Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 16. august 2006 15 tíðindi Hóast Strandfaraskip Landsins ikki long­ur hevur loyvi til flutning í eitt nú Streymoynni, hevur Jóhan Dahl, løg­tingsmaður og vinnulívsmaður, kortini spurt stovnin um møguleikarnar fyri fiskaflutningi millum Kollafjørð og Vág. – Men tað er ikki rætt, at løg­tings­ maðurin hev­ur lagt trýst á okkum um flutning, siga stjórin á SL, Krtistian Davidsen og deildarleiðarin, Heini á Borg Flutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um dagarnar fingu vit eitt áhugavert tips um, at Jóhan Dahl, løgtingsmaður, skal hava lagt trýst á stjóran á Strandfaraskipum Landsins, Kristian Davidsen. Løgtingsmaðurin hevur nevniliga spurt SL, um stovn­ urin kann flyta fisk úr Kolla­ firði til Vágs. Hetta er fiskur, sum skal frystast í Vági, nú tað stendur á gloymslunum í Kollafirði. Ikki loyvt Tað áhugaverda er, at Jóhan Dahl sum løgtingsmaður hev­ ur verið við til at privatiserað Farmaleiðir, sum áður tók sær av slíkum flutningi. Nú henda privatisering er framd, hevur SL slett ikki loyvi at hava flutning í eitt nú Streymoynni. Jóhan Dahl váttar, at hann hevur spurt seg fyri hjá SL um leigu av bingjum til henda flutning, men leggur dent á, at hann als ikki hev­ur lagt trýst á stjóran á Strandferðsluni, sum søgur ganga um. Bæði Kristian Davidsen, stjóri á SL og Heini á Borg, deildarleiðari, vátta, at løgtingsmaðurin og vinnu­ lívsmaðurin hevur spurt seg fyri um nevnda flutning, men teir leggja báðir dent á, at hann á ongan hátt hevur lagt trýst á stovnin um flutn­ ingin. – Jóhan Dahl hevur verið góður at tosað við, og hann hevur slett ikki lagt trýst á okkum, siga teir báðir. Eftir stendur so tað, at ein løgtingsmaður, sum sjálvur hevur verið við til at sett út í kortið, nú ynskir at brúka somu almennu skipan, sum hann hevur verið við til at avtikið. Verri fyri Jóhan Dahl ásannar, at nøk­ur økir í landinum eru vorðin munandi verri fyri eftir privatiseringina av Farma­ leiðum. – Eitt er, at Strandfaraskip Landsins ikki hava loyvi til flutning í eitt nú Streym­ oynni, men í fyrsta umfari fekk eg eisini at vitað á SL, at stovnurin heldur ikki kundi leiga bingjurnar út til aðrar. Líkt er tó til, at ein loysn kann fáast á hesum, so bingjurnar hóast alt kunnu leigast til slíkan flutning, sigur Jóhan Dahl. Løgtingsmaðurin sigur, at P/F Heri Thomsen, sum yvirtók Farmaleiðir fyrr í ár, ikki hevur nóg mikið av frystibingjum til slíkan flutning. – Vit hava soleiðis ein stór­an trupulleika at fáa fiskin fluttan úr Kollafirði og suður til Vágs. Nýggja skipanin, soleiðis sum hon verður praktiserað, er ein reguler forðing fyri vinnu­ lívinum í eitt nú Suðuroy og Sandoynni, sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður og vinnu­lívsmaður. Jóhan Dahl saknar so sáran fiskaflutningin hjá Farmaleiðum – Antin mugu vit fáa eina hóskandi privata skipan við flutningi – ella noyðist tað almenna at sleppa upp í part aftur, sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður og vinnulívsmaður, sum ikki er bangin fyri at ásanna, at nýgg ja flutningsskipanin er ein stórur bági fyri vinnulívið og handilslívið í ávísum pørtum av landinum Flutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Ja, eg angri í dag, at eg havi verið við til at privatiserað Farmaleiðir á henda hátt, nú vit hava sæð, hvussu flutn­ ingsviðurskiftini hjáym­ iskum pørtum av land­in­um hava verið síðan privatis­ er­ingina. Vit fingu at vita, at eitt nú Suðuroyggin og Sandoyggin ikki skuldu ger­ ast verri fyri, men hetta hevur als ikki hildið ”stand”. Hetta sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður og vinnu­lívs­ maður, sum í samgonguni hev­ur verið við til at priv­ at­is­erað farmaflutningin á landi. – Eg haldi, at vit sum lóg­ gevandi myndugleiki eiga at eftirmeta hesi viðurskifti, nú ein tíð er frá liðin. Soleiðis, sum skipanin virkar – ella ikki virkar í dag, er hetta nærmast katastrofalt fyri vinnulívið í einum parti av landinum, eitt nú Suðuroynni og Sandoynni, umframt at ávísir partar av útjaðarunum eru vorðnir munandi verri fyri. Okkurt má gerast Jóhan Dahl heldur, at ant­ in má avtala gerast við ver­ andi flutningsfeløg um tey økir, sum eru vorðin rakt av broytingunum – ella má flutningurin bjóðast út, so­­leið­ is at hesi økir kunnu fáa eina skipan, sum er nøktandi. – Tað er hon als ikki í dag, leggur hann dent á. Løgtingsmaðurin og vinnu­lívsmaðurin sigur, at tá ið Farmaleiðir vórðu privatiseraðar, helt hann, at Strandfaraskip Landsins framhaldandi fingu loyvi til eitt nú at koyra farm út í Suðuroy, men her hevur kappingarráðið lagt seg ímillum og sigur, at hetta er kappingaravlagandi. Hann vísir á, at tá ið eitt nú Palm Seafood, sum hann eisini hevur við at gera, keyp­ ir feskan fisk á uppboði í eitt nú Sørvági, eru stórir trup­ulleikar at fáa fiskin til Vágs. – Tað kann skjótt taka einar 2-3 dagar, áðrenn fisk­ ur­in kemur til virkingar, og slíkum kann vinnulívið í Suð­uroy ikki liva við, sigur hann. Neyðug eftirmeting Jóhan Dahl heldur, at mynd­ ug­leikarnir noyðast at hyggja upp á hesi viðurskifti og onkusvegna laga tey soleiðis, at til ber eisini at reka vinnu í útjaðaranum. – Antin mugu vit fáa eina hóskandi privata skipan við flutningi – ella noyðist tað almenna at sleppa upp í part aftur. Løgtingsmaðurin sigur, at tað er ikki bara hann, sum er misnøgdur við av­leið­ ingarnar av hesi privatis­er­ ing, men tað eru eisini aðrir politikarar, sum síggja í eyg­uni, at nýggja skipanin als ikki virkar soleiðis, sum ætlanin var. – Eg eri ikki bangin fyri at ásanna, at skipanin ikki virkar soleiðis, sum eg vænt­ aði, hon fór at gera. Kanska er tað forarbeiði, sum gerast skuldi, ikki nóg væl gjørt, sigur hann. Løgtingsmaðurin og vinnu­lívsmaðurin sigur, at hava myndugleikarnir sam­tykt eina lóg, sum ger, at vinnulívið í ávísum pørtum av landinum ikki kann fungera, er neyðugt at taka málið uppaftur til eftir­ metingar. – Samgongan arbeiðir við hesum, og eg vóni, at vit fáa eina loysn, sum vinnulív, handilslív og fólk annars kunnu liva við, sigur Jóhan Dahl. Jóhan Dahl, løgtingsmaður og vinnulívsmaður: Støðan við flutningi nærmast katastrofal – Soleiðis, sum nýggja skipanin virkar – ella ikki virkar, er hetta nærmast katastrofalt fyri vinnulívið í ávísum pørtum av landinum, eitt nú Suðuroynni og Sandoynni, umframt at partar av útjaðarunum eru vorðnir munandi verri fyri, sigur Jóhan Dahl – Jóhan Dahl, løgtingsmaður og vinnulívsmaður, hevur ikki lagt trýst á okkum, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins – Verandi skipan við flutningi er ein reguler forðing fyri vinnulívið í pørtum av landinum, sigur Jóhan Dahl