Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 156 - 16. august 2006 tíðindi Sjómenn og egnarar eru egnaðir til annað enn bert at arbeiða um­borð. Fleiri teirra duga eisini væl at mála, og nú verður eis­ini ein serstøk fram­ sýn­ing við verkum eftir hesum monnum. – Hetta fer vónandi at eggja teimum og øðr­um við at taka pensl­arnar í hond, sigur Jaspur Kruse, sum sjálvur er egnari hjá einum línubáti í Klaksvík. Sjómannadagur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kunoy: Fríggjadagin kl. 14 letur upp ein heldur sjáld­ som og óvanlig fram­sýning á Stongunum í Klaksvík. Tað er nevniliga ikki á hvørj­um degi at almenn­ing­ urin hevur atgongd til ein egn­ingarskúr – og serliga ikki, tá hesin er umskapaður til ein listaskála. Í samband við Sjó­manna­ dagin hava menn fyrireikað eina framsýning av listar­ verk­um, sum sjómenn og egnarar hava latið úr hond­ um. Júst hvussu mong listar­ verk­ini verða er ikki greitt enn. Men lítil ivi er kort­ ini um, at tey vera væl omanfyri 30, tá til stykkis kemur. – Nógvir av málningunum verða av skipum, bátum og øðr­um, sum hava beinleiðis við sjólívið at gera. Men talan verður kortini eisini um myndir av landsløgum og slíkum, sigur ein av stig­ takarunum, Jaspur Kruse úr Kunoy. Sjálvur fer hann at hava fleiri málningar við á fram­ sýningini, m.a. av bát­inum hann egnir hjá og tí skip­ inum, hann í síni tíð átti, saman við einum øðr­um manni. Umframt Jaspur verða fimm aðrir mans við. Felags fyri teir allar er, at teir hava havt við sjóvinnu at gera so ella so, – og sjálvandi at teim­um hevur dámað væl at mála. Framsýningin í egn­ing­ar­ skúrunum á Stongunum er opin alt vikuskiftið. Í røttum umhvørvi Jaspur, sum herfyri fór um tey seksti, byrjaði at mála longu sum smádrongur. Hann er ættaður av Eiði, men hevur búð í Klaksvík og nú í Kunoy, og var lítið meiri enn 11 ára gamal, tá hann fyrstu ferð byrjaði at mála. Síðani tá er tað vorðið til fleiri málningar í ym­isk­ um støddum. Men spenn­ andi avbjóðingina og fram­ sýningina, sum nú stendur fyri framman, hev­ur hann ikki roynt áður. Og neyvan nakar av hinum listar­fólk­ unum heldur. Hugskotið um eina fram­ sýning við sjómonnum í ein­um egningarskúri í fiski­­vinnuhøvuðsstaði okk­ ara spratt eisini úr ein­um práti millum tveir mans við áhuga fyri útróðri í ein­ um egningarskúri á Stong­ unum. – Formaðurin í okkara egn­ingarskúri – Alexandur Joensen – og eg komu ein dag í prát um komandi sjó­ mannadagin. Út frá hesum práti spratt so hugskotið um eina listaframsýning við sjómonnum. – Við hesi framsýningini ynskja vit at geva okkara íkast til umfatandi skránna í samband við dagin, sigur Jaspur Kruse. Sjálvur fer hann at hava nakrar myndir við, m.a. av línubátinum Bragd, sum hann egnir hjá, og av Turid, sum hann sjálvur átti í síni tíð saman við Hans Paula Purkhús. – Jú, hetta verður ein fjøl­ broytt framsýning, lovar hann. Sjómanstak Jaspur hevur havt mong ár bæði á sjógvi og á landi. Og hann kennir tí væl til støðuna hjá sjómonnum. – Tað verður ofta tosað um tað, at tær bestu løturnar hjá einum sjómanni eru tær, sum hann hevur fyri seg sjálv­an umborð á skipi. – Hesar løturnar kunnu nýtast til ymiskt. Men tað er als ikki óvanligt at síggja menn sita fyri sjálvar og tekna, greiðir Jaspur frá. – Sjómenn duga annað enn at rætta tong og taka sjó­ manstak! Hann bæði var og er tí av teirri sannføring, at tað eru fleiri sjómenn sum duga at mála meiri enn bert til húsbrúks. Og tí verður nú skipað fyri hesi – helst fyrstu – framsýningini av slík­um slagi. Hon letur upp fríggjadagin kl. 14 og er opin til út á sunnu­dagin. Víðakendur Jaspur ynskti at fáa fatur á so nógvum monnum sum tilbar. Hann ringdi til fleiri teirra, sum høvdu verið sjó­menn ella egnarar og spurdi, um áhuga teirra at vera við í framsýningini. Teir játtaðu beinanvegin! – Tá eg spurdi teir, so var einki við at teir søgdu „ja, kanska“ ella okkurt tílíkt. Nei, eg merkti á teimum, at teir vóru sera fegnir fyri henda møguleikan. – Nógvir teirra hava mál­ að í nógv ár, men hava aldrin lut­tikið á framsýningum áður. Tað tyktist sum teir vóru fegnir um, at nú kundu onnur fólk síggja tað, sum teir høvdu málað, greiðir Jasp­ur frá. Vónin hjá Jaspuri og hin­ um er, at aðrir sjómenn fara at gera vart við seg, soleiðis at teir kunnu hava eina enn størri og fjølbroyttari fram­ sýning komandi ár. Teir eru vitandi um ein eldri mann úr Skúgvi – Hanus Skálagarð – sum hevði sítt serøki í at mála skip. Hann var upprunaliga sjó­maður, men er í dag eitt kent listarnavn í USA. Um nakar av sjó­monn­ unum og egnarunum í Klaks­vík koma so langt, tað vil tíðin bert vísa! Eitt arbeiðspláss Eitt er tað geniala hugskotið at geva sjómonnunum henda møguleikan at sýna verk síni fram. Annað er so sjálvt staðið, har fram­ sýningin verður. Ætlanin er nevniliga at hava framsýningina í trim­ um av egningar­skúr­unum norð­ar­laga á Steng­ar­ brúnni. Í hesum døgum er lítið lív í egningini, tí menn bíða eftir at fiskiárið skal byrja. Van­ligt hevur tí verið at skúrarnir verða málaðir og hampaðir hesa tíðina. Tað eru teir eisini gjørdir í ár, og tí eru umstøðurnar tær bestu og tær røttu til eina slíka listaframsýning, tá latið verður upp fríggja­ dagin. Í hesum sambandi fáa fólk somuleiðis møguleika at síggja, hvussu ein slíkur egn­ingarskúrur sær út. Her verða tí eisini stampar, agn­ skerimaskinur og slíkt at síggja, umframt tey mongu listarverkini. Alt í alt er lagt upp til eina spenn­andi framsýning við sjó­monnum, um sjólívið og fyri øll tey, sum hava áhuga í málningalist. Seks sjómenn sýna fram Á framsýningini í teimum trimum egningarskúrunum á Stongunum verða seks mans við. Óhugsandi er ikki at enn fleiri verða við. Teir seks sum við vissu verða við eru hesir: • Adolf Johannesen úr Hósvík • Sigmund Andreassen úr Vági • Tórur Andreasen sum er búsitandi í Danmark • Livar Nysted úr Hvannasundi • Sørin Petersen úr Klaksvík (deyður) • Jaspur Kruse úr Kunoy FAKTA Hugskotið um eina framsýning við sjó­ monn­um í einum egningarskúri í fiski­ vinnu­høvuðsstaði okkara spratt burtur úr einum práti millum tveir mans við áhuga fyri útróðri í einum egningarskúri á Stong­ unum í Klaksvík ” Jaspur Kruse hevur málað síðani hann var barn. Henda verður kortini neyvan við á fram­sýn­ ing­ini til Sjómannadagin um vikuskiftið, tí sum hann sigur: – Seglini eru heldur stív. Eg má fáa meiri lív í tey! – Tað er fleiri sjómenn sum duga væl at mála, sigur Jaspur Kruse úr Kunoy. Her sýnir hann fram ein málning av línubátinum Bragd úr Klaksvík, har hann sjálvur er fastur egnari Sjómenn duga annað enn at rætta tong