Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 154 - 14. august 2006 ] Georgia hevur argað tey stóru Fleiri ferðir hevur Georgia fingið góð úrslit ímóti londum, sum er styrkismett nógv hægri enn Georgia. Ein tann fyrsti minniligi sigurin hjá Georgia var í 1994, ta ið landið vann heili 5-0 ímóti Wales á hiemavølli. Í 1997 spældi Georgia javnleik 0-0 ímóti Italia, og árið eftir fekk Georgia eisini javnleik ímóti Russlandi. Í 2003 gjørdi Georgia tað bragd at vinna 1-0 á Russlandi, og í seinastu undankapping fekk landið javnleik ímóti Danmark. Rokna við meti í Aalborg Tað gongur væl hjá AaB í superliguni, og tað sæst eisini aftur í talinum á áskoðarum, sum koma til dystirnar á heimavøllinum í Aalborg. Heimasíðan hjá AaB skrivar, at roknað verður við meti fyri hetta kappingarári á Aalborg Stadion sunnudagin. AaB skal spæla ímóti Randers FC, og helst verða tað fleiri enn 9.000 áskoðarar til dystin. Í AaB viðurkenna tey, at tað er støðan í toppinum á stigatalvuni sum ger, at áhugin fyri fótbóltinum er so stórur í løtuni. Føroysku spælararnir í AaB verða ikki við um vikuskiftið, tí teir eru báðir skaddir. Tríggir EM- dystir í kvøld Flestu av europeisku lond­­unum spæla í kvøld ven­jingardystir sum fyrireiking til nýggju EM-undankappingina. Tríggir EM-dystir verða tó á skránni, og ein av teimum er dysturin mill­ um Føroyar og Georgia. Í Estlandi fara Estland og Makedonia at spæla fyrsta dystin í bólki E, og í Kazakhstan fer at vitja í Belgia í fyrsta dystinum í bólki A. Tann 2. september, tá ið Føroyar spæla á úti­ vølli ímóti Skotlandi, byrjar undankappingin av álvara, og tað verð­ur spælt í øllum bólkunum. Írski landsliðs­ venjarin hóttir Írski landsliðsvenjarin Steve Staunton fekk ein ordans kvøkk mána­kvøld­ ið. Írlandi fyrireikar seg til venjingardyst ímóti Hollandi í kvøld, og mána­ kvøldið fór Staunton út í túnið frammanfyri gist­ ingarhúsið í Dublin, har írska landsliðið býr. Har kom ein maður stun­­andi ímóti honum við pistóli á lofti. Staut­on flýggjaði innar á gist­ingarhúsið aftur, og løtu seinni handtók løg­reglan mannin. Einki verður sagt um orsøkin til, at maðurin hótti írska landsliðsvenjaran, og írska fótbóltssambandið sigur, at hóast Staunton fekk ein ordans kvøkk, er hann klárur til landsdystin í kvøld. McClaren til arbeiðis Í kvøld spælir Ongland fyrsta landsdystin, eftir at Steve McLaren var settur í starvið sum landsliðsvenjari. Talan er um ein venjingardyst ímóti Grikkalandi, sum verður spældur á Old Trafford í Manchester. – Vit mugu líta afturá og læra av okkara mis­ tøkum. Tað er avgerandi fyri okkum, sigur Steve McLaren undan dyst­inum og sipar til hálvvánaliga enska avrikið undir HM í Týsklandi í summar. Beckham og Nistel­ rooy eru vrakaðir, Totti skal lokkast aftur á landsliðið, og Nedved sigur enn einaferð farvæl til kekkiska landsliðið. Europeisku lands­ liðini spæla venj­ing­ ar­dystir í kvøld, og nógvir áhugaverdir dystir eru á skránni Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo HM-endaspælið í Týsklandi er farið afturum, og fyri framm­an stendur ein nýggj undankapping til EM-endaspælið í 2008. Europeisku fótbólts­lands­ lið­ini eru farin undir sín­ ar fyrireikar til nýggju kappingina, og í kvøld spæla tey venjingardystir. Onkrir dystir vórðu spæld­ ir longu í gjárkvøldið, og mill­um teirra var dystur mill­um Ísland og Spania í Reykjavík. Spanska leg­end­ a­n Raúl spældi sín landsdyst nummar 100, men hann klár­ aði ikki at gera mál í hesum dystinum. Tað kláraði heldur eingin av hinum spæl­ar­ unum, og tí endaði tað við málleysum javnleiki. Ukraina, sum er í bólki saman við Føroyum í EM- undankappingini, hitaði upp við einum stórsigri á Aserbadsjan. Kekkia vann dystin heili 6-0, og longu í hálvleikinum var støðan 4-0 til Ukraina. Dysturin gevur enn eitt dømi um, hvussu trupul útidysturin hjá Føroyum ímóti Ukraina kann gerast. Vrakaðar stjørnur Nú nýggir landsliðsvenjarar eru settir í nógvum londum, hevur tað eisini við sær, at teir gera broytingar á sínum liðum. Nógvir spælarar verða ikki bidnir aftur, og summar av teimum størstu stjørnunum sleppa heldur ikki longur upp í part. Tað hevur givið mest ekkó, at ein tann kendasti fót­ bóltsspælarin í heiminum, David Beckham, ikki long­ ur kann brúkast á enska landsliðnum. Nýggi lands­ liðsvenjarin hevur valt at vraka Beckham, so hann kann staðfesta, at talan veru­ liga er um nýggja byrjan, nú venjarin hjá Onglandi ikki longur eitur Eriksson, men McLaren. Ein annars kendur spæl­ ari, sum er vrakaður til venj­ingardystirnar í kvøld, er hollendski álopsspælarin Ruud van Nistelrooy, sum júst er seldur til Real Madrid fyri eina risastóra milliónaupphædd. Hann hevur longu sett hol á málskjótingina fyri spanska felag sítt, men hollendski venjarin Marco van Basten sigur seg ikki hava brúk fyri honum á landsliðnum. Nedved gevst Meðan summi verða vrak­að­ ir, eru tað aðrir, ið fáa høvi at gevast sjálvir. Ein teirra er Pavel Nedved, sum í kvøld spælir sín seinasta landsdyst fyri Kekkia. Eins og nógvar aðrar stórar stjørnur, er hetta ikki fyrstu ferð, at Nedved sigur farvæl til landsliðið. Tað gjørdi hann eisini í 2004, men hann kom upp í aftur 15 mánaðir seinni og spældi við í HM-endaspælinum í summar. Nú hevur Nedved boða frá, at hann fer at leggja alla orku í at spæla fyri Juv­entus seinastu tvey árini av síni yrkisleið, og dysturin á heimavølli ímóti Serbia í kvøld, er tí tann seinasti hjá honum. Hetta er landsdystur nummar 91, sum hann spælir fyri Kekkia, og hann hevur í hesum dystum gjørt 18 mál. Totti aftur í blátt Heimsmeistararnir úr Italia, sum eru í bólki sam­ an við Føroyum í næstu und­ankappingini, spæla eis­ ini venjingardyst í kvøld. Italia hevur fingið nýggjan venjara, eftir at Marcelo Lippi takkaði fyri seg eftir HM-gullið í Týsklandi. Nýggjur venjari er Roberto Donadoni, og hann vónar at lokka Francesco Totti aftur í bláu landsliðstroyggjuna. Í dystinum ímóti Ukraina í kvøld gevur Donadoni nógvum ungum spælarum kjansin, og nógvir av teim­ um, sum vunnu HM í summ­ar, eru als ikki við í hópinum hesaferð. Men teir skulu við aftur seinni, og Donadoni vónar, at eisini Totti, sum eftir HM segði seg ivast í síni framtíð sum landsliðsspælarin, kemur aftur á landsliðið. Um tað eydnast Donadoni at fáa Totti aftur á landsliðið, fáa føroyingar møguleikan at síggja ein tann besta italska fótbóltsspælaran nakrantíð spæla í Føroyum næsta summar. Stjørnur gevast ella verða vrakaðar Pavel Nedved spælir í kvøld seinasta landsdystin fyri Kekkia. Mynd: Scanpix Landsdystir í kvøld Nógvir venjingardystir verða spældir í kvøld. Millum dystirnar eru hesir: Danmark-Pólland Ongland-Grikkaland Kekkia-Serbia Finland-Norðurírland Norge-Brasil Týskland-Svøríki Italia-Kroatia Bosnia-Frakland Írland-Holland Kringvarp Føroya kundi ikki fáa svar fyrr enn í dag, um teir kundu vísa landsdystin millum Føroyar og Georgia á Svangasgarði í kvøld. Tað er ov seint, og tí verður ongin dystur at síggja í sjónvarpinum Tað er týska fyritøkan Sport Five, sum umsitur rættindini til allar upptøkur av heimadystum hjá Føroyum. Kringvarp Føroya skal tí spyrja teir eftir, ella keypa loyvi frá teimum til at taka upp heimadystir hjá landsliði okkara. Tað hevur Kringvarp Føroya eisini gjørt hesaferð, men Sport Five ikki kundi geva svar fyrr enn kl. 13 í dag. Tað er ov seint, og av tí sama verður ongin fótbóltur í sjónvarpinum í kvøld. -rwd Ongin dystur í sjónvarpinum í kvøld