Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 16. august 2006 13 Jógvan Simonsen við Tváttá, Sandavágur, andaðist á Ellisheiminum týsdagin 15. august, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Mikkjal Petur Jacobsen, Porkeri, fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi mikudagin kl. 17.30. Jarðarferðin verður úr Betania hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Zarepta, konto í peningastovninum. Borghild Holm Joensen andaðist í heiminum í Vallalíð, 14. august, 89 ára gomul. Farið verður frá Vallalíð hóskvøldið kl. 17. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 13 úr Sion í Kollafirði. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður, at kæra móðir, vermóðir, omma og langomma okkara Borghild Holm Joensen í Kollafirði, fødd 17. januar 1917 andaðist á heiminum í Vallalíð mánadagin tann 14. august. Kistan fer frá Vallalíð hósdagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Zion í Kollafirði fríggjadagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Andrias, Marita og Jóannes Kunngjørt verður fyri ætt,vinum og kenningum, at okkara kæri vinur, pápi, verpápi, abbi og langabbi Olivur Veihe Sundberg ættaður úr Porkeri andaðist á Østergård pleyguheim Rude sunnudagin 13. aug. 84 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Holsteinborg kirkju, 4243 Rude týsdagin 22. aug. kl. 13.00. Familjunnar vegna Elma, Naomi og Leo Dagurin í morgin 17. august. Annaðhvørt tann Anastasius, sum var biskupur í Terni í Italiu í 6. øld ella ein Anaststius, ið doyði sum pínsluváttur í Persiu umleið ár 620. Mikudagin 16. august fyllir Dávur Davidsen í Tjørnuvík 95 ár. Dávur í Tjørnuvík, sum hann vanliga verður nevndur, er ein livandi legenda. Hóast høga aldurin er hann framvegis væl fyri, er skemtingarsamur, og sjald­ sama góðu frásøgu­evnini hevur hann enn. Eftir eitt sera virkið og hendingaríkt lív hevur hann nógv at siga frá. Dávur er tjørnuvíkingur í báðar ættir, hann er triðelstur av teimum 7 børnunum hjá Jensinu, f. Jensen, Frammi á Grønagarði, og Hans Jacob Davidsen, Yvir á Húsbaki í Tjørnuvík. Elst av systkjunum var Jens Pauli, sum giftist við Stinu úr Tjørnuvík, tey bygdu í Nesvík, Katrina, giftist við Hans Jacob Ellingsgaard, trúboðara á Eiði. Síðan er tað Dávur, Elsebeth, giftist til Eiðis við Poul Poulsen, Karolina, giftist við Jens Poulsen, bónda í Hósvík, Olga, giftist við Hans Olsen úr Haldórsvík, tey búsettust á Skála, og yngstur var Hans Olaf, sum var ógiftur og búði í Tjørnuvík. Umframt Dáva eru tvær systrar á lívi í dag: Karolina býr á eldrasambýlinum í Kollafirði, og Olga býr hjá dóttrini á Skála. Í 1926 fór Dávur 14 ára gamal til skips, á Eystur­ landið við Havgásini, sum hvørki hevði motor ella stýrihús. Hann hevur verið við mongum skipum og róð út bæði í Føroyum og Ís­landi. Hann hevur fiskað kring Føroyar og Ísland, í Grønlandi, við Bjarnoynna og Svalbarð. Í fjør kom út bókin “Dávur í Tjørnuvík: Lívssøga 1911- 1937”, sum Sveinur Ísheim Tummasson hevur skrivað. Í bókini greiðir Dávur frá, tá hann og ein annar tjørnu­víkingur stjóraðu allar sekstan menninar av Blith­some, sum fórst á Kappanum í 1935 í einum tí ringasta ódnarveðri, sum menn vita um. Hetta verður mett sum eitt stórt bragd. Dávur er sera takksamur fyri, at fólk tóku so væl ímóti bókini, tí sum hann sigur: “Hon er ikki fíggjað av nøkrum almennum grunni, tað er ikki ein skattakróna í henni.” Eftir ætlan kemur annað bind um Dáva út í næstum. Dávur arbeiddi eisini í fleiri ár í Íslandi, har hann treivst sera væl og knýtti nógv vinarbond, sum hava hildið til dagin í dag. Dávur metir Ísland sum sítt annað heimland. Í mong ár var Dávur ar­beiðsformaður hjá kommununi, og hann stóð fyri nógvum av teimum stórarbeiðum, sum gjørd eru í bygdini. Hann var eisini vegformaður í sambandi við vegin til Tjørnuvíkar, men sum kommunustýrislimur fyri Haldórsvíkar kommunu hevur hann verið heitur talsmaður fyri, at ein tunnil kemur ístaðin fyri vegin, sum nú er. Hann sigur skemtandi, at nú angrar hann, at hann ikki stillaði uppaftur, tá hann legði frá sær sum 84 ára gamal, tí so hevði tunnilin helst verið komin nú. Hann var kommunustýrislimur í heili 56 ár. Dávur var ein av stig­takar­ unum og fyrsti stjórin á flakavirkinum í Haldórsvík, sum varð tikið í nýtslu í 1975. Dávur giftist við Onnu Elisabeth, f. Heinesen, ættað úr Tjørnuvík. Hon doyði 20. september 1993, 84 ára gomul. Anna Elisabeth og Dávur fingu 5 børn, tey eru: Alisa Andreasen, sum býr í Tjørnuvík, Heinina Fossa­dal og Jannvá Hansen, sum búgva í Haldarsvík, Hensia, sum býr uttan fyri Keypmannahavn, og Hildi­ brandur, sum býr í Tjørnu­ vík. Abbasonurin, Birgir Davidsen, sum í dag býr í Hoyvík, vaks upp sum sonur í húsinum hjá Onnu Elisabeth og Dáva í Tjørnuvík. Higartil hevur Dávur fingið 18 abbabørn og 36 langabbabørn. Føðingardagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Tjørnuvík fríggjakvøldið 18. august. Dávur Davidsen 95 ár Dávur Davidsen. Tað sigur nakað um mannin, at tá vit ringdu til at fáa upplýsingar um føðingardagsbarnið, troppaði hann sjálvur upp á redaktiónini. Tá var hann komin til Havnar at gera ørindi í sambandi við føðingardagin. Dávur hevur sjálvur skipað fyri øllum, og hann gleðir seg sum eitt barn til veitsluna Mynd: Magnus Gunnarsson Lesið Sosialin - so eru tit við