Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur av álvara framá í alivinnuni og tað sæst aftur á virkseminum í vinnuni. Alifyritøkurnar gerast al- samt størri, og tað tað er ikki bara tí, at aliringarnir gerast fleiri. Harafturímóti er tað tí, at alifyritøkurnar leggja seg eftir meira fjølbroyttum virksemi, soleiðis at tær standa meira á egnum bein- um. Soleiðis er eisini tá talan er um P/F Gulan og P/F Funningslaks. Um nakrar mánaðir lata hesar báðar alifyritøkurnar, Gulin og Funningslaks økja um virksemi: Flakavirkið á Strondum verður kryvjivirkið Um nakrar mánaðir verður flakavirkið á Strondum latið upp aftur, men hesaferð verður tað ikki sum vanligt flakarvikrið. P/F Gulin og P/F Funningslaks eru í felag farnir at gera kryvjivirkið á Strondum sum eru í tøttum samstarvi upp kryvjivirkið í gamla flakarvirkinum á Strondum. Keyptu fyri eina mió Fyri góðum hálvum øðrum ári síðani keyptu hesar báð- ar fyritøkurnar gamla flak- arvirkið á Strondum fyri eina millión krónur frá Før- oya Banka. Kári Nielsen, stjóri í Funningslaks sigur við Sos- ialin, at tað var ein prísur, sum svaraðir til tað sum virkið var vert. - Tað var í sera ringum standi tá vit yvirtóku tað. Takið var beinleiðis lívs- hættisligt at stíga á, og rest- in var ikki stórt mætari. So prísurin mundi vera á eini góðari leið, sigur hann. Síðani tá er virkið umvælt og tá alt umvælingararbeið- ið er liðugt metir Kári at samlaði kostnaðurin er fýra milliónir. Men tá eru ongar maskinur íroknaðar. Hvussu nógv tær koma at kosta dugir hann ikki at siga í løtuni, tí tilboðini upp á maskinurnar eru nústaðni ávegis. Arbeiði til 15-20 fólk Tá virksemið fer í gongd á nýggja virkinum á Strond- um væntar Kári, at tað verð- ur arbeiðið til millum 15 og 20 fólk. - Virkið klárar at fram- leiða 5-6000 tons og tað ætla vit okkum at klára, sig- ur Kári. Tá vit spyrja um tað er ætlanin at arbeitt skal verða hvønn dag sigur hann, at tað er ikki rættuliga greitt í ver- andi løtu. - Men tað fer at vera har á leið. Verður tað fyrireikað við skili, so verður arbeiði hvønn dag, sigur Kári Virkið á strondum skal arbeiða fisk frá báðum ali- brúkunum. Funningslaks framleiðir umleiðir 3000 tons í Funningsfirði, meðan Gulin framleiðir upp ímóti 2000 tonsum í ringunum, sum liggja við Argjalandi. Restin upp til tey 6000 tons- ini mugu teir so útvega sær aðrastaðni frá. Fyrsta byggistig Fyri ikki soi langari tíð síð- ani tók East Salmon í Norð- oyggjum í brúk nýtt góðsk- ingarvirkið í Fuglafirði. Tí spurdu vit Kára Nielsen, um teir eisini hava í hyggju at fara undir góðskingarvirk- semi á Strondum, og um hølini rúma tí møguleika- Samstarvið gagnar øllum pørtum Nýggja kryvjivirkið á Strondum er eitt dømi um, hvussu virkir innan somu vinnugrein kunnu fáa meira burtur úr samstarvið enn úr kapping. Men tað er heldur ikki fyrstu ferð, at Gulin og Funningslaks samstarva num. - Møguleikin er til staðar, tí hølini eru nóg stór til tað, men tað er ikki nakað sum liggur beint fyri framman. Eg haldi, at tað er skeivt av okkum at fara undir tað virksemi júst nú. Eg haldi, at vit eiga at bíða eftir teim- um royndum, sum teir gera sær í Fuglafirði áðrenn vit kasta okkum út í slíkt. Men tað er kanska nakað tit hava hugsað um? - Vit hava hugsað um tað, men tað verður sum sagt ikki fyribils. Innfrysting er kanska tað, sum liggur fyrst fyri framman, men nær tað verður fært tú meg einki at siga um enn, sigur Kári. Kortini er lítið at ivast í, at strandingar fegnast um at lív aftur kemur í gamla flak- arvirkisbygningin, sum av fyrstun tíð kallaðist Báta- fisk. Prísurin høgur Sum greitt frá, kostar ein slík íløga sum henda rætti- liga fitt av peningi, og tískil skulu nakrar krónur í kass- an, fyri at tað fíggjarliga kann bera seg. Men útlitini til tað eru góð í løtuni, sigur Bogi Jacob- sen, sum er stjóri í P/F Gul- in. - Prísurin er um 28 krónur fyri kilo – til alaran – og tað er væl omanfyri tað sum vit vanliga kalla fyri miðal- prís. Hann hevur ligið um 23 so løtan er røtt at fara undir hetta heldur Bogi. Tí skuldu fíggjarligu út- litini fyri býggja virkinum verið í lagið. SVEINUR TRÓNDARSON Tað byrjaði við samstarvið um Nólsoyar Alistøð og nú heldur tað fram við sam- starvinum um kryvjivirkið inni á Strondum. Ein sólskinssøga um sam- starv millum tvær alifyri- tøkur, sum sjálvar eru rætt- iliga nýggjar á marknaði- num. Gulin, sum varð stovnað í 1993, men sum kortini hevur eina søgu, sum røkk- ur aftur til 1986 og Funn- ingslaks, sum varð stovnað í 1994. Landalistøð í Nólsoy Virksemið byrjaði sum sagt við Nólsoyar Alistøð, sum er ein landalistøð. Eins og á Strondum er tað gamli flakavirkisbygningurin, sum fyri ein bíligan penga varð keyptur, og síðani sett- ur í stand, sum er karmur um virksemið. Har úti ala teir fisk í tveimum stórum kørum, men hann gongur bara har úti eina lutfalsliga stutta, men fyri fiskin sera týdn- ingarmikla tíð. - Smoltið verður, tá tað er um 50 gram til støddar flutt úr Svínoy út til Nóls- oyar, har tað gongur í hit- aðum sjógvi til tað er 150 gram ella har á leið. Av tí at tað er í heitari vatni kemur tað skjótari fyri seg og tí er fiskurin betri fyri at seta út enn hann annars vildi havt verið, sigur Bogi Jacobsen. Hetta sæst aftur á rakstri- num, tí er fiskurin størri er hann meira mótsøðuførur og umframt tað veksur hann eisini skjótari. Tískil kann hann takast skjótari, og tað gevur fleiri krónur í kassan, samstundis, sum fóður- nýtslan fellur. Samstarvið virkar væl Fiskurin, sum gongur í kør- unum í Nólsoy, verður flutt- ur til alistøðirnar í Funn- ingsfirði og við Argjalandi, og har gongur hann til hann skal takast. Samstarvið hevur virkað stak væl sigur Bogi Jacob- sen, og tað er orsøkin til at fyritøkurnar nú víðka um samstarvið við virkinum á Strondum. Um tað so fer at geva seg aftur í uppaftur størri og tættari samstarvið ber ikki til at siga í løtuni, siga teir báðir Bogi Jacobsen og Kári Nielsen.. Nólsoyar bygd: Samstarvið gagnar øllum Gulin og Funningslaks økja um virksemi Spjaða seg sum ringar í sjónum Bakgrund: Tað byrjaði fyri nógvum árum síðani úti í Svínoy. Nú er virk- semið spjatt til høvuðsstaðin, Nólsoynna, Funningsfjørð og um stutta tíð eisini inn á Strendur SVEINUR TRÓNDARSON Hóast partafelagið Gulin ikki varð stovnað fyrr enn í 1993, so byrjar virksemið felagsins longu sjey ár frammanundan. Tá setti Bjarni Jacobsen á at gera eina smoltstøð úti í Svínoy, og hóast tað fyri mong kanska kundi tykjast óðamannaverk at fara undir slíkt virksemið í útjaðara- num, so hevur tíðin víst, at hetta kann lata seg gera utt- an stórvegis trupulleikar. - Tað er kanska eitt sindur avsíðis, men krøvini eru ikki so stór, tí tað eru av- markaðar fóðurnøgdir, sum vera nýttar, og smoltið verð- ur avskipað so sjáldan, sigur bogi Jacobsen, um plaser- ingina. Harafturímóti eru tað á- vísir fyrimunir við at hava smoltstøðina har hon liggur nú, tí av tí at hon er so av- byrgd, er hon eisini rættiliga avbyrgd frá eitt nú smittu- keldurm. - Tað er ein avgjørdur fyr- imunur, sigur Bogi Jacob- sen, sum saman við pápa- num og bróðrinum eigur P/ F Gulin. Alistøð í Havn Hóast smoltstøðin liggur úti í Svínoy, so valdi Bogi sjálvur at fara undir alivirk- semi fram við Argjalandi- num. Tað er rættuliga langt frá Svínoynni, men tað er ikki nøkur beinleiðis forð- ing. Tað var í 1993, at alistøð- in í Havn varð tikin í nýtslu, og longu árið eftir vóru smoltstøðin og alistøðin løgd undir eitt partafelag og tað var Gulin, sum helt fram. Bogi Jacobsen greiðir frá, at av tí, at teir fóru so seint í gongd vórðu teir ikki raktir av kreppuni, og tískil hava teir kunna rikið sítt virk- semið rættiliga ótarnaðir í so máta. Síðani samanleggingina hevur Gulin verið meira úti um seg og millum annað eru teir partaeigarar i P/F Funn- ingslaks, sum teir eisini samstarva nógv ið. Brunnbát, landaling og kryvjing Tá P/F Gulin yvirtók smolt- søðina úti í Svínoy var tað ikki bara talan um eina smoltstøð, tí saman við henni yvirtók felagið eisini brunnbátin Dragaberg, sum eigararnir av smoltstøðini lótu byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1990. Hesin bátur verður nú brúktur til allan flutning hjá felagnum til og úr Svínoy og hann verður eisini brúkt- ur til flutningin millum landalistøðina í Nólsoy og alistøðirnar hjá Funnings- laks og Gulanum. Virksemið er heldur ikki steðga har, tí í 1998 fór Gul- in, saman við Funningslaks í gongd við landalistøðina í Nólsoy, og um fáar mánaðir letur upp nýtt kryvjivirkið á Strondum. Smáplássini fáa gleðina Við tí vanda at stíga onkran stranding á tærnar loyva vit okkum at siga, at tað eru smáplássini, sum hava fing- ið fyrimunin tá Gulin hevur vaksið um virksemið sítt. Svínoyggin, sum er heim- staðurin hjá familjuni aftan- fyri Gulan hevur smoltsøð- ina og Nólsoyggin fekk landalistøðina. Tá teir fóru upp í Funningslaks var tað á Funningsfirði og nú fara teir undir virksemi á Strond- um, sum so eisini er størsta plássið teir virka á, aftaná høvuðsstaðin sjálvandi. Í Svínoy er Gulin størsta arbeiðsplássi og á Strondum fer tað eisini at tátta væl í, at kryvjivirkið verður størsta arbeiðspláss í bygd- ini. Nú verður steðga á Nú P/F Gulin hevur alt virk- semið frá smoltstøð til krvyjivirkið spurdu vit stjóran um teir ikki eisini fara undir góðskingarvirkið, fyri at fáa allan ágóðan av framleiðsluni sjálvir. - Nei, ikki fyribils í hvussu er. Nú steðga vit á eina løtu fyri at síggja hvussu eitt nú East Salmon fer at klára seg við virkinum í Fuglafirði, sigur Bogi Jac- obsen, stjóri, sum ikki held- ur at teir hava skund í so máta. Men tað er nú heldur ikki allur sannleikin, tí í løtuni er ivasamt um tað loysir seg at gera stórar íløgur í eitt góðskingarvirkið, greiðir Bogi frá. - Meginparturin av fiski- num verður í løtuni sendur feskur óvirkaður av landi- num tí prísurin er so eina- standandi góður, at vit høvdu fingið lítið meira burturúr um vit góðsakaðu hann meira. Tí gera vit tað í løtuni, sigur Bogi Og við tí prísininum, sum marknaðurin bjóðar í lø’t- uni, so undrast eingin yvir tað heldur. - Vanligi prísurin liggur um 23 krónur fyri kilo til alaran, men í løtuni er hann fimm krónur hgri enn tað, og tað gevur ikki so lítið tá ein hugsar um, hvussu nógv vit framleiða, sigur Bogi. Tí hevur Gulin valt at steðga á fyribils og hyggja eftir hvat tað er framtíðin hevur at bjóða. Seinastu tið- ina hava fetini verið stór, og tíðin er kanska komin til at taka smærri fet eina tíð. Vit ynskja teimum góðan byr kortini. P/F Gulin 100 Tórshavn Eginpeningur um 8 mió krónur við árslok 1999 Stovnað í 1993, stjóri Bogi Jacobsen 1986 Smoltstøðin í Svínoy byrjar sítt virksemi 1990 Dragaberg, 60 kubik brunnbátur, verður bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju 1993 Farið verður undir alivirksemið við støðini við Argjalandi 1994 Eru við til at stovna P/F Funningslaks í Elduvík 1998 Stovna, saman við P/F Funningslaks, Nólsoyar Alistøð, sum er ein landalistøð 2000 Gera kryvjivirkið í gamla flakarvirkinum á Strondum SVEINUR TRÓNDARSON Eitt ferðsluóhapp hendi á Bíggjarvegnum um viku- skiftið. Bilurin var á veg inn móti Sørvági tá bil- førarin misti tamarhaldi á bilinum. Bilurin hevði kós oman av vegnum, men hann rendi í staðin á ein annan bil, sum stóð parkeraður í niðara borði á Bíggjar- vegnum. Í so máta má sigast at hepni var við bilførara- num, tí fór hann út av veg- num, kundi stórskaði staðist av óhappinum, sig- ur løgreglan í Vágum. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men báðir bilarnir fingu skaða. Bilurin sum rendi á, fekk rættiliga stóran skaða, skilja vit á løgregluni. Heppin í óhappinum Bilførari var heppin í óhappinum, tá bilurin hann misti tamarhaldi á rendi í ein parkeraðan bil Til hendurs umborð Løgreglan í Havn varð boðsend, tá tveir mans vóru farnir til hendurs umborða á Suderøy, sum lá á Havnini SVEINUR TRÓNDARSON Tað er ikki bara á landi, at fólk fara til hendurs. Hóskvøldið fekk løgregl- an í Havn boð um at koma oman á Suderøy, sum lá við bryggju í Havn. Har vóru tveir mans - ein føroyingur og ein norðmaður farnir til hendurs. Súni Vinther, støðleiðari sigur, at norðmaðurin varð fluttur á skaðastovuna við snuddum. Av tí at skipið er norskt, ger løgreglan í Føroyum ikki meira við málið enn at gera eina frágreiðing, sum verður send norsku løgregl- uni um málið verður meldað. Suderøy lá á Havnini tí skipið var tikið fyri at fiska innanfyri.