkt til at klaksvík
ingar ikki eru bangnir fyri at
skipa fyri stórum tiltøkum.
Er tað nakað sum hevur
sermerkt Klaksvík í ár eru
tað tey stóru tiltøkini sum
her hava verið - umfatandi
skráin, tá Norðoyatunnilin
lat upp, Norðoyastevnan,
Summarfestivalurin og nú
Sjómannadagurin.
Skráin fyri sjómannadagin
er bæði serstøk og spennandi,
og hevur nakað av bjóða
øllum teim vitjandi, sum
fara at vitja í Klaksvík hesar
komandi dagarnar.
Tað sum kanska er mest
serstakt við skránni er, at
so at siga øll tiltøkini eru
ókeypis. Við hesum vilja
fyrireikararnir siga og vísa,
at eingin skal halda seg aftur
at koma við til stóra tiltakið
av peningaligum orsøkum.
Teir hava eisini gjørt vart
við seg kring alt landið. Í gjár
varð nevniliga ein serstøk
útgáva av Norðlýsinum borin
út í hvørt hús í landinum.
Nú nýtist ongum at siga, at
viðkomandi ikki veit hvat
verður á skránni í Klaksvík
um vikuskiftið.
Í hesi serútgávuni siga
fyrireikararnir soleiðis:
– Vit halda, at føroyingar
í minsta lagi einaferð um
árið eiga at seta okkara
sjóvinnufólk,
sjóvinnu
og okkara størstu útflutn
ingsvøru í hásætið. Tí eigur
ein sjómannadagur sum hes
in at seta sær stór mál.
– Føroyar eru eitt lítið
land, ið liggur mitt úti í
Norðuratlantshavinum. Júst
eins og okkara grannatjóðir,
so hava vit livað av tí sum
havið hevur givið og hava
vit altíð sett okkara álit á
fiskivinnuna. Men skulu vit
verða við í hesari kapping,
so er umráðandi ikki at
smæðast burtur á tí altjóða
pallinum, men alla tíðina
seta sær stór mál. Og hví
skulu vit ikki tað?, siga fyri
reikararnir í vælkomu síni
til tiltakið.
Fyrstu tiltøkini í ársins
sjómannahaldi
byrjaðu
longu í gjárkvøldið. Hildið
verður fram í kvøld, men
leygardagin eru flestu
tiltøkini á skránni.
Ókeypis Sjómannadagur