Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 16. august 2006 11 tíðindi Alt bendir á, at svenska ríkisdagsvalið í næsta mánaði verður sera spennandi, og hvørgin parturin torir at kanna sær sigurin VAL Í SVØRÍKI Árni Joensen arni@sosialurin.fo Eru tær seinastu velj­ara­­kann­ ing­ar­nar eftirfarandi, eru dag­arnir hjá Gøran Persson sum forsætisráðharra farnir at fækka. Fyri nøkrum døg­um síð­ ani vísti ein kann­ing, sum kanningarstovn­ur­in Sifo hevði gj ørt fyri Da­g­­­ ens Nyheter, at teir borg­ar­ligu Moderaterna, Krist­en­dem­o­ krat­erna, Centerpartiet og Folk­partiet fara at fáa 50,5 prosent av atkvøðunum tann 17. september, meðan Sos­i­al­demokratarnir og teirra stuðuls­flokk­ur, Vinstr­ a­flokk­urin og Um­hvørv­is­ flokk­ur­in, fáa 45,8 prosent. Sama dag kunngj ørdu sjón­varpið TV4 og blaðið Expressen eina kanning, sum vísti at kalla sama úrs­ lit. Báðar kanningarnar vístu somu gongd. Undirtøk­an hjá Sosialdemokratu­num mink­ar, meðan undirtøk­ an hjá teimum borgarligu flokk­­unum veksur. Halda kanningarnar, fær sosialdemokratiski flokk­ ur­in 34,6 prosent, og tað eru trý prosentstig minni, enn flokkurin fekk í einari tilsvarandi kanning fyri tveim­um mánaðum síðani. Øvugt er hjá tí stóra borg­ arliga flokkinum, Mod­e­r­a­t­ erna, sum eftir kanningunum fær millum 27 og góð 30 pro­sent. Tað er næstan tvær ferðir meiri, enn flokkurin fekk á valinum fyri fýra árum síðani. - Hetta er ikki so álv­ ar­samt, sum tað kann tykj­ast, sigur skrivarin í sosialdemokratiska flokk­i­ num, Marita Ulvskog, við Dagens Nyheter. Hon sigur, at tað hevur altíð verið so, at Sosialdemokratarnir hava verið í einum aldudali eft­ir summarfrítíðina, og tí er hon ikki so skelkað av kann­ingarúrslitunum, sigur hon. Upp og niður Tað er einki at siga til, at teir politikararnir á báð­ um síðum aftra seg við at siga so nógv um velj­ar­a­ kanningarnar, tí tað seinasta ár­ið hava úrslitini verið sera ymisk. Eitt skifti í fjør var und­irtøkan hjá teimum borg­ ar­ligu flokkunum um­leið tíggj u prosent størri enn hjá hinum, men so vendi rákið, og fyri nøkrum mánaðum síðani bendu kann­ing­ar­nar á, at sitandi stjórn­ar­sam­ gonga fór at vinna. Men nú er vágskálin aftur broytt. Hetta vísir, at tað eru ó­vanliga nógvir veljarar, sum ikki hava tikið støðu enn, og tí leggj a allir flokk­ ar dent á at fáa fatur á teimum mongu, sum enn ivast, og hendan kappingin fer at standa við líka til valdagin. Undir valstríðnum hevur Gø­r­an Persson brúkt slag­ orð­ið »Det går bra for Sve­ r­ige«, og tað tykist eisini, sum at mong hava hug at geva honum rætt í tí. Sam­ stundis kann hann vísa á, at undir hansara leiðslu hevur Svøríki havt støðug politisk viðurskifti tey seinastu tíggj u árini. Styrkin hjá teimum borg­ ar­ligu til júst hetta valið er, at flokkarnir tykjast vera so samdir sum kanska ongantíð áður, og tað ger, at teir eru ein størri avbjóðing til vinstravongin enn fyrr, skrivar Dagens Nyheter. Loyniligt valstríð At tað tykist standa næstan á jøvnum ímillum teir báð­ar partarnar ger, at val­ stríðið er øðrvísi enn fyrr. Eitt nú ber als ikki til at fáa at vita, hvat ein av odd­ a­politikarunum verður í næstu viku. Nei, tað verður dult sum mansmorð, fyri at mótparturin ikki skal fáa høvi til at gera nakran mótleik. - Soleiðis er tað, tá tað er so javnt, sigur talskvinnan hjá Moderaterna, Ulrika Schenstrøm, við TT-tíð­ind­ a­stovuna. Vanliga plaga sviar at vita, hvar forsætisáðharrin er, og teir plaga at fáa at vita í góðari tíð, hvar hann ferðast, men soleiðis er ikki í hesum døgum. Nú verður ferðaætlanin hjá honum ikki almannakunngj ørd fyrr enn í fyrsta lagi tríggj ar dagar, áðrenn hann fer úr Stockholm. Tann almenna frágreiðingin er, at tað er neyðugt at vera var­in í einum landi, har bæði ein forsætisráðharri og ein uttanríkisráðharri eru vorðn­ir myrdir. Men tann veru­liga frágreiðingin er, at ferðaætlanin verður duld, so kappingarneystarnir ikki fáa ov góðar stundir til at umráða seg. Fyrrverandi politiski blað­ stjór­in á Svenska Dagblad­et, PJ Anders Linder, skrivaði fyrr í vikuni, at Gøran Pers­ son kann fáa somu lagnu sum Kjeld Magne Bondevik fekk í Noregi, tá hann bleiv sóp­að­ur av pallinum. Men tað er als ikki vist kortini, legði hann afturat. Úrslitið í 2002: Sosialdemokratarnir 39,8 prosent Umhvørvisflokkurin 4,6 prosent Vinstraflokkurin 8,3 prosent Moderaterna 15,2 prosent Folkpartiet 13,3 prosent Kristendemokraterna 9,2 prosent Centerpartiet 6,1 prosent FAKTA Tapir Persson, verður formaðurin hjá Moderaterna, Fredrik Reinfeldt, næsti svenski forsætisráðharrin. Valið í september kann gerast tað seinasta hjá Gøran Persson. Myndin er tikin í Havnar Kirkju í augustmánaði í fjør, tá Føroyar á fyrsta sinni høvdu svenska forsætisráðharravitjan Mynd: Eirikur Lindenskov Sviar svíkja Persson