Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 157 - 17. august 2006 tíðindi Sjómannadagur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Norðlýsið Klaksvík: Hetta er annað árið á rað, at klaksvíkingar bjóða til ein slíkan sjó­ manna­dag. Í fjør var gjørd ein um­fat­ andi skrá. Men hyggur ein eftir skránni í ár er hon ikki minni, men er enn meiri fjølbroytt enn tann undan­ farna. – Her trýtur ikki við fólki, sum hava góð hugskot til ein slíkan dag. Vit hava havt eitt stórt arbeiði við at av­marka skránna í ár, sigur John Willim Joensen, sum er ein av samskiparunum av spennandi skránni. Í fjør kallaðist tiltakið bert fyri Sjómannadagur. Men við víðkaðu skránni í huga og ætlanunum í fram­ tíð­ini hava teir í ár valt at kalla tað fyri Føroya Sjó­ mannadag. Bert framtíðin fer at vísa okkum, hvussu hetta til­tak­ ið fer at menna seg. Men neyv­an nakar ivi er um, at stað­ið, umhvørvið og vinnu­ grundarlagið í Klaks­vík er hitta rætta til eina altjóða fiskarí­messu. Familjudagur Um ein hyggur eftir skránni og stevnuøkinum í ár, so er alt munandi broytt – og økt. Skráin í fjør fevndi bert yvir ein einstakan dag, meðan hon í ár varir í eina slaka viku. Stevnuøkið er víðkað mun­­andi, og fevnir um ein stóran part av fiski­vinnu­ øki­num, sum er lívæðrin í Klaks­vík. Tiltøkini á sjó­manna­deg­ num eru eisini munandi fleiri og fjølbroyttari enn í fjør. Og tí kann ein vænta, at nógv fólk fara til fiski­ vinnu­høvuðsstað okk­ara um vikuskiftið. Tað er kortini eitt, sum ger at hetta tiltakið brýt­ur frá øðrum tiltøkum: All­ar­ flestu tiltøkini eru nevni­ liga ókeypis! – Ætlan okkara er at hetta skal verða ein familjudagur burturav. Her er okkurt til øll, eingin ivi um tað, sigur John William. Fiskarímessa Tað hevur eydnast fyri­reik­ ar­unum at fáa hendur á góðum stuðlum til tiltakið, so­leiðis at fólk ikki nýtist at set­ast aftur av peningaligum or­søkum. Fyri teir er púra greitt, at hesin dagurin er komin fyri at verða, og at hann kanska eisini kann mennast enn meiri: Til eina veruliga fiskarímessu á føroyskari jørð! Her kundi ein lættliga sam­skipa tiltakið við ráð­ stevn­ur, framsýningar og ann­að við altjóða dámi. Teir eru komnir væl áleiðis í hesi ætlanini. Í fjør var Sjómannadagurin bert ein dag, meðan hann í ár fevn­ir um fleiri dagar. Hugaligt er eisini, at Ein sjómannadagur fyri alt fólkið Fyrireikingarnar til Før­oya Sjómannadag eru í hæddini. tey fyrstu tiltøkini eru longu byrjað. – Í fjør vóru helst eini 3000 fólk til tiltakið. Í ár vænta vit at talið verð­ur tvífaldað, sig­ur John William Joen­sen, sum er ein av stigtakarunum av Føroya Sjó­manna­degi. Sjómannadagurin skal vera ein hugnaligur dagur, men fólk koma saman at hugna sær og práta saman. Serliga sjómenn nýttu hetta høvið – teir fór út á Stengurnar, og komu líkasum ikki úr staði! – Hetta skal verða ein dagur fyri øll fyri alla familjuna, sigur eini samskiparin, John William Joensen. Her eygleiðir hann, hvussu agnskeringin fer fram Teir ungu eru eisini knáir í egningini. Føroyameistarin í egning egndi sín stamp eftir 8 minuttum og 38,10 sekundum Myndin sigur alt um, hvør vann og hvør tapti hetta sjómanstakið!