mikudagur 9. februar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 27 - 9.februar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 27 - 9.februar 2000
Berserkagongd
á tóm hús
Eini sethús við Landavegin fingu ikki frið fyri ótangum,
sum hava brotið næstan allar rútarnar. Síðani eru teir
farnir innar og hava knúst alt innbúgvið, sum brótast kann
SVEINUR TRÓNDARSON
Hósdagin fekk løgreglan í
Havn boð um, at herverk
var gjørt á eini hús við
Landavegin í Havn.
Eingin býr í húsunum, so
ótangarnir hava havt frið og
náðir at gera tað teimum
lysti, og teir eru farnir ná-
greiniliga til verka skilja vit
á Súna Vinther, støðleiðara
í Havn.
– Teir hava brotið so at
siga allar rútarnar sum eru í
húsunum, sigur Súni.
Ikki nóg mikið við, at rút-
arnir eru brotnir, tí aftaná
Bergur Berg, formaður í BFL:
– Heilt burturvið
Formaðuri í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum heldur, at viðmerkingarnar
hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum vóru heilt burturvið. – Tær vóru
persónligar og niðursetandi og høvdu einki við uppskotið at gera, sigur hann
og leggur afturat at nevndin fer at taka málið upp
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er synd at siga, at for-
maðurin í Búskapar- og løg-
frøðingafelagnum er berg-
tikin av hvøssu atfinningu-
num hjá landsstýrismanni-
num í fiskivnnumálum móti
uppskotinum hjá Búskapar-
ráðnum.
– Eg haldi, at tær eru heilt
burturvið ósakligar. Har var
ikki ein faklig viðmerking
til uppskotið, men ein per-
sónlig niðurger av limunum
í Búskaparráðnum, sum
vóru lagdir undir ikki at tora
at seta sítt kristna navn und-
ir uppskotið. Harafturat
valdi landsstýrismaðurin at
niðurgera útbúgvingina við
at kalla teir fyri logar og
annað gott, sigur Bergur
Berg.
Óheft ráð
Formaðurin í BLF stað-
festir, at Búskaparráðið er
eitt politiskt óheft ráð, sum
er sett av landsstýrinum.
Hetta ráð skal koma við
kjakuppleggum, sum ikki
eru heft av tí til ta tíðina
sitandi landsstýrið.
Tí heldur hann tað eisini
verða løgið, at landsstýris-
maðurin á ein slíkan hátt
húðflettir uppskotið uttan í
veruleikanum at hava givið
tí eina sakliga viðgerð.
– Var ætlanin at ráðið
skuldi koma við politiskt
rættum ráðum, so skuldi tað
ligið í arbeiðssetninginum
hjá ráðnum, og so loyvi eg
mær at ivast í, um tað hevði
borið til at manna ráðið, sig-
ur Bergur Berg.
Hann vísir á, at landsstýr-
ismaðurin vildi hava at ráð-
ið hevði spurt seg fyri hjá
vinnuni um hon kundi taka
undir við uppskotinum.
– Tey, sum sita í Búskap-
arráðnum eru vald har av
síni fakliga kunnleika og
ikki tí at tey eru í almennum
starvi og tí er talan um eitt
serliga grovt álop á teirra
fakliga stoltleika, sigur
Bergur
Taka málið upp
Vit spurdu tí Berg um BFL
ætlar sær at gera nakað við
málið.
– Nevndin fer sjálvandi at
taka málið upp. Vit viðgera
málið í løtuni, men hvussu
vit velja at fara fram er ikki
greitt beint í løtuni, sigur
Bergur, sum heldur at støð-
an er serliga álvarslig tá tal-
an er um ein landsstýris-
mann, sum fremur slíkt á-
lop.
Landsstýrismaðurin er
umframt at vera fakligur
ráðharri eisini fyrisitingar-
ligur ráðharri og tí hevur
SVEINUR TRÓNDARSON
– Tað er ein heiður fyri meg,
at fáa ábyrgdina av uppskot-
inum, men eg eigi tað tíverri
ikki, sigur Hermann Osk-
arsson, sum í Dagblaðnum
mánadagin,
saman
við
Kjartani Hoydal, verður
lagdur undir at verða upp-
havsmaður til uppskotið hjá
Búskaparráðnum.
Hann er errin av at vera
lagdur undir tað, tí hann tek-
ur undir við tankanum aft-
anfyri uppskotið.
– Men talan er jú bert um
eitt uppskot, sum lítið kjøt
er á enn, og tí ber illa til at
siga so nógv meira um tað,
men eg eri samdur við tank-
anum.
Tann sum hevur fylgt eitt
sindur við í hesum kjaki-
num veit, at tað er Marner
Jacobsen, stjóri í Sparikass-
anum, sum av fyrstan tíð
hevur lagt uppskotið fram.
Tað gjørdi hann í Ábyrgd-
aranum fyri umleið tveim-
um árum síðani, greiðir
Hermann Oskarsson frá.
Lítið sømiligt
Sjálvur heldur Hermann
Oskarsson tað vera lítið
sømiligt fyri landsstýris-
mannin í fiskivinnumálum,
at hann á slíkan hátt niður-
gerð arbeiði hjá Búskapar-
ráðnum.
– At Dagblaðið hevur
slíkan framburð er okkum
ikki ókent, men at eg haldi
at landsstýrismaðurin í fisk-
ivinnumálum átti at víst
størri tign enn so, sigur Her-
mann.
Av tí at uppskotið, sum
nevnt, hevur verið frammi
fyrr, heldur hann tað í
grundini vera løgið, at tað
ikki skapar øsing fyrr enn
nú, knøpp tvey ár eftir at
tað fyrstu ferð varð lagt
fram.
Men er hetta ikki við til at
undirgrava Búskaparráðið,
tá ein landsstýrismaður so-
leiðis húðflettir tað alment?
– Eg haldi, at tað skaðar
líka so nógv hansara egna
starv og hann sjálvan, sum
tað skaðar metingina av Bú-
skaparráðnum, sigur Her-
mann Oskarsson.
Óheft kjakupplegg
Hermann Oskarsson er ann-
ars ikki av tí fatan, at ráð-
gevarar landsins eiga at vera
friðaðir tá teir eru »til ar-
beiðis«.
– Teir, sum sita í Búskap-
arráðnum, ferðast í veru-
leikanum í politiska innar-
kringinum og tá er vandi
fyri, at teir fáa eina harða
viðgerð. Tí haldi eg ikki, at
teir eiga at vera sartir. Men
har frá og til at gera per-
sónliga niðursetandi við-
merkingar av teirra upp-
skotum er meira eitt dømi
um at onkur er politiska ó-
búgvin, heldur Hermann
Oskarsson.
Annars heldur hann at
uppskotið frá ráðnum kom
í júst røttu løtu, tí stutt eftir
at uppskotið var lagt fram
frættust tíðindini úr Íslandi,
at ein partaeigari hevði selt
sín part í íslendska parta-
felagnum Samherji, fyri
ikki minni enn 300 mió.
krónur.
– Pengar, sum hann hevur
fingið frá tí almenna, sigur
Hermann.
hann eina skyldu, sum røkk-
ur longri enn um talan var
um ein vanligan tingmann.
– Og tað er ikki fyri at
rættvísgera, at tingmenn av
órøttum leggja á embætis-
fólk, men tað hevur eina ser-
liga vekt tá tað er ein lands-
stýrismaður, sum loypir á.
Politikkararnir hava biðið
um at fáa uppskot til kjak
Hermann Oskarsson:
Taki undir við tankanum í uppskotinum
Í Dagblaðnum mánadagin varð Hermann Oskarsson lagur undir at vera upphavsmaður til uppskotið hjá Búskapar-
ráðnum um fiskidagabanka, men tað er hann ikki. – Men eg taki undir við tankanum, sigur hann
Bergur Berg, formaður
í BFL
Hermann Oskarsson, stjóri á Hagdeildini
eru ótangarnir farnir innar,
og har hava teir knúst alt
tað innbúgvið, sum knúsast
kann, leggur Súni Vinther
afturat.
Í løtuni stendur løgreglan
í Havn á berum í hesum
málinum, tí teir hava ikki
frætt um nakran, sum hevur
sæð tilburðin. Er nakar sum
veit nakað at siga, ber til at
boða løgregluni frá á tele-
fon 311448.
og tað hava teir fingið. Men
ístaðin fyri at viðgera upp-
skotið húðfletta teir persón-
arnar, sum hava gjørt upp-
skotið, og tað er heilt burt-
urvið, sigur formaðurin í
BFL.
Stórur skaði er
gjørdur á húsini
Útflutningsparturin vaksandi
Hydro-Tech á Eiði er virki í stórari menning. Í gjár reistu teir nýggju fram-
leiðssluhøllina og 20% av framleiddu besløgunum til aliringar fara til útflutn-
ings og útflutningsparturin er vaksnandi
DAGFINN OLSEN
Hydro-Tech á Eiði er stórt
arbeiðspláss og hevur stór-
an týdning fyri bygdina og
grannabygdirnar. Ummleið
2/3 av teimum 23 fólkunum
á lønarlistanum hjá Hydro-
Tech eru búsitandi á Eiði.
Nýggj høll
Umframt at framleiða be-
sløg til aliringar, ger Hydro-
Tech eisini bátar og tvíkiljur
til alivinnuna.
Í gjár reistu teir nýggju
framleiðsluhøllina, sum er
keypt brúkt úr Danmark.
– Høllin hevur stórar fyri-
munir við sær, tí arbeiðast
kann munadyggari, sigur
Jørmund Foldbo.
Høllin er 1200 fermetrar
og skal t.d. nýtast til um-
væling og framleiðslu av
bátum.
Sum er, húsast Hydro-
Tech í trimum húsum. Teir
fegnast, nú útlit eru fyri
munandi betri arbeiðsum-
støðum.
Útflutningur
Hydro-Tech framleiðir mill-
um annað besløg til aliring-
ar.
20% av hesi framleiðslu
fer til útflutnings. Tað mesta
fer til Noregs, men arbeitt
verður við at kanna aðrar
marknaðir eisini.
Eisini bátarnir fara møgu-
liga at gerast útflutnings-
vøra. Áhugi er í Noreg og í
Skotlandi.
Tveir bátar eru gjørdir og
tveir standa í ger, so vænt-
andi kemur talið upp minst
5 í ár.
Stóra arbeiðsplássið hev-
ur stóran týdning fyri bygd-
ina.
Jørmund Foldbo sigur, at
ikki er óhugsandi, at enn
fleiri fólk fara at starvast á
Hydro-Tech, um útflutning-
urin, og harvið virksemið,
veksur.
Umfarmt framleiðslu til
alivinnuna, so hevur Hydro-
Tech eisni ymisk arbeiði
innan fiskivinnuna.
Talan er í stóran mun um
alt vanligt arbeiði og mest
eru tað skip og bátar, sum
hava heimstað á Eiði, sum
talan er um, sigur Jørmund
Foldbo.
Kalsberg sent Nyrup
fundarboð viðvíkjandi
ríkisrættarligu støðuni
Í gjár sendi løgmaður forsætisráðharranum skriv, har hann biður um fund
millum landsstýrið og donsku stjørnina í mars, har uppskot landsstýrisins um
millumlanda sáttmála er á skránni, eins og tíðarætlan og mannagongd
DAGFINN OLSEN
Anfinn Kalsberg, løgmaður,
sendi í gjár Poul Nyrup Ras-
mussen, forsætisráðharra,
bræv. Í brævinum greiðir
løgmaður frá, at undir vitj-
an Poul Nyrups í august í
fjør varð avgjørt, at tá polit-
isku og umsitingarligu fyri-
reikingarnar vóru komnar
undir land, skuldu skuldi
løgmaður seta seg í sam-
band við forsætisráðharran
fyri at fáa í lag fund.
Málið er nú í uttanlands-
nevndini og landsstýrið er
komið so mikið langt við
fyrireikingunum, at løg-
maður í brævinum heitir á
Nyrup, um at fundur verður
millum
landsstýrið
og
donsku stjórnina í mars í ár.
Finna semju
Løgmaður hevur á skránna
fyri fundin sett 3 punkt.
Landsstýrið leggur fram
uppskot um millumlanda-
sáttmála.
Eisini
kemur
landsstýrið við uppskoti um
tíðarætlan og ymsum um,
hvussu samráðingarnar fara
fram.
Landsstýrið vil fegið, at
semja fæst á fyrsta fundi-
num um hetta síðsta. Tað vil
siga punkt 2 og 3, sum á
donskum eru soljóðandi:
forslag til tidsplan og prak-
tiske forhold for forhand-
lingsforløbet og forslag til
retningslinier for forhand-
lingerne.
Í Føroyum ella
í Danmark
Í brævinum til forsætisráð-
harran vónar løgmaður, at
Poul Nyrup Rasmussen
hevur møguleika at seta tíð
av til fund í Føroyum ella í
Danmark millum 13. og 24.
mars 2000.
Brævið frá løgmanni til
forsætisráðharran var sent
klokkan 13 í gjar, tann 8.
februar 2000.
Anfinn Kalsberg, løgmaður, vónar, at danski forsætisráðharrin hevur stundir at koma á fund um ríksrættarlig viður-
skifti millum 13. og 24 mars í ár. Bræv var sent forsætisráðharranum í gjár
Umframt at framleiða
besløg til aliringar, ger
Hydro-Tech eisini bátar
og tvíkiljur til alivinnuna
Mynd: Jens Kr. Vang
»Under statsministerens officielle besøg på Færøerne i
august 1999 diskuterede statsministeren og lagmanden
spørgsmålet om de forestående suverænitets forhandlinger.
I denne forbindelse aftaltes der, at så snart Færøernes
Landsstyre havde foretaget de nødvendige administrative
og politiske forberedelser, ville lagmanden tage kontakt
til statsministeren med henblik på at aftale parternes første
møde. Dette er også i overensstemmelse med aftalen af
juni 1998.
Sagen behandles nu i lagtingets udenlandsudvalg, og
Landsstyret er nu nået så langt med forberedelserne, at jeg
vil anmode statsministeren om, at der afholdes et møde
mellem det færøske landsstyre og den danske regering i
marts 2000.
Lagmanden vil på mødet præsentere:
•
landsstyrets oplæg til traktat
•
forslag til tidsplan og praktiske forhold for forhand-
lingsforløbet
•
forslag til retningslinier for forhandlingerne
Landsstyret ser gerne, at parterne ved dette første møde
finder en fælles forståelse for punkt to og tre.
Forhåbentlig har statsministeren mulighed for at afsætte
tid til møde, i Danmark eller på Færøerne, i perioden
mellem den 13. og 24. marts. Jeg ser derfor frem til at
høre fra dig.«
Tinganes, hin 8. februar 2000
Løgmansskrivstovan