Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 Skulu fiska fyri 31 mió. um árið Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum kostar 60 milliónir, men teir vænta, at tað skuldi borið til, soleiðis sum rækjufiskiskapurin hevur verið tey seinastu árini Bess“ varð bygdur í 1989 og flestu sjómenn kenna hann, tí hann fiskaði avbera væl. Men í 1996 varð hann umbygdur til rækjur, so øll úgerðin er at kalla nýggj. Nógv betri møguleikar Nú hava so vágbingar keypt hann fyri 60 milliónir. Hann skal fiska fyri 31 milliónir um árið fyri at bera seg. Men Eli Frederiksen, reiðari, heldur, at tað skuldi góð útlit verið til, soleiðis sum rækjufiskiskapurin hevur verið tey seinastu árini. Hesin nýggi South Island er bæði nógv størri og nógv betri útgjørdur enn gamli South Island var. Sostatt hava teir eisini nógv betri møguleikar at fiska við honum, enn teir høvdu við tí gamla. Tann nýggi South Island er 60 metrar langur og hann tekur næstan 500 tons, og tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum tann gamli tók. Hann hevur trý spøl so teir fáa trola við tveimum trolum. Skiparin Johannes Joen- sen sigur, at trolið, sum teir brúktu umborð á gamla South Island hevði var eitt op uppá einar 100 fermetr- ar. – Men við hesum nýggja trolaranum hevur hvørt trol eitt op uppá yvir 150 ferm- etrar. – Sostatt fara vit frá ein- um trolopið uppá 100 fer- metrar uppá á einar 320-330 fermetrar, so tað er eyðsæð, hvat tað merkir fyri fiski- orkuna, sigur skiparin. – Alt hetta ger, at møgu- leikarnir fyri einum góðum rakstri eru nógv betri við hesum bátinum, enn við tí gamla, sigur reiðarin. Við hesum nýggja bátin- um hava teir eisini nógv betri møguleikar at fiska á Flemish Cap. Har hava føroyingar fel- ags fiskidagar men við gamla South Island gjørdu teir bara nakrar fáar túrar á Flemish Cap. Annars verður tað tann vanligi fiskiskapurin við Svalbarð. Men teir hava onga kvotu undir Eysturgrønlandi. Teir verða einir 16-18 mans við tí nýggja skipin- um. Við gamla South Island vóru teir 14 mans. Teir, sum vóru við gamla South Island fylgja við umborð á tann nýggja, og so skulu nakrir við afturat. Eftir er bara at ynskja vágbingum tillukku og góða eydnu við bátinum. ÁKI BERTHOLDSEN Tá ið nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum kom til land- ið fríggjadagin, var tað samstundis ein hin kendasta trolarin í Íslandi, sum skifti eigara. Talan er nevniliga um navnframa, íslendska trolar- an Bessa, sum nú er keyptur til Vágs Teir hava keypt hann í- staðin fyri gamla South Island, sum varð seld einum amerikanskum felag í heyst. Tað var beint fyri jól, at felagið P/F Klettur skrivaði undir sáttmála um at keypa Bessa. Áðrenn kann kom til Før- oyar, skuldu ymsar bøtur gerast, men tær blivu so lidnar, og mikudagin loystu teir frá landi í Íslandi. Fyrst varð farið til Vágs at heilsa uppá vágbingar. Men nú er hann farin til Havnar, har krøv frá skipa- sýninum skulu lúkast og væntandi verður hann klár- ur at fara til fiskiskap sein- ast i februar. Ein vælnøgdur skip- ari, Johannes Joen- sen, hm. og ein líka vælnøgdur reiðari, Eli Frederiksen á brúnni í nýggja rækjutrolaranum í Vági. Við hesum bátinum hava teir nógv betri møgu- leikar, enn teir høvdu við tí gamla South Island Ber kanska boð um eina ljósari tíð Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum fekk eina stórfingna móttøku við røð- um og sangi, tá ið hann legði til kei á miðdegi fríggjadagin ÁKI BERTHOLDSEN Tað var ein stórfingin løta í Vági, tá ið nýggi rækjutrol- arin legði á kei á miðdegi fríggjadagin. Fólkið var sum ripara- tindar á keiini og har vóru bæði felagssangur og røður. Ikki minst setti riðilin av skúlabørnum, sum var kom- in á keiina at syngja, sín dám á hátíðarhaldi, hendan ruskuta dagin í Vági. Umboð fyri býráðið góvu móttøkuni ein almennan dám og øll fløgg í bygdini vóru vundin á stong. Og tá ið mannamúgvan varð boðin umborð at síggja skipið, var blíðskapurin ó- førur, tí har bjóðaði mann- ingin alskyns gott, bæði til børn og vaksin. Jógvan Krosslá, býráðs- formaðurn segði, at hetta var ein stolt løta fyri Vág og at tað kendist gott aftur at fáa skip á fjørðin. – Vit eru øll stolt av, at vit eiga menn í Suðuroyar syðru helvt, sum hava rygg til at fara undir eitt slíkt megnar tiltak. – Tað, at tit keypa eitt slíkt vinnutól, gevur okkum øðr- um betri vónir um framtíð- ina, segði býráðsformaður- in. Ikki minst var hann fegin um, at talan var um menn, sum vóru komnir heim úr útlondum at gera íløgur í heimbygdini. Hann segði, at tað tykist trupult at arbeiða við kvot- um og øðrum fiskiloyvum. – So tað er at vóna, at eisini hesir menninir fáa sín neyðuga part og at vit her suðuri kunnu fáa part í onkr- um í hesum landinum. Eisini Eyðfinn Mørk, for- maður í havnanevndini í Vágs Býráð, ynskti reiðara, skipara og manning hjarta- liga tillukku og góða eydnu. – Enn einaferð mugu vit ásanna, at vit hava menn í bygdini, sum hava áræði at fara undir eitt veldugt tiltak, sum hetta, segði hann. Mangan trupult Reiðarin, Eli Frederiksen, minti á, at tað nú eru góð fimm ár síðani, at tann fyrri South Island á fyrsta sinni kom skúmandi inn eftir Vágsfjørði. – Umstøðurnar tá vóru mangan truplar, bæði á ein og annan hátt. Men í 1997 varð felagið styrkt fíggjar- liga og síðani hevur tað gingið betri. Í fjør fekk felagið so fyri- spurning um at selja South Island og tá ið tað endaliga tilboðið var nøktandi, tóku teir av, heldur enn at um- væla tað. – Men tá ið tað varð gjørt av at selja skipið, var tað alla tíðina við tí í hyggju at útvega eitt nýtt og betri skip og tað hevur nú eydnast, segði Eli Frederiksen. Hann vísti eisini á, at skulu føroyingar fiska, og tað skulu vit, so mugu vit í minsta lagi megna at fylgja við teimum, sum vit kappast við, og helst skuldu vit verið framman fyri teir. – Tað hava føroyingar v erið áður. – Men tíverri er tað ikki soleiðis longur, tí tá vit nú skulu endurnýggja okkum, noyðast vit at keypa gamalt frá teimum, sum vit kappast við, tí hjá okkum er vinnan ikki før fyri at endurnýggja seg við nýggjum skipum, segði Eli Frederiksen, sum annars takkaði hjartaliga býráðnum, skúlabørnum og vágbingum annars, fyri móttøkuna. Stór mannfjøld var á keiini og tók ímóti nýggja South Island og øll vórðu boðin umborð at síggja tað stásiliga skipið