Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 157 - 17. august 2006 tíðindi SAMBAND Eirikur Lindenskov eirik@sosialurin.fo tlf 341800 Í gjár komu teir fyrstu donsku næmingarnir til Føroya, sum skuli sigla tann fyrsta tein­in við Vædd­er­en á Galathea 3-rann­­ sóknarferðini. Tey skulu kanna súr­evn­ is­framleiðsluna hjá algum í havinum, og gleða seg til at arbeiða saman við gransk­ ar­um. Tey leggja tó afturat, at tað ikki er av til­vild, at nógvir fjøl­miðla­fólk eru við á ferð­ini, tí ætlanin er eisini at varpa ljós á nátt­úruvísindaligu lærugreinirnar GRANSKING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í gjár komu tveir av teim­ um donsku næm­ing­un­um, Susannah Keller Finn og Asbjørn Stub Jac­­ob­­sen, til Føroya í sam­­bandi við Galathea 3-rann­sóknarferðina. Tey komu saman við lærara teirra í studentaskúlanum nærhendis Ballerup, Maria Nyland Jensen, og áðrenn Vædderen kom til Føroya, gistu tey á hotelli í Havn. Tey vitjaðu í Miðla­hús­ in­um í Vágsbotni í gjár og greiddu frá, at næmingar úr tilsamans eini 40 stud­ entaskúlaflokkum í Dan­ mark høvdu kappast um at sloppið við á ferðina. Av hesum vóru 7 flokkar komn­ir í finaluna, og fimm flokkar sluppu gjøgnum tað endaliga nálareygað. Úr hesum fimm flokkum vórðu eini 7-10 næmingar úr hvørjum flokki bidnir at koma til sokallaða casting hjá danska TV-2, sum síðani valdi tveir næmingar úr hvørj­ um flokki út. Hesir báðir næmingarnir skulu so verða umborð á Vædderen í góðar 3 vikur í part, tá umboð úr tí næsta flokkinum taka yvir. Kanna súrevnis­fram­ leiðsluna hjá algu­m­ Susannah og Asbjørn greiða frá, at tað blivu tey, sum blivu vald úr júst teirra alisfrøðiflokki, og eitt av endamálunum er at varpa ljós á tær náttúruvísindaligu lærugreinirnar, sum ikki hava megnað kveikt áhugan hjá nóg nógvum næmingum tey seinastu árini, hóast tørvurin á fólki annars hevur verið stórur. Tey greiða frá, at uppgávan hjá teimum verður at kanna súrevnisframleiðsluna hjá algum í havinum, og sjálvt arbeiðið vendir sær serliga móti lívfrøðini, siga tey. Inni­ haldið av CO2 verður mett at vera stórt uppi við vatn­ skorpuna í havinum á okkara leiðum, og hetta kann føra til, at havið verður súrari, greiða tey frá. Tey siga tí vóna, at tey megna at prógva eina gongd, sum tey taka til, so eitt úrslit fæst til vega, áðrenn, tey skulu mynstra av aftur skipinum. Meðan tey eru umborð, sita teirra floksfelagar í Dan­mark í teirra flógvu skúla­stovum og fylgja arbeið­inum og úrslitunum á inter­netinum. Tey greiða frá at royndir eisini eru gjørdar skamt frá Århus, og at úrslitini skulu samanberast við tey frá Galathea 2-ferð­ ini í fimtiárunum, hóast far­ vatnið tá var eitt annað. Hesaferð skal Galathea 3 sigla heilt suður til m.a. Kili og Galapagosoyggjarnar, men Susannah og Asbjørn skulu tó mynstra av longu í Nuuk, har aðrir stud­enta­ skúlanæmingar sum nevnt koma umborð. Hetta leggja tey tó einki í, tí sum tey sjálv siga, so skulu hini til nakrar “frítíðaroyggjar”, har granskararnir skulu arbeiða meira spjaddir, meðan tey á okkara havleiðum koma at arbeiða meira savnað um­borð á sjálvum skipinum saman við professionellum granskarum, og tí koma tey at fáa mannagongdirnar hjá granskarunum tæt upp at sær, sum tey taka til. – Og so hava vit ongantíð verið í Føroyum fyrr, skunda tey sær at siga við ein munn. Miðlastunt Tey skulu mynstra av tann 12. september, men ivast ikki í, at fáa brúkt nógv av hesum í øðrum lærugreinum enn teimum náttúruvísindaligu, tí verkætlanin er tvørfaklig og partur av nýggjari lærugrein, sum verður kallað “almen studieforberedelse”. Eini 35 til 40 granskarar frá flestu hægri lærustovnum verða við Vædderen á túrin­ um, og umframt at kanna norðurhøvini skal manningin á Vædderen kanna fiskar og skjaldbøkur kannast við Asorurnar og onnur djór og menningarlæra – evolutión – kannast við Galapagos. Harafturat skal kolevni og kyksilvur kannast á øllum túrinum. Tað er ikki av tilvild at donsku fjølmiðlarnir eru væl umboðaðir. Umframt at hetta er ein stór verkætlan innan gransking, so er hetta eisini eitt stórt PR-stund fyri náttúruvísind siga Susannah og Asbjørn. Sjarmuherferð fyri náttúruvísindina Tað varð tann 14 ára gamli Andreas Erik­sen, sum júst er byrjaður í 8. flokki í Vestmanna skúla, ið skal umboða Før­oyar umborð á Vædderen á Galatheu 3-rannsóknarferðini. Átta ungfólk høvdu tryggjað sær lut í finaluni, men einans fýra møttu upp. Av tí at tað almenna Gal­ athea-kvøldið, sum skuldi ver aí gjár, varð útsett til í kvøld, er vandi fyri, at onkur av hesum finalistum kann hava hildið, at finalan skuldi verða í kvøld GRANSKING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Tað var ein samd dóms­ nevnd, sum klokkan 18.30 í gjárkvøldið í Norð­ur­ landahúsinum kunngjørdi, at tað verður hin 14 ára gamli Andreas Eriksen úr Vest­manna, sum sleppur við umborð á Vædderen við Galatheu 3. Hann skal um­borð á skipið í Perth í Avstraliu tann 20. november, og har skal hann verða í góðar tríggjar vikur. Tilsamans vóru 8 ungfólk komin í finaluna í gjár, men einans 4 møttu upp. Um hetta var ein misskiljing, av tí at tað almenna Galathea- kvøldið var útsett til í kvøld, er ilt at siga. Sosialurin hev­ ur tó frætt í dag, at onkur av finalistunum ringdi og spurdi um finaluna var í gjár, men fekk at vita, at hon var útsett til í kvøld. Tað var tí eitt sindur snóp­ is­ligt hjá onkrum av hesum fin­alistunum at lesa á Port­ al­inum í gjárkvøldið, at vinnarin var funnin. Teir fýra finalistarnir hava kappaðust tað mesta av degnum í gjár. M.a. vóru tey á Náttúrugripasavninum og í Norðurlandahúsinum, har tey gjørdu onkra roynd við maðkum, teknaðu heims­kort, har Vædderen skal sigla, luttikið í spurna­ r­kapping og luttikið í eini videoupptøku. Hinir tríggir luttakarnir vóru úr Vestmanna skúla, Fiskivinnuskúlanum og Stud­ entaskúlanum í Hoy­døl­um. Annars vóru heilir fýra næmingar úr flokkinum hjá Andreasi komnir í finaluna, so áhugin var stórur í hansara flokki. Triðja Galathea­ ferðin – Eg vóni, at øll fara at stuðla Galathea 3 og fylgja við í hesum slagi av online- rannsóknarferð, sum hetta verður, segði Fríðrikur krún­ prins­ur fyrr í ár, tá hann sum verji hjá verkætlanini saman við Helge Sander og Bertel Haarder, ávika­vist vísinda- og undir­vís­ing­ar­ ráðharra, tók lut á einum tíðindafundi. Rannsóknarferðin hevur eina langa søgu. Longu í 1845 sendi Kristian kong­ur áttandi tað fyrsta Galathea-rannsóknarskipið avstað, og í 1950 fór tann næsta av bakkastokki. Tann fyrsta vitjaði mest tey táverandi hjálondini hjá Danmark í tropunum, með­ an tann næsta mest kannaði havviðurskiftini. Gal­athea 3 skal vera eitt fram­hald av hesum ferðum og m.a. royna ta nýggju tøknifrøðina, sum vit hava fingið síðani tá. Tað var Jyllands-Posten sum tók stig til Galathea 3, og fíggjarnevndin í Fólka­tinginum játtaði í fjør 60 milliónir krónur til endamálið. Harafturat skuldu 70 milliónir út­veg­ast úr ymsum grunn­um. M.a. skuldi Vædd­eren umbyggjast til gransk­ingarskip. F.v. Susannah Keller Finn og Asbjørn Stub Jacobsen saman við lærara teirra, Maria Nyland Jensen Andreas sleppur við Galatheu 3 Andreas Eriksen skal umboða Føroyar umborð á Vædderen – Tíðin er farin frá smáum bakaríum. Kappingin er ov hørð Regin Nielsen, nýggjur samánari av bakarínum hjá Gunnleivi