Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 156 - 16. august 2006 tíðindi Tað er einki minni enn kolveltandi tíð­ indi fyri oljuleiting við Føroyar sum heild, at fyrsta bor­ing­ in gjøgnum tjúkkar basaltfláir nú vísir seg at ganga sera væl. Basalt­ið tykist ikki at vera tann forðing long­ur, sum higartil hild­ið. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo – Hetta eru av sonnum góð tíðindi. Boringin á Brugduleiðini á land­grunn­ inum gongur væl og eftir øllum at døma er basaltið ikki tann stóra forðingin longur, sum vit annars hava borið ótta fyri. Hetta sigur ein glaður stjóri á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu, nú Statoil hevur borað gjøgn­ um basaltið í eina tíð. Hann er sera fegin um, at tað hev­ur gingið so væl at bora gjøgnum basaltið. Tí nett­ upp hetta hevur verið ein av stóru ivaspurningunum í sambandi við framtíðar leit­ing á øllum tí stóra før­ oyska landgrunninum, sum fyri tað mesta er fjaldur av tjúkkum basaltfláum, hvussu tjúkkum vita vit tó ikki við vissu enn. Tað er einki at taka seg aftur í, at sjálvandi er gleð­ in stór hjá føroysku olju­ myndugleikunum, nú tað vís­ir seg at bera til at bora skjót­ari gjøgnum basaltið enn hildið. Tí nettupp hesin spurn­ingurin hevur uttan iva hildið fleiri altjóða olju­ feløg aftur at gera íløgur í leiting á tí føroyska land­ grunn­inum. Mett hevur ver­ið, at basaltið helst fór at gera tað ómøguligt ella sera trupult at fremja eina bor­ing fyri ein rímuligan kostn­að. Tann forðingin skuldi nú verið burtur ella í hvussu er munandi minni. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at ein orsøkin til hesa „kú­­vending“ fyri ikki at siga kolvelting fyri leiting um okkara leiðir er nýggja bori­tøknin, sum Statoil hev­ ur tikið í brúk, har m.a. bori­ høvd­ið melur nógv skjót­ari enn við vanligari boring. – Tað hevur verið tosað leingi um, hvussu tað fór at vera at bora gjøgnum tjúkk­ar basaltfláir, har eisini óttin fyri bráddliga at standa fastur í grótinum hev­ur verið frammi. Tað er gleðiligt, at hesin spurn­ ingur nú tykist vera loyst­ ur, og tað kunnu vit so eisini takka tí góða heima­ arbeiðinum hjá Statoil fyri. Sigurð í Jákupsstovu vís­ir á, at Statoil hevur fyri­reikað seg sera væl til hesa bor­ ingina við eitt nú at senda basaltprøvar til USA undan boringini. Nú tað gongur skjótari at bora enn kanska mett heldur stjór­in á Jarðfeingi, at vit kanska tosa um tveir heldur enn tríggjar mánaðir at bora niður á málið. Spurningurin nú er so, hvussu langt niður í undirgrundina basalt­ið gongur. Men stóri spurn­ Basaltið ikki forðing longur Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hósdagin 17. august ganga seks ára loyvini, sum vórðu latin í 2000 at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, út. Hetta vóru fyrstu loyvini, sum latin vórðu til oljuleiting í Føroyum yvirhøvur. Søguna aftanfyri tey munnu flestu av okk­ um kenna: fýra brunn­ar vórðu boraðir í lands­synn­ ingshorninum av land­ grunninum (eisini kent sum „Gullhornið“, blaðm.) uttan at geva nøktandi úrslit. Men hóast fleiri turrar brunn­ ar, so vórðu kolvetni tó staðfest í undirgrundini, og haraftrat var ein av brunn­ unum skrásettur sum eitt veruligt oljufund, nevniliga Marjunbrunnurin, tó at ikki fekst at vita, um fundið var rakstrarverdugt. Umframt hesar fýra nevndu brunnar bundu olju­feløg seg eisini til at bora fýra brunnar aftrat, men orsakað av ringu lík­ indunum til at finna olja júst í hesum økjunum, varð seinni funnið fram til í av­talu millum myndugleikar og oljufeløg um at flyta teir fýra brunnarnar longur inn á landgrunnin. Hesir brunn­ ar vórðu lagdir saman til tveir, har annar verður bor­ aður í løtuni og hin í 2007. Loyvi fella aftur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi sigur við Sosialin, at er eingin onn­ur avtala gjørd við olju­feløgini, fella loyvini aftur til landið. Statoil og BP hava latið síni loyvi aftur, ávikavist loyvi 3 og 4, eingin endurnýgging er gjørd við Amerada Hess um tess loyvi, nr. 1, og tað merkir, at tað loyvið, sum m.a. fevnir um Marjun­fund­ ið, fellur aftur til myndug­ leikarnar. Fjórða loyvið, nr. 2, tað hjá ENI (fyrr Agip, blaðm.) varð herfyri latið víðari til Føroya Kolvetni, sum eftir tí blaðið skilur, er í samráðingum við myndug­leikar um, hvussu felagið ætlar sær at brúka tað loyvið. Mest áhugavert í hes­ um sambandi er helst olju­ fundið, sum Amerada Hess gjørdi og sum verður kallað Marjun. Her hevur so Amerada Hess gjørt av ikki at fara víðari, og tað merkir so eisini, at Amerada Hess er ikki longur fyristøðufelag á føroyska landgrunninum. Nú um dagarnar fór stjóri tess í Føroyum, Ben Arabo til Onglands, har hann fer at ar­beiða hjá felagnum kom­ andi árini. Felagið hevur eis­ini latið aftur skrivstovu sína í Havn men hevur fingið innivist í snotuliga bygninginum hjá Atlantic Petroleum á Kongabrúnni. (Hetta er bygningur, sum Hákun Marstein eigur og har elverkstaðurin hjá Villejus fyrr helt til, blaðm.) Amerada Hess er fram­vegis við í leitingini í Føroyum, men nú sum partur av Statoilsamtaki. Marjun við í 3. útbjóðing Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tey í løtuni eru við at Nú 6 ára loyvini ganga út: Føroyaøkið meira áhuga­vert en – heldur Sigurð í Jákups­stovu, stjóri á Jarðfeingi, nú fyrstu loyvini, ið vórðu latin í 2000 at leita eftir olju og gassi í føroysku undir­ grundini, ganga út hósdagin. Marjunfundið fellur nú aftur til landið og verður helst bjóðað út av nýggjum í 3. leitiumfari í 2007 Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi er sera fegin um, at ein partur av basaltgátuni nú tykist vera loysur, nevniliga sjálv boringin gjøgnum basalt. Boripallurin Stena Don, sum nú uttan stórvegis trupulleikar borar gjøgnum basalt á landgrunninum