hósdagur 17. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 17. august 2006
3
tíðindi
Granskingarskip við Íshavnina
Í morgun kom Vædd
eren á Havnina,
sum liggur skipið
við Ískeiina í Havn
í dag. Ein føroyskur
skúlanæmingur skal
vera við á rannsókn
arferðini hjá skipin
um, umframt at tveir
aðrir føroyingar eru
partur av manningini
GALATHEA
Orð og myndir:
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tíðliga í morgun kom
Vædderen á Havnina, og
klokkan tíggju varð boðið til
tíðindafund umborð á verju
skipinum. Danska verju
skipið er tikið úr vanligu
siglingini hjá sær, og skal
komandi átta mánaðirnar
røkja uppgávuna sum gransk
ingarskip.
Vædderen er umbygdur
til granskingarskip, og tað
sæst millum annað aftur
í, at vanligi tyrlupallurin
á skipinum er burtur, og í
staðin standa bingjur í hópa
tal, fullar av granskarum og
granskingarútbúnaði.
Bingjurnar vóru uppruna
liga tómar, tá tær komu
umborð, men síðani eru
tær útgjørdar við alskyns
granskingarútbúnað, sum
ger, at granskararnir hava
fantastiska góðar umstøður
umborð.
– Ja, hetta er í roynd og
veru ein flótandi gransking
ardepil, var tað onkur sum
helt fyri á tíðindafundinum
í morgun.
Men soleiðis kemur skip
ið bara at síggja út næstu
átta mánaðirnar til rann
sóknarferðin er av, og fer
Vædderen tá undir vanligu
sigling sína aftur.
3 føroyingar við
Vanliga telur manningin
umborð á Vædderen góð
60 fólk, men í hesum døg
um eru tey akkurát 99
umborð, har ein stórur
partur er granskarar frá
ymsum lærdum háskúlum
og stovnum, og so eru eis
ini fjølmiðlafólk og skúla
næmingarnar.
Millum skúlanæmingarnar
er 14 ára gamli vestmenn
ingurin Andreas Eriksen,
og haraftrat eru tveir aðrir
føroyingar partur av starvs
fólkunum umborð.
Av teimum tingunum,
ið granskað verður í í Før
oyum, eru millum annað
streymviðurskifti, luftdálk
ing og eisini verða kanningar
gjørdar av krabbum.
Umframt granskingar
virksemið er eisini annað
á skránni, nú Vædderen er
í Føroyum. Í kvøld verður
skipað fyri almennum fyri
lestrum og kunning um
Galathea 3 rannsóknarferðina
í Norðurlandahúsinum.
Haraftrat verður opið skip
við Ískeiinihavnina, har
øll áhugaði kunnu sleppa
umborð á Vædderen at
hyggja eftir hvussu umstøð
urnar eru umborð.
Tað var um átta-tíðina í morgun, at Vædderen kom inn á Havnina og legði seg við Ískeiina
Oli Jacobsen var við á tíðindafundinum í morgun, og fekk eitt
áhugavert prát við onkran av granskarunum
Inni í bingjunum var ógvuliga trongt, men granskararnir halda,
at talan er um ótrúliga góðar umstøður umborð á skipinum
Proviantur verður skipaður umborð á Vædderen í morgun