mikudagur 9. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 27 - 9.februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerkingar:
Tjóðveldið
komið í óføri
Tað tykist sum at Tjóðveldisflokkurin kemur
sær alt longur út í óføri. Eitt er, at hann í hesum
landsstýrisskeiði hevur slept flest øllum hug-
sjónum, tá tað snýr seg um vanligan sosial-
og arbeiðarapolitikk. Eitt annað er, at hann nú
er komin út í eitt "forkláringsproblem" so tað
forslær. Bæði í samband við Vágatunnilin og
oljuútgerðarhavnina.
Hóast Tjóðveldisflokkurin eigur formannin í
Vinnunevndini, sum brúkti óvanliga langa tið
at viðgera bæði málið um fyrsta útbjóðingar-
umfar og Vágatunnilin, so gluppu bæði málini
av hondum. Men sambært Hergeiri Nielsen
hevur Javnaðarflokkurin skyldina, at oljuútgerð-
arhavnin ikki endaði í Suðuroy, og sambært
Heina O. Heinesen gjørdi Javnaðarflokkurin
ikki nóg mikið til at fáa eina aðra loysn í máli-
num um P.f. Vágatunnilin.
Hinvegin stendur rimmarfast, at í Vinnunevndini
tóku bæði Sambandsflokkurin og Javnaðar-
flokkurin undir við tí, sum Heini O. Heinesen
ferð eftir ferð nevndi í fjølmiðlum, nevniliga at
Landsverkfrøðingurin skuldi standa fyri arbeið-
num og ikki eitt partafelag. Men hvat hendi?
Bukaði ein samgongufundur Tjóðveldisflokkin
upp á pláss? Í øllum førum endaði tað við, at
Tjóðveldisflokkurin tók undir við einum neyð-
uppskoti hjá Sambandsflokkinum, so Lands-
verkfrøðingurin hóast alt fekk ein fingur - hóast
lítlan - við í spælið.
Spældi Tjóðveldisflokkurin kortini rætt, kundi
hann verið við til at útvega Landsverkfrøðing-
inum ein størri leiklut. Og í hesum máli skuldi
ikki verið nakar trupulleiki at fingið allan Tjóð-
veldisflokkin við. Vit hava jú sæð, hvussu Finnur
Helmsdal hevur roynt at verja henda stovn og
pilka við óhugnaliga mannagongdina, tá Henn-
ing Jacobsen varð offraður. Men eftir hesa
avgerðina ber til at seta spurnartekin við, um
leikur Tjóðvelisins bara hevur verið leikur fyri
gallarínum. Men tað mest kostiliga var kortini,
at eftir at Heini O. Heinesen boðaði frá, at tað
var eydnast at fáa Vinnunevndina samda um
álitið, atkvøddi hann sjálvur ímóti uppskotinum
um vágatunnilin!!!
Í málinum um útgerðarhavn í Suðuroynni
stendur eisini rimmarfast, at tað var Hergeir
Nielsen, sum fyrstur var at boða Suðuroyar
oljuvinnuráð, at Tjóðveldisflokkurin var samdur
um at leggja eina oljuútgerðarhavn í Suður-
oynni. Nú sigur hann, at hann hevur gjørt eitt
mistak, og tað er alla æru vert, men síðani at
leggja skyldina yvir á aðrar - t.d. Javaðarflokkin
- vísir bara, at maðurin hevur rent seg í ein
trupulleika og hevur eitt álvarsamt forklárings-
problem.
Eisini í hesum máli undrar tað, at Tjóðveldis-
flokkurin hvørki tekur undir við prinsippinum,
at tað er politiska valdið, sum skal siga, hvar
ein oljuútgerðarhavn møguliga skal liggja, og
ikki privatu marknaðarkreftirnar, ella at føroy-
ingar í lógini vilja taka hædd fyri, at føroyingar
kanska seinri stovna eitt alment føroyskt olju-
felag. Men langt út í bakborð leggur Tjóðveld-
isflokkurin seg fyri at royna at halda fast um
fullveldisætlanina, sum Fólkaflokkurin roynir at
forkoma.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag
skal hervið boða frá, at vit
taka fult undir við tí sam-
gongu sum situr í løtuni.
At tað ikki altíð gongur
einum eftir vild, má ein liva
við, tá tað eru so ymiskir
flokkar, sum mynda lands-
stýri í tí nakað alternativ til
hesa samgongu finnist ikki.
Á fundi um vikuskiftið
við umboð okkara á tingi,
hava vit fingið ábendingar
um, at tey mál og viðgerðin
av teimum, sum vit hava
verið ónøgd við, innihalda
nógv sjónarmið, sum al-
menningurin ikki er kunn-
aður um, men tað ber alt á
rætta borðið. og hetta hevur
felagið sligið seg til tols við
fyribils.
Eisini skulu vit gera vart
við, at Suðuroyar Tjóðveld-
isfelag einki hevur at finnast
at umboði okkara á tingi
ella tí arbeiði, hann ger.
Suðuroyar
Tjóðveldisfelag
Kaj Vágfjall, formaður
Suðuroyar Tjóðveldisfelag stuðlar Hergeiri
Stór ónøgd er millum lim-
irnar í teimum almennu fak-
feløgunum, nú Føroya Lívs-
trygging er gjørt til alment
partafelag.
Fakfeløgini, sum hava
sáttmála við Lívstrygging
vegna limir sínar, sum eiga
umleið 80% av inngjøldu-
num/kapitalinum,
eru
hvørki eftirspurd, hoyrd ella
hava verið við í viðgerðini,
áðrenn lógin um umskipan
av Føroya lívstrygging v arð
løgd fyri løgtingið.
Eftir at løgtingið hevur
umskipað Føroya Lívs-
trygging til eitt alment part-
afelag undir vinnumálastýr-
inum, umhugsa tey stóru
fakfeløgini, sum hava sátt-
mála við Føroya Lívstrygg-
ing, at kanna aðrar møgu-
leikar fyri at plasera eftir-
lønaruppsparingina hjá lim-
um sínum.
Fakfeløgini eru sannførd
um, at Føroya Lívstrygging
dr ein sjálvsognarstovnur,
sum tryggingartakararnir
eiga - og er hetta eisini í
samsvar við tað, sum Før-
oya Lívstrygging hevur
framført øll árini yvir fyri
fakfeløgunum, tá hesi hava
gjørt sáttmála vegna limir
sínar. Tað er beinleiðis ræð-
andi, at arbeðsgevarin - her
landsstýrið - nú tekur sær
ræði á eftirlønaruppsparing
limanna.
Aftan á fleiri fundir eru
fakfeløgini samd um at
kanna øll viðurskifti til
botns, og síðan kalla øll fak-
feløgini, sum hava sáttmála
við Føroya Lívstrygging,
innaftur til at taka avgerð
um, hvat víðari skal henda í
málinum.
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálptu til, tá góði pápi, verfaðir og abbi okkara
KJARTAN JENSEN
á Sandi
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri kransar, blómur, brøv og til tykkum øll,
ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Fridrikka og Atli
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum sýndu samkenslu,
tá ið kæri maður, faðir, verfaðir, abbi og langabbi
okkara
JÁKUP OLUF Á LAKJUNI
doyði og varð jarðaður.
Eina serstaka tøkk til tykkum, sum vóru so nógv
um hann ta tíðina, ið hann lá heima. Eisini takk til
starvsfólk á Landssjúkrahúsinum.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til gravar.
Takk fyri blómur, kransar, brøv og uppringingar.
Takk eisini fyri peningagávur til »Hjálp til
Eystureuropa.«
Familjunnar vegna
Mia
Tøkk
Góðtaka ikki, at Føroya Lívstrygg-
ing verður alment partafelag
Almennu fakfeløgini góðtaka ikki, at Føroya Lívstrygging er gjørt til eitt
alment partafelag
Besta virki í Eysturoynni
Vikuskiftið 19. - 20. febru-
ar skipar Áhugafelagið
Fløtugerð, sum er stuðuls-
felag hjá Ítróttarfelag Fugl-
afjarðar, fyri firmakapping
í Ítróttarhøllini á Kambs-
dali. Kappingin er fyri virkir
í Eysturoynni.
Tað munnu vera mong ár
síðan seinast, at firmakapp-
ing hevur verið fyri virki í
Eysturoynni. Ein orsøk man
hava verið, at vánaligu tíð-
irnar høvdu við sær, at ikki
serliga mong virki vóru í
oynni, og harvið vóru fyri-
treytirnar fyri eini stórari og
spennandi kapping heldur
ikki til staðar. Men seinnu
árini eru fleiri og fleiri virki
komin, samstundis, sum tey,
sum kláraðu ringastu sker-
ini, gerast størri.
- Tí verður mett, at grund-
arlagið fyri at fyriskipa
firmakapping í Eysturoynni
beint nú er so gott sum tað
óivað einaferð kann verða.
Og vónandi verða tað fleiri
av mongu virkjunum í
oynni, sum fara at vísa til-
takinum áhuga, og fara at
meldað eitt ella fleiri lið til
kappingina.
Leikt verður við 5 monn-
um á hvørjum liði, og harav
skal minst ein verða framm-
anfyri miðjuna meðan leikt
verður. Loyvt er at hava í
mesta lagi ein útskiftisleik-
ara. Leikt verður við hond-
bóltsmálum. Aftasti maður-
in hevur ikki loyvi til at
bjarga ella taka bóltin við
hondunum. Aldursmarkið
fyri at luttaka er 16 ár.
Eitt, sum er vert at leggja
til merkis, er, at hvørt liðið
kann, í mesta lagi, hava ein
leikara, sum hevur leikt við
1., 2., 3. deild og/ella ung-
lingum. Hesar treytir skulu
fylgjast, og verður lið, sum
ikki líkur hesar treytir, nokt-
að luttøku ella eisini tveitt
úr kappingini.
Heiðursmerki og steyp
verður latið vinnandi lið-
num, meðan nr. 2 og 3 fáa
heiðursmerki.
Kostnaðurin fyri at lut-
taka er kr. 400,00 fyri hvørt
liðið Tað ræður um at bera
skjótt at, tí tað er avmarkað
tilmelding til kappingina.
Tilmeldingin, sum fer fram
á tel. 44 41 74 ella 44 42
15, skal gerast áðrenn týs-
dagin 15. februar.
So spennandi verður, hvat
virki í Eysturoynni hevur
bestu fótbólsligu dygdirnar,
og kann kjósa seg sum besta
virki í Eysturoynni. Svarið
upp á hendan spurning fæst
ikki fyrrenn sunnudagin 20.
februar í ítróttarhøllini á
Kambsdali, tá firmakapp-
ingin er liðug. Til ta tíð.
- Meldið lið til, bíðið, og
verið so við í spennandi
kappingini um at gerast árs-
ins virki í Eysturoynni!!!!
Vinarliga
f. Áhugafelagið
Fløtugerð
Anna Larsen
Tel. 444174
SEV-stýrið steðgað útbjóðing
Stýrið fyri elfelagið SEV hevur
biðið stjóran steðga útbjóðing-
ini av einum nýggjum motori
fyri umleið 30 milliónir krónur
EYÐUN KLAKSTEIN
Á fundi fríggjadagin samd-
ist SEV-stýrið um at biðja
stjóran um at steðga útbjóð-
ingina av einum nýggjum
motori fyri umleið 30 milli-
ónir krónur.
Klæmint Weihe hevði
sent útbjóðingartilfar út til
fýra útvaldar veitarar, men
nú hevur stýrið lagt upp í.
– Vit hava biðið stjóran
um at steðga málinum, so
vit fáa betri tíð at viðgera
tað og møguliga lata aðrar
veitarar sleppa at bjóða eis-
ini, sigur Poul Arni Jacob-
sen, formaður í stýrinum.
– Tað eru nýggjar upp-
lýsingar komnar fram sum
gera, at møguliga er tað á-
hugavert at lata aðrar enn
teir fýra sleppa at bjóða. Tað
skal stýrið nú meta um.
Teir fýra veitararnir, sum
høvdu fingið freist til 15.
februar at lata tilboð upp á
motorin, hava nú fingið boð
um, at útbjóðingin er steðg-
að. Men formaðurin í stýri-
num sigur, at teir sleppa við
aftur, tá útbjóðingin verður
gjørd av nýggjum.
Útbjóðingartilfarið
kanska broytast
Er hetta ikki at taka stjóran
á ræði?
– Nei, tað haldi eg ikki.
Stýrið verður noytt at rea-
gera uppá nýggjar upplýs-
ingar í einum slíkum máli,
heldur Poul Arni Jacobsen.
Sambært okkara keldum
hevur ivi verið sáddur um
útbjóðingartilfarið, og tað
kann koma uppá tal, at nýtt
útbjóðingartilfar skal gerast.
– Stjórin hevur saman við
sínum ráðgevum gjørt út-
bjóðingartilfarið, og tað
kundi ikki verið gjørt betri
ella øðrvísi tá. Men eftir at
vit hava fingið nýggjar upp-
lýsingar, skulu vit eisini av-
gera, um nýtt útbjóðingar-
tilfar skal gerast, sigur Poul
Arni Jacobsen, formaður
fyri SEV-stýrið.
Hann vil ikki siga, hvørjar
hesar nýggju upplýsingar-
nar eru, men hann noktar
ikki fyri, at tað kann verða
onkur veitari, sum ikki
slapp við í fyrstu útbjóð-
ingina, sum nú vil sleppa
við og kann koma við ein-
um góðum tilboði.
Ikki kunnað nóg væl
Málið snýr seg um ein
nýggjan motor, sum skal
keypast fyri annan av teim-
um stóru motorunum á el-
verkinum á Sundi. Motor-
urin á Sundi hevur ikki ver-
ið brúktur, síðan ólag kom
á hann fyri nøkrum árum
síðani.
SEV hevur klárað seg utt-
an hendan motorin síðani,
men Umboðsnevndin hjá
SEV hevur samtykt, at
nýggjur motorur keypast,
og í ár eru 10 milliónir av-
settar til keypið.
Formaðurin fyri Umboðs-
nevndina, Hans Tausen
Olsen, sum er eygleiðari á
SEV
Umboðsnevnd
Hans Tausen Olsen, Runavík, form.
75 nevndarlimir. Hvør kommuna hevur ein lim
fyri hvørji byrjað 1000 av íbúgvaratalinum.
Hægsta vald í elfelagnum hevur
umboðsnevndin.
Stýrið
Poul Arni Jacobsen, Sørvágur, form.
7 nevndarlimir, sum umboðsnevndin velir.
Stýrið hevur yvirstjórn í viðurskiftum hjá
felagnum
Stjórin
Klæmint Weihe
Dagligu fyristøðuna av SEV hevur stjórin
Klæmint Weihe, stjóri á SEV, hevur fingið boð um at
steðga útbjóðingini av einum nýggjum motori fyri um-
leið 30 milliónir krónur. Hann hevur ongar viðmerking-
ar til málið
øllum fundum hjá stýrinum,
ynskti at fáa fund um út-
bjóðingina, og fríggjadagin
samdist stýrið um at steðga
málinum.
Onkur limur í stýrinum
sigur seg einki kenna til, at
útbjóðingin skuldi verið
gjørd, meðan formaðurin
fyri stýrið sigur seg hava
fingið neyðugu upplýsing-
arnar.
– Eg havi verið væl kunn-
aður um útbjóðingina, og eg
havi eisini kunnað stýrið um
málið. Spurningurin er so,
um tann kunningin hevur
verið nóg góð, sigur Poul
Arni Jacobsen.
Sambært viðtøkunum fyri
SEV er tað stýrið, sum
»undir ábyrgd fyri umboðs-
nevndini skipar fyri felag-
num og valdar ognum tess,
herundir at keypa, selja og
veðseta føstu ognir felag-
sins.«
Klæmint Weihe, stjóri á
SEV, og Hans Tausen Ol-
sen, formaður fyri Umboðs-
nevndina, vilja ikki gera
viðmerkingar til málið.
10 fólk sigast úr starvi
hjá Sjónvarpi Føroya
EIRIKUR LINDENSKOV
Sjónvarp Føroya skal spara
eina millión krónur. Hetta
førdi í gjár til, at eini 10 fólk
vórðu søgd úr starvi í Sjón-
varpi Føroya.
Tað hevur leingi verið
kent, at sjónvarpið hevur
verið í fíggjarligum trupul-
leikum.
Í 1998 hevði sjónvarpið
eitt rakstrarhall upp á 2,4
millónir krónur, og í fjør
restaðu 1,6 milliónir krón-
ur í til lønir.
Slapp ikki at
taka rakstrarlán
Fyri at loysa henda trup-
ulleika ætlaði sjónvarpið at
taka eitt rakstrarlán, men
leiðslan fekk at vita frá und-
irvísingar- og mentamála-
stýrinum, at hetta hevði
sjónvarpið ikki heimild til.
Tá sjónvarpið heldur ikki
fekk játtaða eina eykajáttan
á løgtingsfíggjarlógini, vóru
góð ráð dýr.
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður í mentamálum
fekk kortini útvegað peng-
arnar onkursvegna, og tískil
hóraði sjónvarpið víðari.
Men nú er aftur galið, og
fyri at spara eina millión,
verða tí starvsfólk søgd úr
starvi.
20% av starvsfólk-
unum søgd úr starvi
Í Sjónvarpi Føroya starvast
52 fólk, so talan er um
hópuppsagnir.
Verður talan um 10
starvsfólk, so verða um
20% av starvsfólkunum í
Sjónvarpi Føroya søgd úr
starvi.
Tróndur Djurhuus, sjón-
varpsstjóri vil ikki gera við-
merkingar til málið enn,
men úr sjónvarpinum verð-
ur váttað, at tey eru í ferð
við at gera broytingar í sjón-
varpinum, sum tey málbera
seg.
Sosialurin skilir kortini, at
nøvn eru sett á uppsøgnirnar
- og á middegi í gjár høvdu
onkur teirra fingið tað at
vita.
Sum Sosialurin skilir
støðuna, verður ikki talan
um at leggja niður ávíst
virksemi hjá stovninum,
men fólk verða søgd upp á
ymsu deildunum.
Umleið fimta hvørt starvsfólk í Sjónvarpi Føroya fekk í gjár tey tungu boðini,
at verða søgd úr starvi. Sjónvarpið hevur leingi verið í fíggjarligum trupul-
leikum, og nú tá ein millión skal sparast, hevur leiðslan gjørt av at siga um-
leið tíggju fólkum úr starvi
Tróndur Djurhuus, sjón-
varpsstjóri hevði í gjár ta
tungu uppgávu at siga
fimta hvørjum starvsfólki í
SvF úr starvi