Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 156 - 16. august 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Í sambandi við at Balsev í Hoyvík fyllir hundrað ár, verður stór móttøka á økinum hjá fyritøkuni leygardagin 19. august TÍÐINDASKRIV 1906 stovnaðu tveir ungir menn umboðsvirkið, Balslev og Goos, í Keypmannahavn. Goos fór til Føroyar og Íslands fyri at knýta hand­ils­ sambond, og millum annað grundløgdu teir á Siglufirði Íslands fyrstu sildaolju verksmiðju. Hugsan teirra var at stovna eitt firma nakað sum Østasiatisk Kompagni og Det Baltiske Kompagni, um ikki so stórt sum tey. Virksemið skuldi serliga vera í teimum norðuratlantisku londunum. Hetta gjørdist so við og við til stórt og heldur fløkt handilsvirksemi, sum fyri ein part mátti lúta fyri tí stóru niðurgangstíð, ið kom aftan á fyrra heimskríggj. Hetta var støðan, tá ið Jørgensen, stjóri, í 1927 varð sendur til Føroyar at lata deild upp her. Tað varð byrjað í smáum, í einum høli á Hotel Thorshavn. Seinni fingu vit hølir í Vágsbotni, har vit vóru til mitt í 30- unum, tá ið stórur goymslu og skrivstovu-bygningur varð bygdur á tí nýggju bryggjuni við Eystaru vág. Virksemið øktist nógv hesi árini við heilsølu, kol- og timburhandli, og seinni legðist virksemi í samband við fiskiskap aftrat. Saman við A.P. Møller rak felagið tvær fransaskonnartir, Maritè og Lieutenent Vedri­ nes, umframt trý smærri skip, so tað var mangur sjó­ maður, ið fekk avrokning á skrivstovuni hjá Balslev hesi árini. Onkuntíð í 50-unum bleiv reiðaravirksemið selt frá, og seinast í 60-unum bleiv heilsølan eisini seld, tí at leiðslan helt, at tað var neyðugt at laga seg eftir teimum stóru sam­ felagsbroytingum, ið stóðu fyri durum. Í 1979 flutti timburhandilin niðan til Hoyvíkar í ein 3000 fermetrar stóran bygning á einum 10.000 fermetra stórum øki. Seinni, í 1989, lat á sama stað Føroya fyrsta byggibúð upp við 1.500 fermetrum. Síðani er støðugt útbygt, soleiðis at umstøðurnar í dag eru fram­úr góðar á í alt 25.000 fermetrum, harav 6.500 eru undir taki. Á nýggjasta økinum, ið er tikið í nýtslu í summar, er ætlanin at hava bingjupláss og goymslu av betonvørum o.ø.. Í tí sambandi er ein nýggj­ur trukkur keyptur, ser­liga til bingjur, og kemur hetta at lætta munandi um, soleiðis at Balslev til eina og hvørja tíð kann nøkta allan tørv á byggitilfari. At alt er á sama stað gevur stórar fyrimunir fyri kundarnar, um­framt at starvsfólkið skjótt og greitt kann avgreiða allar ordrar. Balslev, sum í dag ger seg galdandi sum eitt sera tíðarhóskandi og leiðandi virkið á sínum vinnuøki, gevur arbeiði til 40-45 fólk (heiltíðarstørv), og kom­ andi miðvísar íløgur fara framhaldandi at tryggja felagnum eina sterka støðu í føroyskari byggivinnu. Í sambandi við 100 ára dagin, verður stór móttøka á økinum hjá Balslev leyg­ ar­dagin 19. august frá kl. 14.00 til 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Balslev á Eystaru bryggju BALSLEV 100 ár Loftmynd av Balslev í Hoyvík Gomul mynd av skrivstovuni hjá Balslev á Eystaru bryggju