Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 157 - 17. august 2006 Loysa upp fyri basaltknúti Tað eru góð signal at senda umheiminum, at tað eingin forðing er longur at bora gjøgn­um føroyska basaltið. Í blaðnum í dag fegnast stjórin í Jarðfeingi um, at tað gongur væl at bora gjøgnum basaltið í før­oysku undirgrundini, nakað, sum bæði mynd­ug­leikar og oljufeløg annars hava sett stór spurnartekin við. At hesin ótti ikki longur er til steðar kann fáa sera hepnar avleiðingar fyri leitingina á landgrunnin­um sum heild. Tað fer at jarða ivan hjá mong­um av stóru oljufeløgunum, sum kanska halda seg burtur nettup tí, at tey halda tjúkka før­oyska basaltið verða eina forðing fyri at fara undir boriverkætlanir her um leiðir. Vit hava leingi hoyrt, at basaltið hevur verið stóra forðingin, tá tað um leiting um­­ræður. Fyri tað fyrsta hevur tað verið ein trupulleiki at síggja niður gjøgnum ba­s­alt­ið við seismiskum kanningum. Men eis­ini hesin parturin tykist at vera munandi betr­aður, nú oljufeløgini hava tikið í brúk betri kanningarhættir og tøkni. Men her er tó enn nakað eftir fyri at koma á mál. Vit kunnu siga, at seinastu hendingarnar ver­ u­liga hava ella eru við til at loysa upp fyri tí annars fastbundna basaltknútinum. At rætta tøkn­in og røttu fyri­reik­ing­ar­­nar nú eru við til at loysa tveir av stóru trup­ulleikunum, tá tað snýr seg um olju­leiting á føroyska land­ grunni­num, má sigast at vera eitt týdningar­ mik­ið veg­a­mót fyri ikki at siga ein kolvelt­ing. Komandi vikurnar verður spennandi at fylgja skjóttmælandi borinum hjá Stena Don og ikki minst verður spennandi at frætta, nær komið verður gjøgnum basaltið og hvat er at finna undir basaltinum: vul­ k­ansk grótsløg, sum taka allar vónir frá okk­um um at finna olju har - ella sediment, sum kunnu goyma oljuna. Sosialurin Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. - Ríkiligt svass er skrivað um nationalismuna í Før­oyum. Eg gleði meg til at lesa bókina hjá Anju. Saft og kraft í Patursson? Hann var eitt um­vandr­andi, miðaldarligt fossil. Rolf Guttesen SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Meginrákið undir hugsan Sam­bandsfloksins hesi hundr­að farnu árini hevur verið, at føroyingar hvørki orka, duga ella kunna breyð­ føða seg sjálvar. Vit síggja nú hendan høv­ uðs­boð­skap­in ganga aft­ur í um­røðuni av einum pol­it­isk­ um søg­u­riti frá grátignini í Sam­bands­flokkinum. Sagt verður ma., at sam­ bands­menn vóru meira realistiskir, meðan sjálv­stýr­ is­menn vóru droymarar. Ikki hissini skotsmál og bert eitt dømi av mongum um, at talan er um politiska pro­pagandu meiri enn ó­hefta søguskriving. Sambandsflokk­ur­in skal tó eiga tað á sínum høg­ tíðsdegi, at hann altíð hevur lagað seg eftir tí framburði, ið aðrir hava slóðað fyri, og síðani tikið hann til sín sum sín egna. Eitt nú ganga tingmenn floksins nú himmalóðir um, at teir ikki halda flagg­dags­ røður. Hvør ið so enn forðar teim­um í tí. Eisini skilst, at Sam­bands­ flokk­urin á øðrum økjum blúgvast við fortíð sína. Hann tykist nú vera komin eft­ir, at ongar lærubøkur vóru á føroyskum máli fyri hundrað árum síðan, fá høvdu møguleika at fara á skúla, og tí skuldi øll frálæra vera á donskum. Hendan søguliga grund­ gev­ing­in er enn ein sub­ jek­tiv umbering. Hon er iva­leyst væl hóskandi í einum proppfyltum pro­pa­ gandariti, men dugir ikki til at blaka burtur í søguligum samanhangi. Rætt er, at tað stóð illa til við føroyskum frálærutilfari fyri hundrað árum síðan, men líka so rætt er, at tað stóð lutfalsliga eins illa til við donskum frálærutilfari. Minnist til, at føroyska lesibókin hjá A.C.Evensen, sum kom út í 1911, fekk ein beint frammaná, tá løg­ tingið longu árið eftir sam­ tykti, at danskt skuldi vera undirvísingarmál í Før­oy­ um. Úti við hundrað seinni trokaðu Heim­a­stýr­is­flokk­ar­ nir so harafturat fyri fá­um árum síðan føroyska mál­ið enn longur niður eftir tign­ arstiganum. Teir hildu fólkatings­monn­ um sínum heima á landi, meðan danska Fólkatingið við ongum føroyskum and­ róðri atkvøddi føroyska mál­ið út undir væðingina sum okkurt hissini lands­ partamál. Tað er tí ikki skrásett sum sjálvstøðugt mál á jøvnum føti við onnur mál millum grannar okkara. Politiskt hevur tað verið sera umráðandi at pota donsk virði, mál og mentan, niður í føroysk børn. Danska uttanatslæran sett­ ist á heilaserkin á hvørjum før­oyskum mansbarnið næstu hundrað árini, meðan føroyskar oyggjar, bygdir, sang­ir, skjaldur, mál, kvæði, mentan - og restin av heiminum - komu í aðru røð. Danska kongarøðin, bý­ir­ nar á Fjóni og Ole Bole, gik i Skole, med sin Søsters røde Kjole, voldi soleiðis mongum barni væl størri høvuðbrýggj, enn neyðugt var. Heilt upp at okkara døg­um hev­ur sambandspolitikkur­ in aksla síni skinn á ymsan hátt, og mettur av døgum kann flokkurin ikki siga ann­að enn, at væl hevur skorist. Tey, ið halda, at flokk­ urin er einsamallur um s a m­ b a n d s p o l i t i k k­ i n , fara so dyggiliga skeiv. Av­leggararnir eru fleiri, og har grør tíverri um gang­ andi fót. Sambandsflokkur­in sit­ur tí uppafturá á gam­ als­aldr­inum og førir journ­ al­i­na, meðan heima­stýr­is­ flokkarnir reka politikkin. Tá móðurlandið Før­oy­ ar varð slept av hond­um og endurskírt í al­tjóða samanhangi sum “Kong­ e­riget Danmark for vidt an­går Færøerne,” kundi Sam­bandsflokkurin turris­ liga staðfesta, at so var eis­ini tað málið lagt upp í rúgvuna av loystum mál­ um. Fyri hundrað árum síðan tóku teir land, tá teir sendu Oliver Effersøe niður at avloysa Jóannes Patursson. Donsku ríkisdags­menn­ inir lýddu á og høvdu fult álit á Jóannesi Paturssyni, og donsku Vinstrumenninir boðaðu enntá frá, at teir fegnir vildu, at Jóannes Pat­ursson, og eingin annar, varð afturvaldur. So varð ikki. Føroyingar vildu nakað annað, og Oliv­ er Effersøe varð valdur og slóðaði undan í einum so væl væl gjøgnumhugsaðum sambandspolitikki, at teir gomlu vinirnir vildu ikki síggja Jóannes Patursson fyri eygunum á sær aftur. Har tann fyrri við dansk­ ari undirtøku stríddist fyri glógvandi føroyskum sjálv­bjargni og framburði, knæsetti tann seinni eina nýggja gongd út í myrkur og vónloysi. Har tann fyrri vildi fram­ eftir, vildi tann seinni aft­ ureftir. Glámlýsið kom á luftina landanna millum. “Vi færinger føle os fuld­ stæn­dig som danske”, “vort sindelag er dansk”, “den færøske fod er ikke skikket at betræde gruslagte stier,” varð fest í kyndlarnar, ið glampað hava fyri sam­band­ i­­num landanna millum heilt upp at okkara døgum. So stóran og so sterkan sigur kunna líknandi kreft­ ir í øðrum londum ikki breggja sær av, og ikki kann sigast annað enn, at Sambandsflokkurin er ein flokkur, sum veit hvat hann vil, og sum vit vita, hvar vit hava. Tað sama kunna vit ikki siga um hinar Heim­a­ stýr­isflokkarnir, sum allir ganga í læntum spjarrum og misbrúka føroyskar sjálv­stýr­isveljarar til at reka danskan sambandspolitikk við. Føðingardagsbarn­ið er frammi hvønn dag, og hev­ ur bæði vit og skil. Vit ynskja hjartaliga til­ luku við teimum hundrað áru­num. Hann er frammi hvønn dag løgtingsmaður Hergeir Nielsen