Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 156 - 16. august 2006 Sambandssøga – sum lundi á jólanátt Fríggjadagin kemur út forkunnug bók – um søguna hjá Føroya elsta politiska flokki, S­­am­ bands­flokkinum. Tað er søgufrøðingurin Anja Andreassen, sum hev­ur skrivað bókina um flokkin, sum altíð hevur verið tann »skikkiligi flokkurin« í føroyskum pol­ i­tikki, sum hon málber seg. Hon sigur í viðtali við Sos­i­alin í gjár, at »tað hevði kanska verið meira saft og kraft í at skrivað um Jóannes Patursson...«, meðan hon hevur valt, at bókin mest skal snúgva seg um, hvat sambandsfólk hava sagt og skrivað ta seinastu øldina. Tað verður uttan iva áhugaverdur lesnaður, tí føroyska søgan, sæð úr einum sambandssjónar­ horni er forkunnug – ella sum lundi á jóla­nátt. Utt­an at leggja tað sum last fyri nakran, so er tað so – so sum høvundurin nevnir – at sjálv­ stýr­issinnaðu hava merkt søguskrivingina mest. Til­vitað ella ikki so er tað tann søgan, sum fólk­a­ skúl­in í stóran mun hevur brúkt sum grund­arlag fyri søguundirvísingini, og harvið er tað eisini grund­ar­lagið fyri søgufatan føroyinga sum heild. Tað skal altso ikki leggjast nøkrum til last, at skriv­aða søga okkara hellir á annan ríkisrættarliga veing­in, tí sambandsfólk ella javnaðarfólk ella onn­­ur hava sjálvsagt havt sama rætt og sama møg­ u­leika at skriva søgu, sum sjálvstýrisfólk. Men vit eiga bara at verða tilvitað um støðuna – og tað er ikki vist, at vit øll eru tað. Kanska eru vit ov skjót at glorifisera ávísar rørsl­ ur og farnar persónar? Vit hava skapt okkum nógv­ ar hetjur, bæði í nýggjari og eldri føroyskari søgu – og altíð er talan um menn (altíð menn!) sum skara fram úr onkursvegna á sjálvstýrisveingin­ um. Kanska vit stara okkum blind upp á ávís evni hjá hes­um monnum, meðan aðrar síður – kanska í øðr­um samanhangi daprari síður, elegant verða gloymd­ar? Hvussu er og ikki, so verður tað eitt áhugavert í­kast í føroyska politiska søgu – sum kanska eisini fer at birta eitt tiltrongt kjak um søguskriving og javn­v ág, nú Sambandsflokkurin gevur út søgu sína. Vit skulu sjálvandi hava í huga, at hetta er ein bók um sambandsfólk og teirra hugsjónir, nú flokk­urin verður 100 ár. Men er hetta á einum vís­ ind­a­lig­um støði, ið kann góðtakast, so hava aðrir flokk­ar nakað at læra. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tann nógv umrødda føroyska presisheitin hevur í áravís verði eitt eyðkenni fyri SVF og eingin í leiðsluni á SVF tekur seg um reiggj, fyri at stoppa hesari líkasælu, tá ið tað ræður um at halda klokkutíðirnar. Tit halda hyggjararnar fyri háð og spott, tá ið tit lata teir sita og bíða frammanfyri skermin har einki hendur, sjálv um klokkutíðin sigur nakað annað. Minsta mark av sømuligheit er, at tit søgdu hvat var galið, ella skrivaðu tað á skermin, so hyggjarin ikki sat sum ein idiotur og bíðaði eftir sendingini. Umberingar kunnu ikki brúkast til nakað sum helst, stjórin hevur ábyrgdina, hann fær sína løn fyri tað og kann hann ikki klára uppgávuna, má annar stjóri finnast. SVF heldur hyggjarin fyri háð og spott Finnleif Guttesen NMT 450 skipanin endaliga sløkt Ætlanin hjá Føroya Tele var, at NMT skipanin skuldi nið­ ur­leggjast 1. januar 2006. Grundgevingarnar vóru, at lond­ini kring okkum høvdu gjørt tað sama og bert Ísland fram­haldandi hevði hesa skip­an virkna, tí fing­ ust held­ur ongir eykalutir. Dýrt og trupult er at reka fleiri ymiskar skipanir og mett varð, at nú var GSM- skipanin so væl útbygd, at hon var landsumfatandi. Løgtingsmaður Sjálv­ stýr­is­floks­ins hevur gjørt tað sum gerast kundi, fyri at halda NMT-skipan­ina virkna, til útbyggingin av VHF skipanini varð liðug. Havi havt brævasamskifti við landstýrismannin í fisk­ i­vinn­u­málum, sum hevði sín positivt virkna leiklut í, at skipanin varð virkin 6½ mánað longri enn ætlað. Men tíðliga mánamorgunin 17. juli 2006 varð NMT- netið sløkt og í samrøðu við landstýrismannin í vinn­ u­málum havi eg fingið stað­ fest, at tað er endaliga. Enn er VHF-skipanin ikki fullfíggjað, og støð eru eisini, har ikki fæst samband við GSM. Mín metan er, at NMT 450 átti ikki at verðið nið­ur­løgd, fyrr enn GSM- avloysaraskipanin varð eins góð ella betri, og at VHF netið varð fult útbygt. Her gerst ikki meira, men tað áliggur politiska myn­d­ug­leikanum at játta nóg mikið av peningi á fíggjarlógini í ár til at fram­skunda uppseting og liðugtgerð av VHF-net­i­ num, so hetta stendur liðugt áðr­enn ov langt er liðið út á árið 2007. Løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Kári p. højgaard Teitur umboðar sítt friðarliga ættarlið við lagnum Louie Louie, skrivar týskur ummælari, ið lovprísar føroyska sangaranum. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eins og føroysku og donsku fjølmiðl­ar­nir gjørdu, tá Stay Under The Stars hjá Teiti kom út í hesum londum, eru týsku miðlarnir nú farnir undir at lovprísa fløguni. Týska heim­a­síðan promoshow.de hevur fingið hendur á stak­ fløg­uni til Louie Louie, ið umframt Louie Louie hevur løgini I Run The Car­ousel og Thief About To Break In. Í ummæli av fløguni eru lovorðini stór. M.a. skrivar ummælarin, at hóast langt er úr Før­oy­ um til New Orleans, bæði landafrøðiliga, ment­an­ar­ liga og klimatiskt, so krevur tað einans ein listamann við eini visión fyri at støðini tykjast undurfult nær. Hesin listamaður eit­ur Teit­ur og sangurin eit­ur Louie Louie. Síðan greið­ ir um­mælarin frá um Teit og um upprunan til sangin Louie Louie, ið er ein á­heit­ an á Louie Armstrong um at koma aftur og bjarga okk­ um við tónleiki. Áðrenn hann endar við at hug­leiða um regluna í Louie Louie: “Please come back to the quiet generation, we don’t have any representation”, og spyr um Teitur ikki júst við hesum lagnum og fløg­ uni Stay Under The Stars um­boðar sítt friðarliga ætt­ ar­lið. Teitur var í farnu viku í Týsklandi og gjørdi sam­ røð­ur við nógvar týskar fjøl­miðl­ar í sambandi við út­gáv­una av Stay Und­er The Stars, sum kemur út har 17. september, so hetta er ivaleyst ikki síðsta grein um føroyska sangarin og sang­skriv­aran í týskum miðl­um. Týsku fjølmiðlarnir hita upp til Teitur útgávuna