mikudagur 16. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 16. august 2006
tíðindi
Ætla vit at hyggja
at ætlanunum hjá
Finn Helmer, sum
eitt isolerað projekt
í Føroyum, so er
projektið sjálvandi
spennandi í sjálvum
sær. Men um vit
síggja ætlanirnar sum
eina verkætlan í Før
oyum, og sum eina
altjóða KT-satsing hjá
føroyingum, kunnu
útlitini vera ótrúliga
áhugaverd. So er ikki
at bíða, men vit skulu
fara í gongd skjótast
gjørligt
GIGABITNET
Orð & myndir
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað sigur forstjórin í For
mula.fo, Torkil Holm Peter
sen, sum er maðurin, ið
fekk Finn Helmer til Føroya
á vitjan, soleiðis at Finn
kundi kunna føroyingar um
gigabit-ætlanina.
Torkil Holm Petersen og
Finn Helmer eru javngamlir
báðir og kennast gjøgnum
donsku fyritøkuna Medianet,
sum Formula.fo samstarvar
við, og har Finn Helmer er
ein av høvuðseigarunum.
– Vit hava í dag eitt sam
starv við Medianet, um at selja
forrit í USA. Og í sambandi
við, at vit frá Formula.fo vóru
í Danmark hjá Medianet í
arbeiðsørindum, hitti eg Finn
Helmer. Vit komu í prát og
hava síðani tosa nakað saman
um ymisk viðurskifti. Tá ið
vit, fyrr í summar, gjørdu av
at bjóða Finni hendavegin,
ynskti hann eisini at sleppa at
kunna Føroya Tele og Lands
stýrið um gigabit-ætlanir
sínar, greiðir Torkil Holm
Petersen frá.
Tað var eisini tað, Finn
Helmer gjørdi, tá hann var
her í summar, og ætlanin
er, at Finn Helmer kemur
aftur seinast í august ella í
september.
Tað er ikki at bíða
Formulaforstjórin ivast ikki
eina løtu, tá vit spyrja hann,
hvat hansara hugsanir eru
um gigabit-ætlanirnar hjá
Finn Helmer.
– Hugskotið er frálíkt
og eg meti eisini, at tað er
rætt at gera tað, sigur Torkil
Holm Petersen.
Hann heldur, at av tí, at
talan er um eina so umfatandi
ætlan, so verður verkætlanin
áhugaverd á so nógvar
ymiskar hættir:
– Ætla vit at hyggja at
ætlanunum hjá Finn Helmer,
sum eitt isolerað projekt í Før
oyum, so er projektið sjálvandi
spennandi í sjálvum sær. Men
um vit síggja ætlanirnar sum
eina verkætlan í Føroyum, og
sum eina altjóða KT-satsing
hjá føroyingum, kunnu útlitini
vera ótrúliga áhugaverd. So
er ikki at bíða, men vit skulu
fara í gongd skjótast gjørligt,
heldur Torkil Holm Petersen,
sum eisini hevur greiðar mein
ingar um, hvussu ein slík
ætlan kann førast út í verki.
– Sjálvandi skal Føroya
Tele vera avgerðandi partur
av eini verkætlan av hesum
slagnum. Eisini er neyðugt
við politiskari vælvild, men
so skulu Finn Helmer og
ComX, saman við føroyskum
fyritøkum, fáa ætlanina at
rigga, sigur Torkil Holm Pet
ersen, sum samstundis ávarar
ímóti at fáa ov nógvar kokkar
upp í leikin at byrja við.
Júst tað, at Føroyar og
føroyskar fyritøkur skulu
vera partur av verkætlanini,
metir Torkil Holm Petersen
vera rættiliga grundleggjandi,
um ætlanin kann gerast ein
succes, sæð við føroyskum
eygum.
– Føroyar og føroyingar
skulu vera við til at lyfta
og menna verkætlanina,
og vit skulu eisini vera við,
tá verkætlanin skal seljast
aðrastaðni og fáa ágóðan av tí,
sigur Torkil Holm Petersen.
Føroyar fáa ágóðan
Hetta ljóðar eisini sera gott,
og munnu føroyingar flestir
vera samdir um, at vit skulu
hava bæði nyttuna og part av
ágóðanum av verkætlanini.
Men hvussu ímyndar Torkil
Holm Petersen sær, at hetta
kann gerast?
– Eg hugsi at Føroya Tele,
Vinnumálaráðið og annars
aðrir áhugaðir nú skulu royna
at finna loysnir, sum kunnu
gjøgnumføra verkætlanina.
Sjálvandi havi eg onkra hugsan
um, hvussu verkætlanin kann
gjøgnumførast, men eg haldi
ikki at tað er rætt, at eg komi
við nøkrum uppskoti beint
nú. Sum sagt, eiga vit heldur
geva Føroya Tele og pørtunum
annars møguleika at koma við
loysnum, sum teir halda vera
áhugaverdar og møguligar,
heldur Torkil Holm Petersen.
Mugu gagnnýta
okkara støðu
Ofta verður sagt, at vit før
oyingar duga ikki nóg væl
at selja okkum og land
okkara. Tá hevur okkara
støða sum lítið land, og tað
at vit liggja avbyrgd mitt
í Norðuratlantshavinum,
mangan verið nýtt sum ein
trupulleiki og undanførsla
fyri hesum.
Tað hóvar ikki Torkil
Holm Petersen, sum heldur,
at vit mugu brúka okkara
støðu sum lítið land við
stórum mobiliteti og at vit
eru nýskapandi. Ikki royna
at uppføra okkum, sum tey
stóru londini, sum hava
heilt annað grundstøði og
positión enn vit.
– Tað er ein natúrligur fyri
munur hjá Føroyum, at vit
kunnu nýtast sum royndar
land fyri konsept av ymsum
slag. Okkara fysiska støða
ger, at vit eisini áttu at verið
áhugaverd á aðrar mátar. Til
dømis sum millumstøð og til
eitt nú „back-up skipanir“,
greiðir Torkil Holm Petersen
frá.
– Tí haldi eg, at tað er
neyðugt, at vit fara at gagn
nýta okkara støðu sum lítið
land, og gevast við at herma
eftir hinum londunum. Tað
er ein sannroynd, at øll tey
smáu londini, ið hava staðið
seg væl, hava funnið øðrvísi
loysnir enn tey stóru. Ikki
minst, tá tað kemur til vinnu
og vinnulóggávu, staðfestir
Torkil Holm Petersen.
– Televarpið er eitt fínt
dømi um eitt frálíkt føroyskt
konsept, sum vónandi kann
seljast í øðrum londum,
heldur forstjórin í Formula.
fo.
Akkurát tað, ikki altíð at
herma eftir øðrum er nakað,
sum Finn Helmer sjálvur
var inni á, tá hann var í
Føroyum. Hann segði tá, at
ætla føroyingar at yvirhála,
so er fortreytin hon, at vit
seta ferðina upp.
– Tað júst tað sum er neyð
ugt. Føroyar og føroyingar
eru so vanabundin, at tað er
ofta trupult at seta nýhugsan
í verk, sigur Torkil Holm Pet
ersen. Skemtandi lýsir hann
munin á Formula og Finn
Helmer soleiðis:
– Hygg eftir okkum á For
mula.fo og so Finn Helmer.
Vit byrjaðu báðir hvør sína
KT-fyritøku, og meðan hann
seldi altjóða KT-fyritøku sína
fyri knappar tíggju milliardir,
so er Formula nú so spakuliga
við at fáa fótin fyri seg á
altjóða marknaðinum.
– Finn Helmer er langt
síðani farin víðari, tí hann
hugsar í 100 krónuseðlum,
meðan føroyingar flestir
framvegis ofta hugsa í 10
oyrum, sigur Torkil Holm
Petersen at enda.
Forstjórin á Formula.fo um Gigabitnetið:
Mugu byrja skjótast gjørligt
– Føroyar og føroyingar skulu vera við at lyfta og menna verkætlanina, og vit skulu eisini vera við, tá verkætlanin skal seljast aðrastaðni og fáa ágóðan av tí, sigur
Torkil Holm Petersen