Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 16. august 2006 17 tíðindi Ikki færri enn tríggir brunnar skulu borast skamt frá føroyska markinum – kann vera byrjanin til menning av einum spildurnýggjum oljuøki á Atlantsmótinum. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað er ikki bert á føroyska landgrunninum, at spenn­ ing­ur ræður í hesum døg­ um, nú tað eftir øllum at døma gongur sum smurt at bora gjøgnum basaltið. Eis­ini hinumegin markið, á bretska landgrunninum, er spenningur í luftini, nú ikki færri enn tríggir brunnar verða boraðir har í næstum. Bori­pallurin Transocean Rather, sum júst er liðugur at bora á Rockall leiðina væl sunn­an fyri Føroyar, hevur í løt­uni kós norðureftir ímóti Rose­bankleiðini, skamt frá føroyska markinum. Pall­ur­ in hevur borað ein brunn norð­an fyri Benbecula gass­­fundið, sum varð gjørt nøkur ár herfyri. Nú varð so roynt at vita, um meira gass er har um leiðir, men enn fæst einki at vita um henda brunnin, sum hevur stat­us sum „tight hole“. Shell er fyristøðufelag. Helst verður sett á at bora á Rosebankleiðini móti endanum av vikuni frætt­ir blaðið. Her skulu bor­­ast ikki færri enn trígg­ ir avmarkingar- og met­ ing­arbrunnar (appraisal) kom­andi mánaðirnar fyri at vita, hvussu stórt fundið, ið varð gjørt í 2004, í veru­ leik­anum er. Chevron, sum er fyristøðufelag, hev­ur fyrr kunngjørt, at her var gjørt eitt týðandi fund, men neyðugt er við av­markingarbrunnum fyri at vita, hvussu stórt tað er og í hvønn mun tað kann og skal útbyggjast til fram­ leiðslu. At Chevron saman við sínum partnarum, sum eru Statoil, Dong og OMV, hevur gjørt av at bora ikki færri enn tríggjar av­markingarbrunnar út í eitt sig­ur ikki so lítið um, hvat felag­ið veruliga væntar sær av hesum fundinum. Tann møgu­leikin hevur so eisini verið nevndur, at hetta fund­ ið kann ganga undir før­ oyska markið. Undir øll­um um­støður hava hesir brunn­ar eisini stóran áhuga og týdn­ ing fyri Føroyaøkið, tí teir fara helst at geva týðandi upp­lýsingar um jarðfrøðilig viður­skifti okkara megin mark­ið eisini. Boripallur á veg til Rosebank nn nakrantíð Boripallurin Transocean Rather, sum seinast í hesi vikuni setir borin í undirgrundina beint eystan fyri markið. leggja til rættis 3. útbjóðing á landgrunninum, og í tí sam­bandi fara tey hjá Jarð­ feingi eisini at viðgera í hvønn mun loyvini ella part­ar av loyvunum frá 1. út­bjóðing skulu vera við aftur í nýggjari útbjóðing. Og her er tað so greitt, at Marjunfundið uttan iva verður við í tí útbjóðingini, sum verður á heysti 2007. Orsøkin til at júst Marjun­fundið framvegis er áhugavert er tann, at her varð gjørt eitt týðandi fund men einki fekst at vita um, antin tað var rakstrarverdugt ella ikki, tí avmarkingar- og metingarbrunnur varð ikki boraður nærhendis. Ístað­­in gjørdi Amerada Hess av heldur at bora ein leiti­brunn bretsku meg­in markið, skamt frá Marjun­ brunninum. Her var talan um brunn, sum felag­ið hevði bundið seg til at bora, og av tí at hann ikki var so langt frá Marjun­ fund­inum, varð mett, at hann eisini kundi vera eitt slag av avmarkingar- og metingarbrunni fyri Marjun­ fundið. Tvs. um væl vildi til, og metingarnar um at Marjun­fundið gekk um mark­ ið hildu, so hevði Amerada tá kunnað sligið tvær flugur í einum. Men tað skuldi vísa seg, at har varð eingin olja eystan fyri markið. Og tí gav tann brunnurin ongar nýggjar upplýsingar um Marjunfundið heldur. Amerada hevur síðani ikki hildið tað vera nóg spennandi ella at hóska inn í sínar leitiætlanir sum heild at gera meira við Marjun­ fundið. Clair og Marjun Men hóast vónirnar til so­kallaða Gullhornið, har Marjunfundið liggur, fingu eitt skot fyri bógvin við fleiri turrum brunnum, so eru ikki allar súðir syftar skulu vit eisini meta út frá orðunum hjá einum av leiðandi føroysku jarðalis­ frøðingunum, Hera Ziska. Hann sigur m.a. soleiðis um Marjunfundið í grein í seinasta nummarinum av Frøði: „Eitt tað seinasta, sum er hent, (á Atlantsmótinum, blaðm.) er, at nú verður fram­­leitt á tí allarfyrsta olju­ felt­inum Clair, ið var funn­ ið í Hertlandsrennuni, og fyrsta tunnan av ráolju kom upp 28 ár eftir, at fyrsta bor­ingin rakti við olju, so hóast einki er komið fram um framtíðarætlanir við­ víkjandi Marjunfundinum, so merkir tað ikki, at onki fer at henda í framtíðini.“ Sigurð í Jákupsstovu sigur við Sosialin, at vit í dag ikki kenna nóg nógv til støddina á Marjunfundinum. Brúk er fyri at bora enn ein brunn fyri at fáa tað at vita. Í hes­um sambandi dylur hann ikki fyri, at teir helst fara at marknaðarføra 3. út­bjóðingina næsta ár við eitt nú Marjunbrunninum. Tað áhugaverda er eisini, at øll data frá boringum kunnu latast øðrum fimm ár eftir boring, og tað eru júst fimm ár í 2006, síðani Marjun­fundið varð gjørt. Hetta merkir, at onnur olju­ feløg, sum hyggja við øðr­ um eygum enn Amerada hess, nú hava møguleika at kanna fundið og harvið eis­ini at fáa hendur á tí. Hetta og tær spennandi bor­ ingar, sum standa á skránni komandi árini, gera Jarð­ feingisstjórin meira huga­ ligan enn áður: – Sjálvur haldi eg, at Før­oyaøkið er nógv meira áhugavert í dag enn fyri árum síðani. Tað er nógv, sum bendir á, at tað er við at ganga tann rætta veg­in aftur sigur ein fegin men eisini varin Sigurð í Jákups­ stovu. Kortið vísir seks ára loyvini, sum vórðu latin í ár 2000 og sum nú ganga út. Heri Ziska, kanningarleiðari á Jarðfeingi: -Hóast einki er komið fram um framtíðarætlanir viðvíkjandi Marjunfundinum, so merkir tað ikki, at onki fer at henda í framtíðini. ingurin er kortini, hvat er undir basaltinum. Um so er at har bara eru vulkansk grót­ sløg og „evja“ so verður tað eitt stórt vónbrot. Skal olja vera til staðar er neyðugt við sedimentum undir basalt­inum. Tíðin fer at vísa, hvat goymir seg undir basalt­inum, og dagurin nærk­ast skjótari enn flestu av okkum kanska gera sær greitt. Umborð á Stena Don, á høvuðsskrivstovuni hjá Statoil, á Jarðfeingi og uttan iva eisini í tí stóra oljuheiminum bíða øll spent.