Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 17. august 2006 5 tíðindi Tað var stuttligt at koma oman á bryggjuna í Klaksvík, tá ið lív so smátt byrj­aði at koma í fiskakørini, har liv­ andi fiskar, krabbar og hummarar svimja aft­ur og fram í kørum Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið tú koyrdi omaná bryggj­­una undir Klaksvíkar Timb­­ur­handli hósmorgun­ in, var ikki torført at finna fram til, hvar framsýningin hjá Før­oya Sjómannadegi við liv­andi fiskum og øðr­ um úr hav­inum verður. Gentur og dreingir stóðu rundan um kørini og for­vit­ in eygleiddu tað, sum var í kør­unum. Onkur eldri maður var eis­­ini fram við. Mangar fisk­­arnar mundu teir hava drig­­ið um stokkin, men ikki er vist, at teir áður hava sæð, hvussu ein vælvaksin og livandi hýsa ella toskur bera seg at í sjónum. Tá ið vit komu oman, vóru øll børnini savnaði rund­an um tað eina karið, har krabbar og hummarar vóru í. Líkt var til, at tað ser­liga var hetta karið, sum hevði teirra størsta áhuga. Men so var ikki. Sum løtan leið, gingu børn­ini ímillum kørini, og rætti­ligur rómur kom í, tá ið onkur royndi at fanga liv­ andi fiskarnar, sum svumu fram við. Fleiri og fleiri royndu nú at liggja fram við at fanga onkr­an fiskin. Ein vælvaksin hýsa hevði so góðan hug at svimja ovar­liga í karinum, og so hvørt, sum hon streyk fram við børnunum, høvdu fleiri og fleiri hendurnar niðri í vatn­inum. At enda var rættiligur róm­ur við tað eina karið, og látur og skríggj hoyrdust um bryggjuna. – Fiskurin er so hálur, at eg fái ikki fatur á honum, læt í tí eini gentuni. Og so royndi hon aftur... Jú, líkt var til, at hetta júst er nakað fyri børnini. Í tí eina karinum eru krabb­ar og hummarar, og í onkrum øðrum kari eru hýs­ur, smáfiskar, seiður, skrubb­ur, krutl og ein stór longa, sum stillisliga lá og „andøvdi“ við botnin. Stuttligt er hjá bæði børn­ um og øðrum at síggja liv­ andi fiskarnar svimja aftur og fram. Hetta er ein møguleiki, sum ikki býðst á hvørjum degi. Tiltakið hjá Føroya Sjó­ manna­degi við livandi fiski og krabbadjórum er áhuga­ vert og vekir stóran áhuga. Eingin ivi um tað. Skríggj og rópan við fiskakørini í Klaksvík Rættiligt lív var eina løtu rundan um kørini við livandi fiskum og krabbadjórum – og genturnar hildu seg avgjørt ikki aftur Mynd: Vilmund Jacobsen – Hetta er tjaldið hjá Summarfestivalinum, sum er 50 metrar langt og 21 metrar breitt, sigur Samson Nesá, sum stendur fyri uppsetingini Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósmorgunin fóru teir und­ ir at fyrireika uppsetingina av tí stóra tjaldinum, sum kem­ur at standa sunnanfyri Klaks­víkar Timburhandil í sambandi við Føroya Sjó­ mannadag. Á bryggjuni hittu vit Samson Nesá, sum stílaði fyri hes­um arbeiði. – Tað sær kanska ikki so lov­andi út, at eg standi her í olju­ klæðum í morgun, men eg haldi, at hann sigur gott veður til restina av vikuni. Samson sigur, at tað er Summarfestivalurin, sum eig­ur 1000 fermetra stóra tjald­ið, sum nú verður sett upp á havnalagnum. – Jú, hetta er eitt stórt og gott tjald. Tað er 50 metr­ar breitt og 21 metrar langt. Tjaldið verður væl „ankrað“ við vektum, so tað ikki fer nakran veg, um vit fáa eitt lot, sigur hann. Samson sigur, at Summ­ ar­festivalurin fyrst leigaði tjald­ið, men hevur síðan keypt tað. – Tær fyrstu tvær ferð­ir­ nar, vit settu tjaldið upp, høvdu vit danir til hjálpar, men nú seta vit tað upp sjálv­ir. Hann sigur, at eitt slíkt tjald verður ikki sett upp uttan so, at veðurvánirnar eru nøkulunda góðar. – Eg havi skilt, at hann sig­ur gott veður restina av vikuni, og vónandi fáa vit eisini turt veður í viku­ skiftinum, nú Føroya Sjó­ mannadagur verður hildin her norðuri. Spurdur, hvørji tiltøk verða í tjaldinum, sigur hann, at tað er hann ikki heilt greiður yvir, men vís­ir á, at her verður stórt sjó­ mans­møti sunnukvøldið, har Rógvi Joensen skipar fyri. – Eitt slíkt tjald kann eis­ ini koma væl við, um tað skuldi farið at regna, men vit vóna sjálvandi, at veðrið verður gott og turt, sigur Sam­son Nesá, sum væntar, at tjaldið stendur uppi, tá ið líð­ur út á náttina. Seta stórt tjald upp heimanfyri Timburhandilin – Tað sær kanska ikki so lovandi út, at eg standi her í oljuklæðum, men eg haldi, at hann sigur gott veður restina av vikuni, sigur Samson Nesá Mynd: Vilmund Jacobsen