Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 156 - 16. august 2006 tíðindi Gunnar Hoydal og Bjørn Patursson verða í Jyllands- Posten endurgivnir fyri at siga, at mentanarpolitikkurin í Føroyum kundi verið betur stýrdur MENTANAR­ POLITKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í sambandi við Galathea 3- rannsóknarferðina eru fleiri tíðindafólk komin til Føroya hesum í døgum. Ein teirra er Carsten Ellegaard frá Jyllands-Posten, sum hevur leitað sær á gátt hjá mentanardebattørinum og fyrr­verandi býararkitekt­ in­um í Havn, Gunnari Hoydal. Tann drúgva samrøðan, sum stóð í blaðnum í gjár, viðger mentanarspurningar, og Gunnar Hoydal er rætti­ liga bersøgin, tá hann sig­ur sína hugsan um tað føroyska mentanarlívið. Hann vísir á, at mentanin var tað fyrsta, sum føroy­ing­ ar yvirtóku í sambandi við »løsrivelsen fra Danmark« (JP mistekur seg óivað við heimastýrislógina blðm.) í 1948, men Gunnar Hoydal heldur, at hetta bert hevði eitt signalvirði, tí síðani er mentanarlívið misrøkt og hevur sjálvt tikið sær av sínum viðurskiftum. Hann sigur, at politik­ ararnir eru »bekvemme« ella makligir, tí vit hava enn ikki ein defineraðan mentanarpolitikk. Hann vil vera við, at allur mentan­ ararvurin, bæði tann ítøki­ ligi og tann andaligi, ikki hevur tað gott, og um vit høvdu vit meint nakað við hetta, so høvdu vit fyri langarí tíð síðani sett ein listaskúla á stovn, har ung evnarík fólk sluppu at menna seg. Hann sigur seg síggja stórar møguleikar fyri menning í føroyska mentanarlívínum, men at tað er næstan ómøguligt at fáa hetta framt í verki. Málið Gunnar Hoydal metir, at málið er orsøkin til, at føroyingar hava varðveitt mentanarlívið og tað er á lívi, sum tað stendur í greinini. – Modersmålet er ad­gan­ gen til verden. Man kan sagtens leve med mange sprog, så dér ser jeg ingen fare. Vi taler udmærket dansk og mange forstår og taler de øvrige nordiske sprog. Det en berigelse (…) – De unge ser så op til folk som netop Eivor og Teitur, og så må vi konstatere, at de vælger engelsk som sprog. Det gør mange bands, og dermed ender de som mainstream i den store verden. Men det er glædeligt, at vi de seneste år har set en tendens til, at helt nye orkestre har færøske tekster, og at de samtidig har politiske budskaber - ikke mindst om færøsk løsrivelse - og dermed fører de en kunstnerisk tradition videre. Det er meget interessant at følge (…) – Efter den danske regerings håndtering af krisen står det klart for færingerne, at vi er på egen hånd. Der er ingen, der kommer og hjælper os, og derfor er selvbevidstheden styrket. Der er masser af optimisme og gå-på- mod i samfundet, og det afspejler sig i kulturlivet. Nu gælder det så om også at få politikerne til at indse det, verður Gunnar Hoydal endurgivin fyri at siga. Koltur Jyllands-Posten hevur eisini vitjað í Koltri, og eisini bóndin í oynni, Bjørn Patursson, finst at politikarunum fyri ikki at gera sítt til, at vera við til at varðveita gomul menatnarvirði. – Det har været håbløst. Vi har ikke midler til at bevare de i alt 25 bygninger på øen. Men nu er der måske håb for Kolturs kultur, sigur Bjørn Patursson og sipar til, at ein nevnd arneiðir í løtuni við at útvega fígging til varðveiting av bygningunum og øðrum virðum í oynni. »Der findes stort set ikke andre eksempler på et så velbevaret miljø og huse bygget efter ældgammel skik noget sted på Færøerne eller i Norden, og dermed giver bebyggelsen et særligt indblik i, hvordan nordboerne levede for hundreder af år siden. Derfor bør Færøerne som nation som en naturlig ting lægge sin del af egenkapitalen i en fond, der skal bevare Koltur, mener Bjørn Patursson. Til det formål er der beskrevet den såkaldte Koltur-vision, der en sammenfatning af de tanker, der skal føre til en genopretning af øen og give den nyt liv. Lykkes det, vil Koltur kunne fremvise færøsk bygnings- og kulturhistorie fra den første bosættelse og frem til i dag«, skrivar Jyllands- Posten í dag. Síðani Norður-landa­ húsið fekk nýggjar stólar, hava røddir verið frammi um, at t.d. klassiskur tónleikur ikki longur kann spælast í húsinum. – Tað er perfekt fyri 200, men tað er ikki so gott fyri okkum, sigur Bernharður Wilkinson, sum stjórn­ar Føroya Symfoni­orkestri um tær nýggju um­støðurnar. Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum sigur, at hetta slag­ ið av stólum verður brúkt í teim­um størstu tón­leika­ húsunum í Evropa MENTAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Fyri góðum ári síðani fekk Norðurlandahúsið nýggjar stólar í tann stóra salin í húsinum. Hetta var eins stór íløga, og eitt nú læt ein grunnur undir A. P. Møller eina millión krónur til endamálið. Men síðani hava røddir verið frammi um, at salurin ikki er eins væl egnaður til akustiskan, symfoniskan og kórtónleik, sum hann var frammanundan. Bernharður Wilkinson, sum stjórnar Føroya Symfoni­orkestri, váttar fyri Sosialinum, at akustikkurin er broyttur, síðani teir nýggju stólarnir komu inn í húsið. Hann leggur dent á, at tað eru fá hús, sum kunnu hýsa øllum sløgum av tónleiki, men sum støð­ an er nú, hóskar salurin í Norðurlandahúsinum best til tónleik, sum verður stuðl­aður av ravmagni, mikrofonum og hátalarum enn akustiskan tónleik, sum eitt nú symfoniorkestrið spælir. Bernharður Wilkinson vísir á, at sum nú er, er lítil og eingin eftirklangur í salinum, og hetta er gott, um onkur skal halda røðu í salinum, men um eitt nú kór skulu framføra har, ljóða tey, sum standa tey langt burtur. – Nú er tað betur egnað til okkurt annað slag av tónleiki. – Tað er perfekt fyri 200, men tað er ikki so gott fyri okkum, sigur dirigenturin, sum tó hevur tosað við leiðsluna í Norðurlandahúsinum um trupulleikan, og nevnt hevur verið um, at okkurt kann flytast. – Men so kann henda, at fólk einki fara at síggja, metir Bernharður Wilkin­ son, sum tó aftur fer at stjórna symfoniorkestrin­ um í næsta mánaði. Skert upplivilsi Sunleif Rasmussen, tóna­ skald, hevur sum áhoyrari í Norðurlandahúsinum eis­ini varnast tann broytta akustikkin. Hann sigur, at Norðurlandahúsið var egn­ að til akustiskan tónleik frammanundan, og hann heldur, at talan var um »miðakustikk«, sum hann nevnir tað. – Men nú er tað farið, og tónleikarar siga at tað er drepandi, serliga at venja, sigur Sunleif Rasmussen, og sipar serliga til blásarar, sum siga, at hetta fer illa við varrunum. – Hatta var ein góður salur og eitt gott millumting millum elektriskan og akustiskan tónleik, sigur Sunleif Rasmussen, og vísir á, at tá hann hoyrdi kór framføra eitt nú Requiem eftir Mozart, og tað tyktist, sum tey ikki náddu út um pallkantin. – Upplivilsið er skert, og sangararnir siga, at tað er dráp, sigur Sunleif Rasmussen, sum leggur dent á, at tað ikki eru øll tónleikasløg, sum eiga at brúka mikrofon. Spurdur, um hetta ikki er gott fyri eitt nú rokktónleikin, sigur Sunleif Rasmussen, at hann hevur ongantíð hildið, at Norðurlandahúsið egnaði seg til slíkan tónleik. – At sita í plússsofum og lurta eftir 200, har hava tey eisini rakt við síðuna av, sigur hann, og heldur fyri, at til eitt nú 200, hava fólk uttan iva heldur hug at røra seg eitt sindur meira, enn til ber í slíkum sessum. – Vit skulu eisini taka sjangrurnar fyri fult, sigur Sunleif Rasmussen, ið heldur, at tónleikur, har ravmagn krevst er tað einasta, ið salurin í Norðurlandahúsinum hóskar til nú. Okkum tørvar okkara egnu tónleikahús Ólavur Jakobsen er kendur sum guitaristur og er m.a. kendur úr Aldubáruni. Hann leggur dent á, at hann bara tosar fyri seg sjálvan og ikki vegna hansara bólk, men sigur, at ljóðið er vorðið »turrari« nú, sum hann tekur til. – Tað er ikki blivið til betri til akustiskan tónleik. Hann setir tó spurningin, hvat ein góður salur er fyri nakað, og sigur seg ikki ivast í, at ljóðið í salinum helst er vorðið lættari at stýra. Ólavur Jakobsen sigur tó, at tað helst er neyðugt hjá Norðurlandahúsinum eiisni at fáa inntøkur frá øðrum tiltøkum, eitt nú ráðstevnum, og tí áttu føroyingar at bygt síni egnu tónleikahús og ikki dúvað upp á Norðurlandahúsið. – Norðurlandahúsið er blivin ein koddi hjá okkum, sigur Ólavur Jakobsen, sum leggur afturat, at eitt nú Havnin hevur brúk fyri tónleikahúsum. Hann heldur, at komfort­ urin hjá áhoyrarunum er blivin betri í Norð­ur­ landahúsinum, men at eitt nú Symfoniorkestrið ikki fær ta hjálp frá salinum, sum tað átti at fingið. Brúkt um alt Evropa Niels Halm, stjóri í Norð­ urlandahúsinum váttar, at hann hevur frætt um sjón­ armiðini um broytingar í akustikkinum, men nakrar beinleiðis klagur ella »formuleraður kritikkur«, sum hann kallar tað, eru ikki komin á teirra borð. Sjálvur heldur hann, at húsið er blivið betri. Hann viðgongur tó, at tað ikki er hansara áskoðan, sum skal vera avgerandi fyri, hvussu ljóðið í húsinum skal vera, og tí fer hann at seta seg í samband við eitt nú symfoniorkestrið. Niels Halm sigur, at kanningar eru gjørdar av akustikkinum í húsinum, og at hesar ikki kunnu staðfesta atfinningarnar, sum akustikkurin hevur fingið. Hann vísir á, at júst hetta slagið verður brúkt í teimum størstu tónleikahúsunum kring alt Evropa. Somuleiðis sigur hann, at salurin verður totalrenoveraður, og tær stóru gardinurnar og bakteppi verða skift út. Hetta er tann mest umfatandi umvælingin í søguni hjá húsinum. Niels Halm vísir á, at tey taka kritikkin til sín, og halda eisini, at kjak eigur at vera um hetta, men at samstundis er eitt sera individuelt kjak, sum hann tekur til. – Men okkara út­gangs­ støði er, at vit hava eina skipan, sum verður brúkt um alt Evropa og at hetta fungerar optimalt, sigur Niels Halm. Akustiskur tónleikur verri umstøður í Norðurlandahúsinum Føroyskur mentanarpolitikkur fær av grovfílini