Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 16. august 2006 19 Væntandi verður Fiat Stilo avloystur av einum heilt nýggjum bili seinni í ár ella fyrst í komandi ári. Enn vita vit ikki, um navnið verður Stilo ella okkurt heilt annað Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fiat Stilo verður skjótt avloystur av einum nýggjum bili við heilt øðrvísi designi við meira rundum linjum enn núverandi Stilo, ið kom á marknaðin í 2001 sum avloysari fyri Fiat Bravo og Brava. Sambært italska stjóranum hjá Fiat Auto, Sergio Marc­ hionne, verður bert talan um eina útgávu, og tað verð­ur sum hatchback við fimm hurðum, og ikki sum á myndini við trimum hurð­ um. Núverandi Stilo fæst bæði við trimum og fimm hurðum og sum stationcar. Sambært Fiat stjóranum kunnu tey sum ynskja sær ein við trim­ um hurðum ístaðin keypa ein Fiat Grande Punto v i ð trimum hurðum og tey sum ynskja sær ein stationcar kunnu keypa Fiat Multipla. Á heimasíðuni hjá Benny Ejdesgaard koyrilærara verður víst á, at bilførarar als ikki akta skeltini í samband við vegarbeiði Ferðsla Á vegastrekkjum har veg­ arbeiði er, eru vanliga skelti sett upp, sum vísa til eina lægri ferð ella “bannað er at yvirhála”. Rættiliga nógvir bilførarar akta als ikki hesi skelti og eru tí til stóran ampa ella vanda fyri onnur sum eru á vegnum. Fyri at vísa at álvari er aftanfyri slík skelti, átti løgreglan at gjørt eitt lands­ umfatandi átak, har bil­ førarar sum ikki akta hesi skelti, sum eru uppsett verða revsaðir. Bilførarar eiga at hava í huga, at koyra teir meira enn 20 km/t yvir tað, sum hesi skelti vísa, sleppa teir ikki við eini bót, men skulu upp til nýggja teori og koyriroynd áðrenn 3 mánaðir eru farnir og missa koyrikortið treytað í 3 ár. Tað er nevniliga soleiðis at har tað við skeltum er ásett ein lægri ferð, enn tann vanliga galdandi hámarksferðin, skal bilførarin bert koyra 20 km/t ov skjótt fyri at nevndu avleiðingar gerast virknir - og ikki 30 km/t, sum vanligt er. Um ferðmarkið er lækkað, t.d. á ávísum vegastrekkjum ella í samband við veg­ar­ beiði, kann løgreglan somu­ leiðis taka koyrikortið bein­ anvegin frá bilførara, sum í vanligum bili koyrir meira enn 40 km/t skjótari enn loyvda ferðmarkið á staðn­ um, sigur Benny Ejdes­gaard koyrilærari á heimasíðu síni. Kelda: www.koyrilararin.fo Bilførarar virða ikki skeltini bilar Stilo í nýggjum stíli Í 2007 koma teir fyrstu evropeisku bilarnir á marknaðin við aircondition- anleggum við CO2 ístaðin fyri R134a (freon), sum higartil hevur ver­ið brúkt. CO2 er mun­andi meira umhvørv­is­ vinarligt Bilar Aircondition-anleggini verða munandi meira um­hvørvisvinarlig í fram­ tíðini, tá freon verð­ur skift út við CO2. Fyri­tøk­ an“Agramkow Fluid Syst­ ems“ í Sønderborg verður tann fyrsta at lata hesi CO2- anlegg, skrivar Erhvervs- Bladet. Stjórin í „Agramkow Fluid Systems“, Peter Rathje, sigur, at talan er um stórar verkætlanir á heims­ marknaðinum, teir lata sum er aircondition-loysnir til bæði køli- og bilídnaðin. Í løtuni samstarva teir t.d. við týsku bilframleiðararnar VW/Audi, DaimlerChrysler og BMW. Fyrta bilmerki sum kemur við CO2 aircondition verður helst BMW. Aircondition við CO2 Nissan Almera 1,6 Ein væl hildin Nissan Al­mera 1,6 til sølu vegna flyting. Árg. des 1996, km. 168.000, sýnaður í des. 2005 Bilurin hevur 18'' alu-felgur við nýggjum dekkum. Nýggj kavadekk á felgum fylgja við. Prísur: kr. 45.000,- Tel. 216014 eftir kl. 17.00 Avloysarin fyri Fiat Stilo fær heilt nýtt og annarleiðis design