mikudagur 16. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 156 - 16. august 2006
ítróttur
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Vit hava arbeitt í 9 mánaðir við liðnum, men tað er nú, at
tað veruliga fer at galda
John Petersen, hjálparvenjari á fóltbóltslandsliðnum
Karstin
skal verja
NSÍ-málið
Karstin Joensen,
sum byrjaði kapp
ingarárið í ÍF, skal
sunnudagin standa í
málinum hjá NSÍ
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið NSÍ um vikuskiftið
spældi dyst ímóti ÍF í Fugla
firði, endaði ein støða
móti dystarenda við, at
málmaðurin Jens Martin
Knudsen fekk reyða kortið.
Dómin metti, at Jens
Martin hevði hevnt seg
eftir ein samanbrest við
Bartal Eliasen, og so var
hann vístur út.
NSÍ skal næstu tvey
umførini spæla týðandi
dystir ímótu HB og B36,
og tað er sannlíkt, at Jens
Martin hevur leikbann í
báðum dystunm. Hann hev
ur í øllum førum leikbann til
dystin ímóti HB í Runavík
sunnudagin, og líknandi
støður fyrr í ár hava havt
við sær, at spælarar hava
fingið leikbann í tveir dyst
ir, og tað kann Jens Martin
eisini fáa. Avgerðin um leik
bannið er ikki tikin enn.
Tórður Thomsen er ungur
og evnaríkur málmaður úr
Runavík, men hann er í
hesum kappingarárinum
leigaður út til B68, og nú
kann hann ikki kallast
heimaftur, um NSÍ skuldi
ynskt tað í hesi støðuni.
NSÍ hevur hinvegin avloys
aran hjá Jens Martini kláran
til dystin sunnudagin. Tað
er klaksvíkingurin Karst
in Joensen, sum byrjaði
hetta kappingarárið sum
málmaður í ÍF og áður
hevur vart málið hjá KÍ.
Hann flutti fyrr í hesum
kappingarárinum til NSÍ,
men hevur gjørt lítið við
fótbóltin har.
Ætlanin hevur allatíðina
verið, at Karstin skuldi verða
tøkur eftir summarsteðgin,
og nú er longu brúk fyri
honum til dystin ímóti HB
sunnudagin.
– Tað er altíð spell at
missa ein royndan spælara
sum Jens Martin, men vit
hava tíbetur ein góðan
avloysara kláran til dystin
sunnudagin. Karstin er
ein góður málmaður, og
hann hevur spælt nógv
í fremstu deildini, sigur
Trygvi Mortensen, venjari
hjá NSÍ.
- Vit hava í longri tíð
arbeitt við einum
nýggjum spælistíli
á landsliðnum,
og í kvøld verður
fyrsta próvtøkan
fyri hetta arbeiðið,
sigur John Petersen,
hjálparvenjari á
landsliðnum, undan
dystinum ímóti
Georgia
FØROYAR-GEORGIA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í kvøld skal venjaraparið
Jógvan Martin Olsen og
John Petersen fyri fyrstu
standa á odda fyri føroyska
fótbóltslandsliðnum í einum
undankappingardysti, og
spenningurin er stórur undan
dystinum ímóti Georgia á
Svangaskarði.
– Vit hava arbeitt í 9
mánaðir við liðnum, men tað
er nú, at tað veruliga fer at
galda, sigur John Petersen,
sum er hjálparvenjari hjá
Jógvan Martin Olsen.
– Vit hava í longri tíð
arbeitt við einum nýggjum
spælistíli á landsliðnum, og
í kvøld verður fyrsta próv
tøkan fyri hetta arbeiðið. Eg
eri sannførdur um, at tær
broytingar, sum vit hava gjørt
á liðnum, fara at rigga, og tað
verður sjálvsagt spennandi at
síggja, hvussu leikur nú fer
ímóti Georgia, sigur John
Petersen.
Nervar aftur at hóma
John Petersen var í fleiri
ár stuðulsspælari á lands
liðnum. Hann hevur spælt
57 landsdystir fyri Føroyar,
og hann skoraði seks mál í
hesum dystum.
John spældi sín seinasta
landsdyst í 2004, men í
fjør kom hann aftur á lands
liðið. Nú var tað sum hjálp
arvenjari, og tað er ein nýggj
og spennandi avbjóðing fyri
34 ára gamla John Petersen,
sum ikki hevur stóru roynd
irnar sum venjari.
– Fyrstu ferðina var tað
løgið at verða á landsliðnum
sum venjari, men eg havi
vant meg við mín nýggja
leiklut, sigur hann.
– Hetta er ein sera spenn
andi uppgáva at fáa, og eg
eri ikki minst spentur, nú
fyrsti veruligi dysturin er
fyri framman. Eg havi ikki
havt nervar, síðani eg spældi
á landsliðnum í 1995, men
eg rokni við, at teir koma
aftur áðrenn hendan dystin.
Hevur tú funnið tín leiklut
sum hjálparvenjari?
– Eg havi verið nógv við
á landsliðnum, so eg havi
sæð, hvat hjálparvenjararnir
undan mær hava gjørt. Eg
havi mínar uppgávur á lands
liðnum, og hesar uppgávur
fái eg í samráð við Jógvan
Martin.
Ikki sannførandi
á útivølli
Føroyar eru komnar ein sera
truplan bólk í undankappingini
til EM í 2008, og hóast
fyrsti dysturin ikki er ímóti
teimum sterkastu londunum
í bólkunum, er mótstøðan nóg
sterk til føroyska landsliðið.
Georgia eigur nógvar góðar
fótbóltsspælarar, og hóast
størsta stjørnan á liðnum,
Kakha Kaladze, ikki er við
í Føroyum, er talan um eitt
sterkt fótbóltslið, sum er
styrkismett væl hægri enn
føroyska liðið.
– Vit vita ikki so nógv
um, hvussu Georgia spælir,
men vit hava sæð onkrar
dystir hjá teimum í seinastu
undankappingini. Teir fingu
millum annað javnleik ímóti
Danmark, men vit síggja eisini
á hagtølunum, at teir ikki hava
verið serliga sannførandi á
útivølli, sigur John Petersen.
– Tað verður eisini sera
spennandi at síggja, hvussu
okkara lið fer at standa seg
ímóti Georgia, og hvussu
okkara broytingar í spæli
stílinum koma at rigga ímóti
júst hesum liðnum.
Dysturin millum Føroyar
og Georgia verður á Svanga
skarði í kvøld kl. 19.00.
Georgia er fyrsta
próvtøkan
Dómarin er úr
Norðurírlandi
Tað verður Michael Ross
úr Norðurírlandi, sum
skal halda skil á dystin
um millum Føroyar og
Georgia í kvøld.
UEFA sendir eisini
ein umboðsmann, sum
skal tryggja at umstøð
urnar kring dystin eru
í lagi, og hesaferð er
umboðsmaðurin
úr
Svøríki. Hann eitur Lars-
Åke Bjørck.
– Vit hava í longri tíð arbeitt við einum nýggjum spælistíli á landsliðnum, og í kvøld verður fyrsta próvtøkan fyri hetta arbeiðið. Eg eri sannførdur um, at
tær broytingar, sum vit hava gjørt á liðnum, fara at rigga, og tað verður sjálvsagt spennandi at síggja, hvussu leikur nú fer ímóti Georgia, sigur John Petersen,
hjálparvenjari á landsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen