Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 JAN MÜLLER Nú Føroyar leggja til brots við síni fyrstu oljuleiting nakrantíð, fyrireika nógvir partar av samfelagnum seg til hesa nýggju og stóru av- bjóðing. Eitt sera týðandi lið í hesi fyrireiking er útbúgv- ing og gransking. Her eru vit ikki eftirbátar. Tvørtur- ímóti hava góðar kreftir her heima við dyggum stuðuli úr útlandinum, serstakliga Noregi og Bretlandi, í eini tvey ár arbeitt miðvíst við at fyrireika útbúgvingar á skúlum og stovnum. Enda- málið við hesum er í fram- tíðini at kunna nøkta í hvussu so er ein part av eft- irspurninginum eftir væl út- búnum fólki til hesa nýggju vinnu. Talan er um útbúgvingar og skeiðvirksemi á fleiri stigum tvs. bæði innan mið- námsútbúgvningarnar og innan hægri útbúgvingar, har eisini granskingin hevur ein týðandi leiklut. Ein kann siga, at einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt. Tí um somu tíð, sum okkara myndugleikar ótolnir hava bíðað eftir eini loysn á marknatrætuni við bretar, hava umboð fyri undirvísingarstovnar fingið stundir at leggja til rættis komandi oljuútbúgvingar. Í hesi bíðitíðini hava oljufel- øg eisini sæð týdningin av nettupp at stuðla útbúgv- ingarpartinum í eini kom- andi oljuvinnu. Her hevur AMG-oljubólkurin við teimum trimum oljufeløg- Útbúgving og gransking týðandi tættir í komandi oljuvinnuni unum Statoil, Mobil og En- terprise gingið undan. Ser- stakliga hevur norska olju- felagið Statoil latið stuðul til fleiri útbúgvingartiltøk. Onnur oljusamtøk, eitt nú The Faroes Partnership, hava um somu tíð lagt dent á at læra upp fólk á teirra egnu skrivstovum og instal- latiónum. Í Føroyum er skipað eitt Oljuútbúgvingarsamtak, sum hevur staðið á odda fyri at fáa oljufak inn í undir- vísingina á teknisku skúl- unum í Havn og í Klaksvík og á Maskinmeistara- og Sjóvinnuskúlanum í Havn. Undirvísingar- og Menta- málastýrið er eisini við í hesum tiltaki. Lærarar frá hesum skúl- um hava verið á skeiði í Noregi, soleiðis at vit verða før fyri fult og heilt at standa fyri undirvísingini, tó at útlendskir serlærarar eisini verða brúktir. Skúl- arnir í Føroyum hava síðani lýst við skeiðum í oljubor- ing, fyrstu ferð í fjør, tá teir fyrstu næmingarnir tóku prógv. Nú verður so aftur lýst við boriskeiðum. Hesi byrja í mars, og sum nakað heilt nýtt hevur ein norsk fyritøka, sum enn ynskir at verða ónevnd, boðið teim- um, sum fáa prógv arbeiði og víðari upplæring. Á studentaskúlanum í Hoydølum er eisini skipað fyri undirvísing innan olju- vinnuna. Har hava fleiri næmingar valt kolvetni sum vallærugrein. Í síðstu viku var Arild Saasen, sum hevur undirvíst á Høgskolen í Stavanger, men sum nú starvast hjá Statoil, á stu- dentaskúlanum og undir- vísti. Hann var eisini á Tekniska skúla í Klaksvík. Hann kom tó fyrst og fremst til Føroyar fyri at undirvísa á einum skeiði í oljuboring á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni. Har hava tey skipað fyri einum skeiði í oljuboring fyri studentunum, sum hava valt kolvetnisverkfrøði sum grein og so fyri øðrum á- hugaðum. JAN MÜLLER Á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya úti í Nóatúni í Havn fylgja tey væl við gongdini í samfel- agnum og royna eisini at laga undirvísingina eftir framtíðar tørvi á útbúnum fólki, ikki minst tí tørvi, sum verður í føroyska sam- felagnum komandi árini. Nú oljuvinnan kaðar inn um gáttina í Føroyum verður eisini hugt at, hvussu henda vinna kann fáa rúmd innan undirvísingar- og gransk- ingarkarmar stovnins. Hans Pauli Joensen er leiðari á Náttúruvísinda- deildini. Í løtuni er hann eis- ini vararektari á Fróðskap- arsetrinum. Í hesum døgum hevur hann sitið á skúlabonki saman við næmingum á Náttúruvísindadeildini, sum hava valt kolvetnislinjuna - umframt øðrum áhugaðum uttanífrá eitt nú verkfrøð- ingum og fólki, sum hava eitthvørt tilknýti til olju- vinnu. Ein kann siga, at hetta fyri tey er eitt slag av eftirútbúgving. Hesi fáa so diplom fyri at hava luttikið. Náttúruvísindadeildin í Nóatúni hevur ein týðandi leiklut, tá hugsað verður um hægri útbúgvingar og gransking í eini komandi oljuvinnu í Føroyum. Sum eitt av teimum fyrstu í- tøkiligu stigunum á hesi leið skipar Náttúruvísindadeild- in fyri eini 3,5 ára útbúgv- ing til kolvetnisverkfrøðing. Útbúgvingin byrjaði á sumri 1998, og í summar fara næmingarnar so burt- urav at fáa undirvísing í oljufakum so sum jarðfrøði, boritøkni, reservoirtøkni og olju- og gassframleiðslu. Seks studentar á deildini ætla sær av blíva kolvetnis- verkfrøðingar og verða teir fyrstu klaktir ár 2002. Fyri líkasum at byggja uppundir tey fakini, sum koma aftaná summarfrítíð- ina, verður skipað fyri um- rødda innleiðandi skeiði um kolvetni. Skeiðið verður nevnt „Innføring í kolvetni“ og skal heilt breitt geva eina orientering um, hvat olju- vinna er fyri nakað og har nema við nógv av teimum evnum, sum tað fer at verða undirvíst í komandi hálvt- annað árið. Millum undir- vísararnar eru umframt Arild Saasen úr Noregi eis- ini fleiri føroyingar. Millum hesar eisini tveir, sum hava fingið sær útbúgving og arbeiða innan oljuvinnuna. Teir eru Sigurd í Jákups- stovu og Jóannes Djurhuus. Sigurd hevur arbeitt í fleiri ár hjá Mærsk, til hann fór undir sítt Ph.d. projekt, sum snýr seg um reservoir- modulering, meðan Jóannes Arild Saasen, sum hevur starvast hjá Høgskolen í Stavanger, og nú arbeiðir hjá Statoil, undirvísir her í boring á Náttúruvísindadeildini í Nóastúni Næmingar og lærarar á Náttúruvísindadeildini í Nótatúni umframt onnur áhuga á oljuskeiði í Nóatúni nú um dagarnar. Mynd Jens K. Vang -Vit eiga at seta okkum sum mið at útbúgva fólk, eisini á hægri støði, til at taka við teimum hægri størvunum í eini komandi oljuvinnu. Vit mugu hava føroyingar á brúnna eisini. Vit kunnu ikki bara hava teir á dekkinum. Fyri at fáa teir á brúnna krevst, at teir fáa hægri útbúgvingar, og helst eisini hægri enn til kolvetnisverkfrøðing sigur Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúru- vísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Føroyingar skulu eisini vera á brúnni Djurhuus ger kanningar av spenningum í undirgrund- ini. Bernt Ådnoy professari frá Stavanger er vegleiðari hjá Jóannesi. Bernt Ådnoy er somuleiðis við til at leggja kolvetnisverkfrøðiút- búgvingina til rættis. Hann kemur til Føroya av og á. Tað virksemi, sum er á Náttúruvísindadeildini, ið hevur tilknýti til oljuvinnu, er fíggjað av AMG-sam- takinum, umframt at Høg- skolen í Stavanger letur lærarakreftir. Talan er um 1,7 mill. kr, sum útlendsku oljufeløgini hava latið. Um- framt kolvetnisútbúgving- ina er eisini gransking á skránni. Kolvetnisgransking Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum leggur eisini stóran dent á gransk- ing, og her kemur oljuvinn- an somuleiðis inn í mynd- ina.Kolvetnisgransking byrjaði í 1998 við stuðuli frá oljufeløgum (AMG- samtakinum). Stuðulin gongur fram til ár 2001. Talan er um fígging av ein- um (20%) professara og av 3 ára doktaraarbeiði (ph.d.) innan bergmekanikk. Við granskingini verður fram- leidd vitan, ið gagnar eitt nú oljumyndugleikunum og olju- og servicefeløgum, ið skulu virka í einum olju- og gassídnaði í føroyskum øki. Á Náttúruvísindadeildini eru tey sinnað at menna granskingina við atliti at kolvetni, eitt nú innan bergmekanikk, eginleikar hjá basalti og reservoir- tøkni. Granskingin hevur til endamáls at hækka vitanar- støðið sum heild við atliti at føroysku undirgrundini og frálandavinnuni. Positivt Onkuntíð hevur verið ført fram, at tað almenna eigur at fíggja slíkar útbúgvingar og gransking heldur enn oljufeløgini. Hans Pauli Joensen kenst við hesar atfinningar. Hann sær fegin, at tað almenna fíggjar størri part av hesum, men heldur annnars, at tað er positivt, at oljufeløgini vilja stuðla menningini av hesum fakøkjunum í Før- oyum, bæði tá tað kemur til útbúgving og gransking. -Vit koyra bæði doktara- projekt og diplomverkfrøð- ingar. Uppá longri sikt mugu myndugleikarnir inn at fíggja ein basis í hesum virkseminum. Tað vil so vera tann staburin, sum kann tryggja kontinuitetin í fakinum frameftir og kann kanska innganga sum eg- infígging, um man skal søkja um pengar frá eks- ternum grunnum. Hvat viðvíkur kolvetnis- verkfrøðingaútbúgvingini so er hon við at verða heilt liðugt designað. Hon endar við einum rættiliga stórum projekti seinasta hálva árið, og har verður hugsað at lata næmingarnar gera eitt pro- jekt saman við oljufeløg- unum. Kanska verður farið yvir til Stavanger. Olju- feløgini eru annars sera væl nøgd við føroysku kolvetn- isútbúgvingina. Føroyingar á brúnna Hans Pauli Joensen sigur, at vit føroyingar eiga at seta okkum sum mið at útbúgva fólk, eisini á hægri støði til at taka við teimum hægri størvunum í eini komandi oljuvinnu. -Vit mugu hava føroying- ar á brúnna eisini. Vit kunnu ikki bara hava teir á dekk- inum. Fyri at fáa teir á brúnna krevst, at teir fáa hægri útbúgvingar, og helst eisini hægri enn til kol- vetnisverkfrøðing. Við hesi útbúgvingini ber nevniliga til at halda fram sum sivil- verkfrøðingur í Skotlandi, Noregi ella hvar tað skal vera. Tá kann man so taka doktaragrad aftaná. Hans Pauli Joensen held- ur sjálvur, at tað fer at verða tørvur á útbúnum fólki inn- an oljufak bæði í vinnuni og í fyrisitingini. -Í grein 13 í útbjóðing- arlógini stendur annars, at ein kann seta sum treyt til loyvishavaran, at hann skal vera við til at uppbyggja kompetansu. Har verður tosað um handverk og ídn- að. Sjálvur haldi eg, at tað kemur ov sjáldan fram, at man eisini skal uppbyggja ta hægri kompetansuna tvs. tær longri universitetsútbúgvingarnar. Tað haldi eg mynd- ugleikarnar eiga at royna at fáa við, um teir skulu seta krøv í loyvistreytirnar. Tað er nakað, sum hevur stóran týdning. Tað finnast uttan iva nógvir føroyingar á hesum støði kring um í heiminum, og tá oljuvinnan kemur longur fram um okkara leið- ir, fara teir eisini at gerast meira sjónligir. Og tá teir hava eina sivilverkfrøðing- aútbúgving áðrenn, so fáa teir lætt við at umskúla seg til at virka í oljuvinnuni. Hans Pauli Joensen sigur víðari, at sammeta vit við Noreg, tá teir fóru undir eina oljuvinnu, so vóru tað heldur ikki har fólk við kompetansu við atliti til oljuvinnuna. Tað teir gjørdu var at seta fleiri pengar av til universitetini. Men har vóru eingir norðmenn at fáa fatur í. Teir fingu tí fatur í útlenskum vísindafólkum, sum vórðu sett í eitt ávíst tíðarskeið. So við og við fekk man sett høgt kvali- fiseraðar norðmenn við í systeminum. Hans Pauli sigur, at vit mugu vera meira málrætt- aðir og velja nøkur øki út, har vit meina vit skulu vera dugnaligir. Tað er nærliggj- andi her at hugsa, at vit mugu vera góð til nakað, sum hevur við føroyska ba- saltið at gera. Tað er nettupp tað, sum Jóannes Djurhuus tekur sær av. Síðani eru onnur øki so sum seismikk- ur. Hvussu eru vit so fyri at fara inn í hesi nýggju vinn- una í mun til onnur lond? -Uttan at siga, hvussu væl onnur hava verið fyri, so haldi eg, at føroyingar hava verið dugnaligir at fyrireika seg til hesa vinnu. Bæði oljufyrisiting og jarðfrøðis- savn hava gjørt eitt seriøst, gott og professioenelt ar- beiði. So lógarliga og fyri- sitingarliga haldi eg vit hava tacklað støðuna væl. Tað, sum nú liggur fyri framman, er hvønn leiklut Fróðskaparsetrið skal hava í sambandi við oljuvinnuna. Sjálvur haldi eg, at Fróð- skaparsetrið eigur at fáa ein týðandi leiklut, tá tað kemur til at byggja upp kompe- tansu á hægri stigi í Før- oyum. Hans Pauli Joensen held- ur avbjóðininga frá olju- vinnuni verða sera spenn- andi og hava teir tí eisini tikið hana til sín beinan- vegin. -Henda vinna er á veg inn á okkum, og vit eiga at út- búgva fólk til at verða klár at taka við ábyrgd, tá hon kemur. Nú kann onkur siga, at hetta er í so djarvt, tí man veit ikki, um nøkur olja er. Tí hava vit eisini lagt tað so til rættis, at tann vitanin, sum fólkini fáa, eisini er generell, at tey fáa nakað at vita um undirgrundina sjálva. Tú hevur tað sama í sjóvinnuni. Har hevur man útbúgvið eina rúgvu av fólki, og tað eru ikki allir, sum arbeiða í Føroyum. Sama er við oljuvinnuni, og tað er entá positivt, at hesi fólk fyrst fáa sær royndir aðrarstaðni. Hans Pauli Joensen held- ur ikki tað ber ikki til at seta seg hendur í favn og siga, at vit bíða og vita, um nøkur olja er. Tað vildi verið skeivt. Tí hava tey valt at seta hetta í gongd. Er eingin olja her, so er hópurin av møguleikum aðrastaðni. Hans Pauli Joensen, megindeildarleiðari á Fróðskaparsetrinum, her uttanfyri Náttúruvísinda- deildina í Nóatúni í Havn. Um tvey ár verða teir fyrstu føroysku kolvetnis- verkfrøðingarnir klaktir her. Mynd Jens K. Vang Arild Saasen frá Statoil undirvísir næmingum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Á myndini eisini Claus Reistrup frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum er við til at samskipa undirvísingarnar innan kolvetni. Mynd Álvur Haraldsen