Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 17. august 2006 9 tíðindi við­kom­andi evni fyri sjó­ menn er við í skránni í ár. Í hesum sambandi varð nevniliga hildin ein fund­ ur um eftirlønir í fiski­ vinn­­uni týskvøldið, og í gjár­­­­kvøldið var eitt tiltak við sjómanssøgum og sjó­ mansvísum í Atlantis. Annars verða flestu til­ tøkini leygardagin. Tá verð­ ur byrj­að kl. 9 og end­að verður einaferð út á nátt­ ina. Stór mál Fyrireikararnir av tiltak­ inum hava fingið sera góð­ an stuðul frá fólki og frá stuðl­ um. Og teir síggja sjálvir sera stórt í tí, at til ber at hava ein slíkan dag í Klaksvík. – Vit halda, at føroyingar í minsta lagi einaferð um árið eiga at seta okk­ara sjó­vinnufólk, sjó­vinnu og okk­ara størstu út­flutn­ings­ vøru í hásætið. Tí eigur ein sjómannadagur sum hesin at seta sær stór mál. – Føroyar eru eitt lítið land, ið liggur mitt úti í Norð­uratlantshavinum. Júst eins og okkara grannatjóðir, so hava vit livað av tí sum hav­ið hevur givið og hava vit altíð sett okkara álit á fiski­vinnuna. Men skulu vit verða við í hesari kapping, so er umráðandi ikki at smæð­ast burtur á tí altjóða pall­inum, men alla tíðina seta sær stór mál. Og hví skulu vit ikki tað?, siga fyri­ reikararnir í vælkomu síni til tiltakið. 6000 fólk Samskipararnir av hesum megn­ar tiltaki duga ikki at siga, hvussu nógv fólk mundu vitja Sjómannadagin í fjør. – Vit seldu jú ikki at­gongu­merki, men kortini meta vit at eini 3000 fólk úr øllum landinum vóru her fyri einum ári síðani. – Við teirri fjølbroyttu skránni, sum vit hava í ár, er ikki óhugsandi at talið verð­ur tvífaldað, sigur hann. Veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen boðar frá góð­veðri um vikuskiftið, og tí kann væntast, at fólk kring alt landið fara til Klaks­víkar um vikuskiftið. Hann sigur frá lítlum vindi, turrveðri og sól­ar­ glottum. Hitin verður mill­ um 12 og 17 stig. Einasti vansin í so máta er, um ikki tað verður ov lítil vindur til ætlaðu kapp­ Tað ræður um at konsentrera seg, tá kappast skal um hvør er skjótasti trolbøtarin. Tann skjótasti bøtarin í fjør gjørdi hetta eftir 7 minuttum og 49 sekundum Ein gamal føroyskur bátur er ein natúrligur partur av einum føroyskum sjómannadegi Kappingin í trolbøting hevði stóran áhuga millum manna