mikudagur 16. august 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Týski venjarin hjá
Georgia roknar ikki
við nøkrum løttum
dysti í Føroyum,
men fólki krevur ein
sigur í fyrsta dysti
hansara
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er eitt nýtt kapittul í
fótbóltssøguni hjá Georg
ia, sum hol verður sett á,
tá teir í kvøld skulu takast
við Føroyar.
– Týski Klaus Topp
möller er nýggjur venjari,
og setningurin verður í
fyrsta lagi at fáa eitt so
gott úrslit, sum yvir høvur
gjørligt í komandi undan
kappingini, sigur Shalva
Bibilashvili, sum starv
ast hjá georgiska ítróttar
blaðnum, Sporti.
– Tað er eingin hjá
okkum, sum roknar við
einum løttum sigri, men
kravið er kortini, at liðið
fær trý stig. Við dystum
móti bæði heims- og
varaheimsmeistarunum í
undankappingini er neyð
ugt hjá okkum, at teir báð
ir dystirnir móti Føroyum
geva seks stig. Tað er í
øllum førum tað, sum við
haldsfólkini krevja, sigur
hann.
Ætla sær frameftir
Vanliga spælir Georgia
eina væl skipaða 4-4-2,
men í lokalu miðlunum
verður
gitt,
at
talan
kanska verður um eina
meira framrættaða skipan
hesaferð. Ikki so nógv, tí
týski venjarin hevur hug
at undirmeta Føroyar,
men heldur tí fleiri av
føstu
verjuspælarunum
eru skaddir, og at venjarin
tí ikki hevur eins nógvar
møguleikar her, sum hann
gjarna vildi havt.
Kaladze úr AC Milan,
Khizanishvili úr Blackburn
Rovers og Khizaneishvili
úr FC Freiburg eru allir
skaddir. Tí meta fleiri, at
spælt verður við trimum
í verjuni, men fram til
dystarbyrjan tykist venj
arin tó halda kortini nær
at kroppinum.
Og hóast ein lítil spurn
arkanning stafðesti, at
71% av fólkunum rokna
við sigri til Georgia í
kvøld, so staðfestir venj
arin, at hann hevur størstu
virðingina fyri Føroyum.
– Tað, sum eg havi sæð,
bendir á, at talan verður
um ein sera harðan dyst
fyri okkara viðkomandi.
Søguliga plaga Føroyar
eisini at spæla sera væl í
byrjanini av eini undan
kapping, og við nýggjum
venjara og fleiri nýggjum
spælarum er einki at ivast
í, at teir vilja leggja sera
nógv fyri, sigur Klaus
Toppmöller.
Georgia
krevur trý stig
Týski landsliðsvenjarin
hjá Georgia er ein royndur
harri. Í fleiri ár hevur hann
staðið á odda fyri liðum í
týsku bundesliguni, men
hetta er so fyrsta roynd
hansara sum landsliðs
venjari
Tá ið føroyingar fyri
fýra árum síðani vóru
til undankapping
í Georgia fekk tað
eftirspæl í UEFA
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í kvøld verður farið und
ir nýggju EM undankapp
ingina, tá ið Føroyar á
Svangaskarði taka ímóti
Georgia.
Føroyar og Georgia hava
ongantíð áður spælt lands
dyst móti hvørjum øðrum
á hægsta støði. Men før
oyskur fótbóltur hevur
fleiri ferðir kent sviðan av,
at Georgia ikki er at
spæla við, hóast
landið ikki hevur luttikið
í endaspølum, og hóast
landið ikki er serliga
ovarlaga á altjóða styrkis
listanum.
Fyri tveimum árum síðani
spældi HB í Europa Cup
móti FC WIT úr Georgia.
Á útivølli legði HB rygg til
5-0 tap. Á heimavølli gekk
munandi betur, og tað hevði
verið óført, um landsliðið
í annað kvøld hevði gjørt
HB tað bargdið eftir. HB
vann 3-0!
Uttan at taka nakað frá
óføra HB avrikinum ta ferð
ina, so spældi tað ivaleyst
inn, at georgiska liðið á
heimavølli so at siga hevði
tryggjað sær víðari luttøku.
Men georgiska liðið var
týðuliga skelkað á Tórs
vølli, og tað upplivilsið hev
ur landsliðsvenjari teirra
ivaleyst mint sínar
spælarar á, at hann
á ongan hátt ynskir
skal verða endur
tikið
Tvær
ferðir
áður hava før
oysk feløg
eisini spælt
ímóti liðum
úr Georgia.
HB tapti samanlagt 9-0
ímóti Dinamo Batumi í
1996, og í 2002 tapti B36
6-2 ímóti Torpedo Kutaisi.
Ferðin til Georgia
Í 2002 var føroyska U-19
landsliðið í Georgia, har
Føroyar luttóku í EM undan
kapping. Hini londini vóru
Ukraina, Georgia og Belgia.
Føroyar endaðu aftast, og
Ukraina vann kappingina.
Georgia gjørdist næstbest,
og Belgia endaði á triðja
plássi.
Í
uppgerðini
millum
heimaliðið
og
Føroyar
vann Georgia 2-0. Føroyar
megnaðu at halda tætt allan
1. hálvleik. Georgia skoraði
í 62. og 82. minutti.
Venjari hjá føroyska U-19
landsliðnum ta ferðina var
Jógvan Martin Olsen, sum
nú er venjari hjá A-landslið
num, og hann hevur fleiri
av teimum, sum fyri fýra
árum síðani vóru í Georgia,
við á sínum liði. Hesir eru
Hanus Thorleifsson, Símun
Samuelsen og Hans Pauli
Samuelsen. Bergur Midjord,
sum eftir vikuskiftið gav
avboð til henda landsdystin,
var eisini við í Georgia fyri
fýra árum síðani.
Endaði í UEFA
Jógvan Martin Olsen kennir
væl góða bóltførleikan hjá
Georgia, og hann hevur
saman við spælarunum sæð
onkrar upptøkur, men tað
hevur borið illa til at fáa
tilfar har eysturi frá.
– Vit hava gjørt okkara
besta, og vit hava brúkiligt
tilfar, men sum so ofta áður,
so hevur tað víst seg tor
ført at samskifta við lond
langt eysturi í fyrrverandi
Sovjetsamveldinum, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Tá ið Føroyar vóru í
Georgia fyri fýra árum síð
ani, lótu spælararnir illa at
umstøðunum, sum teir búðu
undir. Eftir heimkomuna
setti FSF seg í samband við
UEFA. Og sum skilst, so
hevur eftirlitið við ferða-
og uppihaldsumstøðum ver
ið betri síðani.
Besta føroyska úrslitið móti georgiskari mótstøðu fekk HB, tá teir fyri tveimum árum síðani vunnu 3-0 á heimavølli móti FC Wit
Georgia vekir buldralig minni
Stórsigur til Ukraina
Eitt
av
føroysku
mótstøðuliðunum
í
komandi
undankappingini er Ukraina, og teir løgdu bragdliga
fyri, tá teir í gjár spældu venjingardyst móti Aserbadjan.
Voronin, Nazarenko, Rotan, Gusev, Vorobei og Bielik
vóru málskjúttar í dystinum, sum endaði við ikki minni
enn 6-0 til Ukraina. Støðan í hálvleikinum var 4-0.
-mørk
Klose skal brúka Adidas
Hóast hann í HM-kappingini spældi í Adidas og tá gjørdist toppskjútti við fimm málum,
sigur Miroslav Klose, at hann kennir seg ikki heilt væl í týska fótbúnanum.vÍ Werder
Bremen spælir Klose í Nike-skógvum, og hesar vil hann eisini sleppa at nýta á landslið
num.
Trupulleikin er bara, at týska fótbóltssambandi og Adidas hava sáttmála, sum ikki
loyvir hesum, og tað hevur fingið fleiri spælarar at reagera. Teir siga, at antin spæla teir
í teimum skógvum, sum teimum dámar best. Ella spæla teir als ikki.
Ein líknandi træta var annars í Týsklandi fyri einum 20 árum síðani. Ta ferðina kravdi
málverjin Harald Schumacher, at hann skuldi spæla í handskum frá Puma, meðan fót
bóltssambandið vildi hava hann at spæla í Adidas.
-mørk
[ Nr. 156 - 16. august 2006 ]