mikudagur 16. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 156 - 16. august 2006
Konseptbilurin Seat
Salsa, sum fyrstu ferð
varð sýndur fram í
2000, verður helst
ongantíð framleiddur,
men hann hevur verið
nýttur sum grund
arlag fyri nýggja
sermerkta design
stílinum hjá Seat
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Flestu bilar byrja tilveruna
sum konseptbilar, ið verða
sýndir fram á altjóða bilafram
sýningum, har tey vitjandi
fáa høvi at siga sína hugsan
um bilin. Síðan verður
støða tikin til, um bilurin
skal framleiðast og hvørjar
broytingar og justeringar
skulu gerast, áðrenn hóp
framleiðslan byrjar, og teir
fyrstu bilarnir kunnu koyra
av samlibandinum.
Fleiri bilar verða ongantíð
til annað enn konseptbilar,
tí teir verða einans brúktir
sum grundarlag fyri einum
ella fleiri bilmodellum hjá
verksmiðjuni. Seat Salsa er
ein slíkur. Bilurin sá fyrstu
ferð dagsins ljós í 2000, tá
hann varð sýndur fram á
Genéve Motorshow. Tvey
ár seinni var hann aftur at
síggja á eini bilaframsýning
í Madrid. Hesaferð var hann
nakað broyttur.
Úrslitið kenna vit í dag.
Bilurin hevur verið nýttur
sum grundarlag fyri nýggja
design-stílinum hjá Seat,
fyrst kom Seat Altea, síðan
Toledo og nú fyrst í árinum
kom Leon. Allir líkjast teir
konseptbilinum Seat Salsa.
Tann sum hevur staðið á
odda fyri nýggja stílinum er
kendi italski bildesignarin
Valter de Silva, sum kom frá
Alfa Romeo til Seat. Síðan
hevur hann sett síni fingra
merkir, so tað sæst aftur í
nýggju Seat bilunum, sum
hava fingið sín egna ser
merkta stíl. Valter de Silva er
í dag designstjóri hjá Audi-
group, har hann er við til
at designa bilar sum Audi,
Lamborghini og Seat.
Seat eru spanskir Volks
wagen, á sama hátt sum
t.d. Skoda eru kekkiskir
Volkswagen.
– Ein verkfrøðingur sum bert kann finnast at, men einki
kann broyta til tað betra, er ikki førur fyri at framleiða bilar
Kiichiro Toyoda (stovnari av Toyota)
bilar
SAMBAND
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800
Frá konseptbili til framleiðslu
Seat Salsa hevur verið nýttur sum grundarlag fyri nýggja design stílinum hjá Seat. Nógvar av linjunum ganga aftur í nýggju Seat bilunum
Aftan líkist Salsa nógv nýggja Seat Leon við eyðkendum Alfa Romeo stíli
Kendi italski bildesignarin Valter de Silva (h.m) fekk í 2003 Designers Europe virðislønina fyri
nýggja designstílin hjá Seat
Konsept rasarabilurin Seat Cupra GT. Nógvar av somu linjunum ganga aftur
Konseptbilurin Seat Tango við nýggja Seat-stílinum