Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 17. august 2006 7 tíðindi Tað eru nærum 30 ár síðani tann seinasta fólkateljingin fór fram, og tískil manglar hópurin av hagfrøðisligum upplýsingum – upp­ lýsingar, sum skulu vera grundarlagið undir t.d. politisku avgerðum um, hvussu okkara samfelag skal skipast FÓLKATELJIJNG Tíðindaskriv – Óteljandi ferðir hevur verið gjørt vart við, at okkum tørvar grundleggjandi hag­ frøðisligar og líknandi upp­ lýsingar og vitan, sum eigur at verða tøk m.a. í sambandi við fyrisitingarliga og pol­it­ iska viðgerð av ymiskum samfelagsmálum. Hetta verð­ ur eisini ofta nevnt sum ein afturvendandi trupulleiki í sambandi við arbeiðið við Visjón 2015, somuleiðis sum tað í gjár varð nevnt í sam­bandi við innsavningina hjá ST av upplýsingum, sigur Hans Pauli Strøm lands­stýrismaður í almanna- og heilsumálum. Grundað á hetta hevur Hans Pauli Strøm í longri tíð arbeitt við einum uppskoti um at seta í verk talgildar hagtalsskráir, har upplýsingar um ávís íbúgvaraviðurskifti, harí demografisk og sosi­ al viðurskifti, bú­staðar­ viðurskifti, arbeiðs­marknaðar- og útbúgv­ing­ar­viðurskifti, støðugt verða dagførdar. Grundarlagið undir eini nýggjari hagtalsskipan er ein fólkateljing. ”Vit fremja so at siga ta seinastu fólkateljingina, tí fyri at kunna seta í verk talgildar hagtalsskráir er neyðugt við dagførdum upplýsingum frá eini fólkateljing sum byrjunargrundarlag”, greiðir Hans Pauli Strøm frá. Á landsstýrisfundi í morg­ un tók landsstýrið undir við uppskoti landsstýrismansins, sum í fyrstu atløgu hevur við sær, at savnast skulu inn ein røð av fólkahagtølum og hagtølum um al­mannaviðurskiftini her í Føroyum. Talan er um eina sera víðfevnda verkætlan, ið nemir við økir hjá flestu aðalráðunum: Fíggjarmálaráðið, ið varar av Hagstovu Føroya, ið sum einstakur stovnur hevur størsta innlitið og førleikan á økinum – og sum skattamyndugleiki hev­ur Fíggjarmálaráðið tørv á neyvum og røtt­ um upplýsingum um borgararnar, m.a. bústaðar- og familjuviðurskifti teirra. Innlendismálaráðið, ið varar av kommununum og landsfólkayvirlitinum, og hevur beinleiðis áhuga í at dagføra landsfólkaskránna við upplýsingum frá fólka­ teljingini, m.a. fyri at kunna knýta upplýsingar úr landsfólkaskránni saman við nýggju adressuskránni. Vinnumálaráðið, ið hevur tørv á upplýsingum um arbeiðsmarknaðin, sum í dag als ikki eru tøk­ ir, um samansetingina av arbeiðsstyrkini, um før­leika­ viðurskiftini, um pendling, um starvsstøðu o.m.a. Mentamálaráðið, ið varar av skúlaverki og Fróð­ skaparsetri, hevur tørv á, at grundleggjandi upplýsingar eru tøkir sum fyritreyt fyri samfelagsgransking yvir­høvur, eins og Menta­málaráðið hevur tørv á upplýsingum um út­búgvingarliga støðið í øllum fólkinum. Almanna- og heilsu­ málaráðið, ið hevur tørv á nógvum grundleggjandi upp­lýsingum um almanna­ viðurskifti hjá borgarunum, sum í dag als ikki eru tøkir, m.a. um bústaðar- og íbúð­ arviðurskifti, familju- og húsarhaldsviðurskifti, upp­ lýsingar um livikor o.m.a. Ein verkætlanarbólkur við umboðum úr aðalráðunum, avvarðandi stovnum og kommunufelagsskapunum verður nú settur, og skal hesin gera eitt tilmæli um, hvussu ein fólkateljing í Føroyum skal fremjast. Fólkateljing sum støði undir framtíðar hagtølum Fyrrapartin skipaði Innlendismálaráðið fyri kunnandi fundi um, hvussu okk­ara valskipan kundi sæð út í fram­ tíðini. Um hesin háttur varð nýttur til løgtingsvalið í 2004, hevði Sam­ bands­flokkurin mist sítt umboð í Norð­streymoy, og Sandoyggin hevði bert fingið ein tinglim VALSKIPAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Fólkaræðið er kanska tor­ skildari, enn vit ofta geva okkum far um. Í øllum før­um krevur tað nakrar góð­ar knokkar og óivað eisini nakrar góðar teldur at rokna út, hvussu vit finna tann besta rokniháttin, so at úrslitið eftir eitt løgtingsval best avspeglar atkvøðurnar fra veljararunum. Harafturat er torført at siga, hvat eitt sokallað “rættvíst” býti av atkvøðum er. Tey politisku atlitini eru nógv. Eitt nú skal støða takast til, um atlit skulu takast til eitt nú útjaðaran, ella um tey størru økini eru fyri vanbýti. Fólkatalið í teimum ymsu valdømunum kann eisini broytast. Fyrrapartin skipaði Inn­ lendisráðið fyri kunnandi fundi á Hotel Hafnia um nýggjan útrokningarhátt til løgtingsval. Fleiri av okkara fólkavaldu vóru komin saman at lurta eftir m.ø. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingi, sum greiddi frá, hvørjum valskipanum føroyingar hava valt sínar løgtingslimir eftir gjøgnum tíðirnar, og Peturi Zachariassen, hagfrøðingi, sum fortaldi um valskipanir kring heimin. Eftir fleiri kunnandi fram­løgur átti Mart­in Zachariassen, teldufrøð­ing­ ur, tørn. Hann hevur saman við Peturi Zachariassen gjørt uppskot um, hvussu ein nýggjur útrokningarháttur til løgtingsval kann síggja út. 1998 og 2004 “ring” ár Hann vísti á, at einhvør val­skipan eigur at verða bygd á nakrar politiskar mál­setningar. Møguligir mál­setningar fyri eina før­ oyska valskipan átti ver­ið at tryggja flokkarnar lut­ falsliga, at tryggja eina støðuga landafrøðiliga sam­anseting, at sterkar stað­ bundnar fylkingar skulu hava møguleika fyri tingsessir og at valdømini skulu tryggjast lutfalsliga umboðan eftir stødd teirra. Martin Zachariassen vísti á, at eitt nú vóru valini 1998 og 2004 “ring” sæð frá einum støddfrøðiligum sjónarhorni. Tá hendi nenviliga tað, at flokkar, sum fingu flestar atkvøður, ikki fingu flestar tinglimir. Valdømini fáa sum nú er heldur ikki lutfalsliga umboðan sambært teirra stødd, og óvissa kann verða um tulkingar av pørtum av uppgerðini. Fleiri hættir eru, at rokna eitt valúrslit. Um tann nýggi hátturin, sum feðgarnir Petur og Martin Zachariassen hava gjørt fyri Innlendismálaráðið, hevði verið samtyktur, hevði valúrslitið í 2004 sæð øðrvísi út, enn tað bleiv við verandi hátti. Eitt nú hevði Sambandsflokkurin fingið 8 tinglimir í mun til 7 í dag, av tí at Sambandsflokkurin reelt sambært tí endaliga roknistykkinum fekk 7,5 tinglimir. Tjóð­veldis­flokk­ urin hevði farið frá 8 til 7 tinglimir, tí kvotan hjá Tjóð­ veldisflkkinum sambært valúrslitinum í 2004 fekk 6,89 tinglim. Kann roynast á netinum Tann nýggi hátturin hevði eisini ávirkað být­ið av tingssessum í val­døm­ unum. T.d. hevði Sam­bands­ flokkurin mist sín tinglim í Norðstreymoy, meðan Javn­aðatflokkurin hevði fingið eitt umboð afturat í Suðurstreymoy. Bert ein tinglimur hevði verið valdur í Suðurstreymoy, meðan nógv tað fólkaríkasta økið í landinum, Suðurstreymoy, hevði fingið 12 tinglimir. Fyrimunurin við hesum nýggja rokniháttinum hevði sambært Martini Zachar­iassen verið, at hann upp­fyllir teir politisku mál­ setningarnar betri ella eins væl og núverandi skipan, eins og hann tryggjar serliga at flokkarnir og valdømini fáa lutfalsliga umboðan eft­ir atkvøðutølunum. Har­ aft­urat verða veljararnir so javntstillaðir sum gjørligt, og hátturin ger ongan skiln­ að millum valdømis- og eykaumboð. Fólk kunnu sjálv royna tann nýggja útrokningarháttin á www. setur.fo/valskipanir. Uppskot um nýggja valskipan lagt fram Valskipanir í løgtingssøguni 1854 1906 1923 Núverandi valskipan er frá 1978 27 valdømisumboð eru og 5 eykavald Síðan 1987 hevur valrættaraldurin verið 18 ár FAKTA