mikudagur 16. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 156 - 16. august 2006
útlond
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
Stutt sagt
– Trygdin hjá ferðafólkunum kemur fram um alt annað
(bretska loftferðslueftirlitið)
Síðani bretsku myndugleik
arnir avdúkaðu eina ætlan
hjá yvirgangsmonnum
at spreingja fleiri ferða
mannaflogfør á flogi,
hava myndugleikarnir í
fleiri øðrum londum hert
tilbúgvingina.
Soleiðis er í Fraklandi, og
í gjár segði Nicolas Sarkozy,
innanríkisráðharri,
at
vandin fyri yvirgangi í
Fraklandi er bæði stórur
og støðugur. Hann segði, at
fronsku trygdartænasturnar
eru tilbúnar, og hann heitti
á franska fólkið um at hava
eygu og oyru opin.
Síðani avdúkingina í
Bretlandi hava fronsku
myndugleikarnir
hert
eftirlitið við øllum flog
førum, sum fara til USA,
Bretlands og Ísraels, skrivar
AFP úr París. Í dag skuldu
innanríkisráðharrarnir í
ES-londunum hittast at
umrøða støðuna.
Tann 25, juli virkaðu
tveir av generatorunum
á kjarnorkuverkinum í
Forsmark í Svøríki ikki,
og hóast óhappið ikki
elvdi til leka, verður
tilburðurin mettur sum sera
álvarssamur.
Nú fýlast norsku myndug
leikarnir á, at teir ikki fingu
boð um óhappið í Forsmark,
skrivar
blaðið
VG.
Kjarnorkuserfrøðingurin
Niels Bøhmer sigur við
blaðið, at ein leki á verk
inum í Forsmark hevði
fingið nógv størri avleið
ingar fyri Noreg, enn
vanlukkan í Tjernobyl
hevði á sinni.
Norsku myndugleikarnir
vísa á, at sambært einum
nýgg jum norðurlendskum
sáttmála skulu Norðurlond
ávara hvørt annað, um
nakað álvarssamt er á vási,
men tað gjørdu sviar kortini
ikki. Kanska mettu teir ikki
óhappið nóg álvarssamt,
men
ta
umberingina
halda norðmenn ikki vera
rætta. Tí fara teir at spyrja
svensku myndugleikarnar
um málið, skrivar VG.
Trígg ir
meksikanskir
fiskimenn eru komnir
afturíaftur í øllum góðum,
eftir at leitað hevur verið
eftir teimum í mánaðir.
Teir trígg ir menninir
fóru við einum átta metrar
longum báti at fiska háv
í Kyrrahavinum, men
longu tann fyrsta dagin
fingu teir trupulleikar við
motorinum og róku til
havs. Fyri nøkrum døgum
síðani kom eitt skip fram
á teir nærhendis Marshall-
oygg junum.
Menninir
vóru illa á holdum komnir,
men hava tað gott eftir
umstøðunum, verður sagt.
Tann stóri spurningurin
tykist vera, hvussu leingi
teir hava rikið á havinum.
Sambært einum blaði
fóru teir til fiskiskap tann
28. oktober í fjør, men
tíðindastovan Notimex
sigur seg hava fingið at
vita frá næstringum teirra,
at teir hava verið burturi í
trígg jar mánaðir.
Menninir hava greitt
frá, at teir hava livað av
regnvatni og fiski, og at
tvær ferðir var báturin um
at søkka. Ta einu ferðina
fingu teir ongan bita í tvær
vikur, siga teir.
Róku á havinum í mánaðir
Sviar ávaraðu ikki
norðmenn
Stórur vandi fyri yvirgangi
Tey herdu trygdartil
tøkini í flogferðsluni
hava elvt til nógvar
trupulleikar. Eitt nú
leita fólk eftir viðføri
sínum
Síðani myndugleikarnir
í Bretlandi avdúkaðu ætl
aðu atsóknirnar at ferða
mannaflogførum,
eru
trygdartiltøkini í fleiri
floghavnum herd munandi.
Tað hevur havt við sær, at
ferðafólk noyðast at standa
leingi í bíðirøð, fleiri rutur
eru avlýstar, meðan aðrar
eru seinkaðar.
Tey herdu krøvini til hond
viðførið hava eisini víst seg
at hava sínar avleiðingar,
og ein teirra er, at kuffert í
túsundatali hava hópað seg
upp í ymsum floghavnum í
seinastuni. Sambært svenska
blaðnum Expressen eru
umleið 20.000 kuffert ikki
komin vegin fram, og nú
hevur British Airways gjørt
av at leiga flutningsflogfør til
at flyta tey nógvu kuffertini
ril Bretlands.
Ferðafólk
og
ferða
skrivstovur eru sera misnøgd
við framferðina hjá bretsku
eftirlitsmyndugleikunum.
Sagt verður, at myndugleik
arnir hava alt ov fá starvsfólk
til at avgreiða viðførið hjá
fólki, og at myndugleikarnir
tí ikki hava lagað seg til tær
broyttu umstøðurnar.
Flogfelagið
Ryanair
umhugsar sambært Sky
News at fara til dómstólarnar
við málinum. Stjórin,
Michael O’Leary, sigur
við sjónvarpsstøðina, at tey
vita ikki annað at gera enn
at fáa dómsvaldið at noyða
stjórnina í London at fáa
viðurskiftini í floghavnunum
í rættlag.
Eftirlitsmyndugleikarnir
hava svarað, at teir gera alt,
sum stendur í teirra makt
fyri at nøkta krøvunum hjá
flogfeløgunum.
– Men vit seta trygdina
hjá ferðafólkunum fram um
alt annað, sigur talsmaðurin
hjá myndugleikunum við
Sky News.
Á oyggjunum Borneo
og Sumatra verða
stór skógarøki brend
fyri at gera pláss fyri
landbúnaði, og tann
nógvi roykurin ger
tað næstan óliviligt í
fleiri býum.
Indonesisku myndugleik
arnir boðaðu í gjár frá, at
teir noyðast at lata fleiri
almennar skrivstovur og
skúlar á Sumatra aftur, tí
tað er ikki verandi har fyri
roykinum frá teimum stóru
skógareldunum. Á Borneo,
sum er undir indonesiskum
og malaysiskum ræði, er
støðan lítið mætari.
Tann nógvi roykurin
ávirkar eisini gerandisdagin
í fleiri av teimum stóru
býunum har um vegir. Í
Singa pore og malaysiska høv
uðsstaðnum Kuala Lumpur
er roykurin so nógvur, at tað
ávirkar heilsuna hjá fólki,
skrivar Reuters. Indonesisku
veðurmenninir hava biðið
myndugleikarnar taka stig til
at steðga skógarbrenningini,
tí hon kann fáa álvarssamar
avleiðingar, tá regntíðin
kemur í oktober, siga teir.
Bæði í Indonesia og
Malaysia hevur roykurin
darvað ferðsluni, og fremm
and ferðafólk í túsundatali
hava avlýst sínar ferðir til
tey dálkaðu økini. Harafturat
hevur roykurin órógvað
flogferðsluna.
Indonesiski
forsetin,
Susilo Bambang Yudhoy
ono, hevur lovað at fáa
góðseigararnar at gevast
við skógarbrenningini, men
sambært Reuters hevur
hann ilt við at fáa teir lokalu
myndugleikarnar at fullføra
boðini.
Stórbýir huldir í royki
20.000 kuffert horvin
Umleið 20.000 kuffert eru ikki komin vegin fram, síðani myndugleikarnir í Bretlandi avdúkaðu
yvirgangsætlaninar ímóti flogferðsluni