Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 156 - 16. august 2006 tíðindi Leygarkvøldið 26. august skipa Gestir saman við Norð­urlandahúsinum fyri eini heilt serligari konsert í stóra salinum. Á palli vera The Story Ends, Kári Sverrisson. Høvuðsvertirnir eru tó Gestir Kári Sverrisson er í hesum døgum er í ferð við at gera komandi fløgu lidna saman við Hans Jacob Kollslíð. Á G! Festivalinum í summar gav The Story Ends sína fyrstu fløgu út, eins og Gestir á sama festivali gav út sína nógv eftirbíðaðu fyrstu fløgu. Fyrr í ár vóru Gestir við á stóra AME tiltakinum í Reykjavík, og kláraðu teir seg frálíka væl. Hesaferð verður eisini talan um eina serliga konsert hjá bólkinum, áðrenn Gestir fer niður til Keypmannahavnar 30. septembur at royna seg sum tónleikavertir á Bryggjuni. Í Norðurlandahúsinum fer Gestir at hava sello­ leik­aranum Tóra Restorff Jacobsen afturat sær á palli, og fer stóra løriftið at verða nýtt.  Konsertin byrjar kl. 19.30, Atgongumerki fáast í forsølu í kunningarstovuni í Rúnavík og Havn og í Norður­landahúsinum. nud Gestir við gestum í Norðurlanda­ húsinum  Eftir frálíku framførsl­ una í Klaksvík á Summar­ festivalinum saman við Terja, fer Eyðun Nolsøe við bandi á pall í Rex Culture Club í Havn hetta vikuskiftið. Møguleiki verður uttan iva fyri at hoyra øll Frændur hittini og løg sum Jalousi og Dansa. Eyðun hevur altíð verið virkin tónasmiður, og tað er ikki ósannlíkt, at okkurt nýtt eisini verður á skránni, nú søgur um eina nýggja fløgu við Eyðuni Nolsøe hava verið at hoyrt í fleiri mánaðir. Eyðun Nolsøe Band spælir í REX fríggjakvøldið og leygarkvøldið. nud Eyðun fer til Havnar