Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Avtala er gjørd við eitt felag um at byggja handilsmiðstøðina í Gøtudali. Tað verður felagið, CN-Bygging, sum kemur at standa fyri byggingini. Miðj­ að verður eftir, at mið­ støðin letur upp til jóla­søluna í 2007 Handilsmiðstøð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gøtu kommuna er nú far­ in undir útgrevsturin til handils­miðstøðina, sum skal byggjast í Gøtudali. Poul Arne Jacobsen, sum er ein av stigtakarunum til handilsmiðstøðina, fegnast um, at spakin nú er settur í. – Ætlanin er, at økið skal verða liðugt planerað og klárt hjá okkum at fara inn á 20. oktober. Vit miðja fram­vegis eftir, at ætlaða handils­miðstøðin letur upp til jólasøluna í 2007. Stórur áhugi Hann sigur, at stórur áhugi er at sleppa inn í handils­ miðstøðina at handla, og nú spakin er settur í, hava teir merkt ein uppaftur størri áhuga. – Nú eru tað ikki bara fólk, sum ynskja sær at hava handil í miðstøðini, sum venda sær til okkara, men eisini fólk, sum bein­ leið­is ynskja at verða við í bygg­ingini. Tað, sum Poul Arne sip­ar til, er, at áhugi er fyri bein­ leiðis at sleppa at byggja upp í handilsmiðstøðina, eins og ætlanin er, at Alu- Plast og Leif Mohr skulu hava tilbygningar, sum eru íbygd­ir miðstøðina. – Tað er Teknistovan í Gøtu, sum ger tekningarnar, men sum tíðin er liðin, eru ym­isk­ar broytingar framdar. Tó er tað upprunaliga ætlan­ in, sum er karmurin um verk­ætlanina. Poul Arne sigur, at í løt­ uni er ikki heilt greitt, um Leif Mohr fer at byggja ætlaða bygningin – ella, um fyritøkan kemur inn í sjálva handilsmiðstøðina. Grundøkið, sum vit hava í Gøtudali, er 13.120 fer­ metrar, og gólvvíddin í samlaða „kassanum“, sum hann tekur til, verður út við 8.000 fermetrar. – Handilsmiðstøðin hjá okkum verður 2.900 fer­ metrar, og tilbygningarnir verða 1.300 fermetrar hvør. Poul Arne sigur, at park­ er­ingsviðurskiftini verða so góð, sum yvirhøvur til­ber – við ikki færri enn 260 park­eringsplássum. Avtala um bygging Avtala er longu gjørd við eitt felag um at byggja handils­miðstøðina í Gøtu­ dali. Tað verður felagið, CN- Bygg­ing, sum kemur at standa fyri byggingini. Poul Arne sigur, at enn eru ikki allar súður syftar, og enn er ikki vist, at onkrar broyt­ingar ikki verða gjørd­ ar í verkætlanini, men tað verð­ur hetta felag, sum fer at byggja handilsmiðstøðina. – Hóast stórur áhugi bæði er fyri at sleppa inn í miðstøðina at handla – og at verða við í eini enn størri bygging, so halda vit okkum til upprunaligu ætlan­ina – við møguligum smærri broytingum. Hann vísir á, at byggingin, sum ætlandi fer í gongd til heystar, er eitt fyrsta byggi­ stig. – Vit hava longu sett út í kortið eitt byggistig aftrat, men tað verður so hetta, sum nú fyriliggur, ið byrjað verður við, sigur hann. Poul Arne hevur ikki hug at tosa um, hvussu nógv handils­miðstøðin fer at kosta at byggja, og hetta hong­ur eisini saman við møgu­ligum broytingum. Hann hevur heldur ikki hug at tosa ítøkiliga um, hvørj­ir handlar verða í mið­ støðini, men sigur, at talan verður um eitt breitt úrval av handlum og tilboðum. – Men í handilsmiðstøðini verð­ur so ein stórur mat­ vøruhandil, umframt handl­ ar við klæðum, skógvum og ymiskum elektriskum tól­um. Poul Arne sigur, at nógv ymisk og áhugaverd leigu­ mál eru upp á tal, sum støða skal takast til. – Vit vilja hava eitt breitt útboð av handlum, so hesir kunnu ”supplera” hvønn annan, soleiðis at handils­miðstøðin kann draga so nógv fólk til sín sum gjørligt. Haraftat seta vit trivnaðin í hásæti, sigur hann. 150 fólk Poul Arne Jacobsen hev­ ur áður sagt, at handils­ miðstøðin fer at rúma um­leið 10-12 handlum um­framt skrivstovum og mat­stovu undir sama taki. – Mett verður, at eini 150 fólk fara at arbeiða í handl­ um, skrivstovum og innan tænastuvinnuna. Í bygdaráðnum í Gøtu vænta tey, at handils­mið­ støðin í Gøtudali fer at fáa stóran týdning fyri Gøtu kommunu og økini rundan um kommununa. Framtíðin krevur, at handils­lívið verður savnað um viðskiftafólkini. Men slíkt virksemi setir eisini krøv til kommununa, eitt nú við góðum umstøðum til fólk, ið ynskja at seta búgv, ansingarpláss og frí­ tíð­araktivitetir. – Undir slíkum umstøðum hev­ur tað stóran týdning við góðari tilrættalegging, siga tey í Gøtu kommunu. 14 Nr. 156 - 16. august 2006 Spakin settur í til handilsmiðstøð í Gøtu Í næstum verður atløgu­ bryggjan í Nes komm­unu økt við um­leið 100 metr­ um. Tað veit heima­síðan hjá komm­un­uni at siga Havnabygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á almennum bygdaráðsfundi í Nes kommunu miðskeiðis í juli av­gjørdi eitt samt bygdaráð at fara undir at byggja einar 100 metrar av nýggjari atløgubryggju. Nýggja atløgubryggjan skal ger­ast framvið grótkastinum, sum liggur einar 60 metrar norð­ an­­fyri ferjuleguna og norður ímóti Ísvirkinum. Dýpið framvið nýggju atløgubryggjuni verður um­leið 8 metrar. Tað er J&K Petersen, sum skal gera arbeiðið fyri kommununa. Prísmetingin er umleið 7,4 mió krónur. Á heimasíðuni hjá kommununi verður víst á, at ógvuliga stórur aktivitetur er við havnalagið á Toftum. – Havnin hevur umleið 1.150 vitjanir um árið. Hetta eru før, sum eru 50 tons og størri. Har­ afturat eru umleið 5.500 bát­ar og smærri deksfør, sum árliga vitja Tofta havn. Fiskamarknaður Føroya, Land­ ingarmiðstøðin og Kassa­mið­ støðin liggja við Tofta havn, og tøk atløgusíða frammanfyri hesi virkir er 320 metrar, har dýpið er 6-8,5 metrar. Ísur verður útflýggjaður til skip og vinnuna á landi. Tøk at­løgu­ síða við Ísvirkið er 85 metrar, har dýpið er 4-7,5 metrar. Á havnalagnum eru eisini fiska­ virkini, Føroya Fiskavirking, P/f Val­halla, P/f Snodd, P/F Greipan og maskinverkstaðurin, SD-Bed­ ing. – Við nýggju atløgubryggjuni verða arbeiðsumstøðurnar í Tofta havn munandi betri, sigur Nes komm­una á heimasíðuni. Nes kommuna byggir nýggja atløgubryggju Her verður avtalan um økið til handilsmiðstøðina í Gøtudali undirskrivað, fv.: Hans Jørgen Djurhuus, Poul Arne Jacobsen og Páll Isholm, sum tá var borgarstjóri í Gøtu kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er Teknistovan við Gøtugjógv, sum hevur teknað handilsmiðstøðina, sum CN-Bygging skal byggja Mynd: Vilmund Jacobsen