hósdagur 17. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 17. august 2006
11
tíðindi
Theodor Olsen er blaðmaður
á Sosialinum, og hevði í
gjár eina samtalu við Anju
Andreassen, um nýggju
bókina hon hevur skrivað
um Sambandsflokk in.
Men í sjálvari yvirskrift
ini voldtekur hann grov
liga sakina og heldur tað
vera passligt at seta sum
yvirskrift:
»Tað
hevði
kanska verið meira saft og
kraft í at skriva um Jóannes
Patursson«. Jamen, hvat
er meiningin? Hatta hevur
einki við evnið ella bókina
um Sambandsflokk in at
gera. Hatta er ovurgrovt og
púra misvísandi!
Hvussu letur redaktiónin
á Sosialinum eina slíka
grovheit sleppa ígjøgnum?
Hatta líkist bara ongum!
Samrøðan er sjálvandi
um nýggju bókina (sum
eg enn ikk i havi lisið) um
Sambandsflokk in. Tí er tað
mær ein gáta, hvussu ein
blaðmaður finnur upp á at
skriva nakað um Jóannes
Patursson, ovast og í fyrstu
reglu. Har manglar bæði
sansur fyri proportiónum
og realitetum.
Saft og kraft
í hvørjum?
Jóannes Patursson er eft
irhondini eitt halgimenni,
sum mestsum verður tilbið
in av mongum. Tíverri er
eingin søgumaður, mær vit
andi, sum hevur sett hand
an reaktionera bóndan upp
á pláss. Hann var ein mið
aldarleivd. Í 1930’unum
var hann nazi-vinur.
Hann dró norskar nazistar
til Føroya at agitera móti
Danmark og fyri Anschluss
til Noreg. Hann ferðaðist
í Norra, helt jammurligar
røður um, hvussu Danmark
píndi føroyingar. Harm
uligt. Paturson skrivaði
ofta í norskum bløðum og
tíðarritum. Eitt nú í fascist
vinarliga ”Norsk Årbog”.
Nazi-vinirnir
Tak til dømis árgang 1935.
Har skrivar JP um stríðið um
jørðina í Føroyum. »striden
og jordi på Færøyane«. Inn
ihaldið í greinini skal ikk i
kommenterast her, men
tankagongdin virkar púra
forskrúvað í dag.
Næsta grein er skrivað
av einum norskum geo
logi, Adolf Hoel nevnd
ur.
Hann
skrivar
um
norska ekspansiónismu á
Svalbardleiðunum. Norð
menn minnast Hoel sum
mannin, ið Quisling setti
sum rektara á Oslo Uni
versitet tá landið varð her
sett at Nazitýsklandi og
norskir nazistar vóru settir
at stýra landinum. Sami
Adolf Hoel var í 1945
dømdur sum landasvíkjari.
Triðja greinin er ”Musso
lini og Hitler”
Fjórða greinin ”Nedervn
ing”, um um arvalæruna.
Hetta er sanniliga eitt
fínt selskap. Men JP var
sanniliga ikk i einsamallur,
hvørki tá ella seinni.
Ikki meira um
hasa søguna
Hetta skal ikk i blíva nøkur
ritgerð um konservativa
bóndan í Kirkjubø. Eg vil
bara siga, at Sosialurin átti
at hugsa seg um í valinum
av yvirskrivt.
Ríkiligt svass er skrivað
um nationalismuna í Før
oyum. Eg gleði meg til at
lesa bókina hjá Anju.
Saft og kraft í Patursson?
Hann var eitt umvandr
andi, miðaldarligt fossil.
Privatisering. Hetta
hevur verið stóra
gandaorðið og
loysnin uppá allar
samfelagsligar trup
ulleikar hjá super
liberalistiska vongi
num hjá Johan Dahl í
Sambandsflokkinum.
Men nú nakrir gamlir
almennir lastbilar
eru seldir, gremja
liberalistarnir seg um
lækkað tænastustøði
og biðja landið taka
um endan aftur. Lítil
dugur var í ganda
orðinum
Privatisera! Einskil! Sel og
lækk a skattin! Við hesum
rakstrarrópum hava ídn
astu høgrakreftirnar í sam
gonguni rópt oyruni full á
javnaðarfólkum, líka síð
ani vit í januar 2004 settu
okk um kring borðið at
skipa eina samgongu.
Loysnin upp á allar sam
felagstrupulleikar
hevur
fyri hesar somu kreftir verið
júst sami gandasetningurin:
Privatisera! Einskil! Sel og
lækk a skattin! Johan Dahl
og aðrir sokallaðir super
liberalistar ytst á høgra
vonginum hava í øllum
samfelagsmálum prædikað
somu loysnina. Nevniliga,
at tænastuveitingar mugu
ikk i verða veittar av tí
almenna. Grundgevingin
hevur verið, at privata ini
tiativið dugir betur at veita
eina enn betri tænastu
fyri minni penga, enn tað
almenna. Og júst við hesi
somu grundgeving var tað,
at ein samgongumaður nú
ein dagin byrjaði at tutla í
krókunum í tinghúsinum,
um at lata Smyril og suður
oyarleiðina upp í hendurnar
á privatum at reka.
Varislig byrjan
Nú er tað soleiðis, at vit í
Javnaðarflokk inum eru tol
in fólk, sum geva okk um
stundir at lurta eftir og við
gera hugskot hjá øðrum.
Vit eru heldur ikk i betong
kommunistar. Og tí eru vit
vanliga til at tosa við, tá
tað kemur til at fremja libe
ralistiskar broytingar innan
fyri eitt rímiligt mark.
Fyri nøkur hevur tað alt
samgonguskeiðið
verið
av alstórum týdningi at
sleppa at selja eina ella
aðra almenna fyritøku.
Kanska mest fyri at pussa
ideologisku
gloriuna,
men eisini fyri at royna
at prógva mergin í hesum
fantastiska gandaorðinum:
Einskiljing!
Tá fyrsta uppskotið var
at selja nakrar gamlar, bláar
almennar lastbilar, hildu
vit í Javnaðarflokk inum,
at hetta var helst tann
mest varisliga loysnin, ið
hugsast kundi í sokallaðu
einskiljingartilgongdini.
Tí tóku vit undir við tí,
og vit trúðu satt at siga
eitt sindur uppá hetta lítla
gandakynstrið, sum Johan
Dahl og aðrir góðir libe
ralistar drógu upp úr hatt
inum.
Bara orð
Men nú tykist tað, sum at
hesi trý: Privatisera! Einskil!
Sel og lækk a skattin! bara
eru vanlig orð uttan nakran
sum helst farra av magiskari
megi. Í øllum førum, um vit
skulu trúgva Johan Dahl.
Tí nú trínur ein av fremstu
forsprákarunum fyri hesum
trimum forkølaðu gandaorð
unum fram á pallin og vil
hava tað almenna at taka
hesar stakk als gomlu, bláu
lastbilar til sín aftur.
Tað hevur víst seg fyri
Johan Dahl, at hann ikk i fær
vinnuvirksemi sítt í Vági
at hanga saman, uttan at
tað almenna flytur fisk fyri
hann ímillum Kollafjørð
og Havnina. Í Suðuroynni
og ímillum Suðuroynna og
Havnina tekur tað almenna
sær framvegis av vøruflutn
inginum, tí hesar leiðir vóru
ikk i við, tá Farmaleiðir fóru
á privatar hendur.
Sjálvandi er tað harmiligt,
at sølan av Farmaleiðum
forðar fyri vinnuvirksemi
úti um landið. Men skemt
iligt er tað, at ídnastu
talsmenninir fyri privati
sering heldur ynskja sær
almennar tænastur, tá teir
sjálvir hava brúk fyri góðari
og bíligari tænastu.
Og enn skemtiligari er tað,
at ídnasti talsmaðurin fyri
júst søluni av lastbilunum,
nú vil hava skattaborgaran
aftur í førarasetrið.
Er gandamegin uppi?
Eftir stendur, at vit dugdu
ikk i at selja 15 gamlar, blá
ar lastbilar, sum vit fingu 4
milliónir krónur fyri. Spurn
ingurin nú er, um nøkur
magisk megi framvegis
er í hesum trimum ganda
setningunum: Einskiljing!
Privatisering! Sel og lækk a
skattin!
Tá fremstu liberalistarnir
ynskja 15 lastbilar aftur
undir landsins veingja
breiði, hvussu verður tá við
sølu av til dømis Atlants
flogi ella Føroya Banka?
Vit í Javnaðarflokk inum
skulu gera okk ara besta,
fyri at hesar sølur fara
skynsamliga fram og tæna
breiðu fjøldini av fólki best
– um tær vera veruleiki.
Men í øllum førum hava
vit fingið staðfest, at lítil
máttur er í gandaorðunum
hjá Johan og co.
www.john fo
Gandaorð hjá Johan eru tátur
Løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
John
johannessen
Meira saft og kraft? Ella: hvat bagir Sosialinum?
Rolf
Guttesen
Hetta var eingin grovheit, Rolf
Rolf Guttesen spyr í
greinini omanfyri, hvat
bagir Sosialinum, tá hann
nevnir Jóannes Patursson
í yvirskrivtini í grein um
bókina um søguna hjá
Sambandsflokk inum, sum
kemur út í morgin.
Fyri ein ordans skyld skal
sigast, at Anja Andreassen
sjálv valdi orðini um
Jóannes Patursson, og at
vit á redaktiónini hildu
júst hesi orð lýsa sakina
sambært henni: at tað eru
tey sjálvstýrishugaðu, sum
hava myndað føroyska
søguskriving, at tey einsini
vóru droymarar, meðan tað
vóru sambandsmenninir,
sum vóru teir »skikk iligu«
realpolitikararnir
blaðstjóri
Eirikur
Lindenskov
Malta, Hirtshals 08-08-2006
Lag: Av øllum teim snekk jum
Mítt hjarta, tað heitt fyri sjómonnum slær,
teir stuðlar so sterkir her standa.
Av havinum inn mangan stertin hann bar,
tó skútan, hon rann djúpt í vanda.
Men gleðin var stór, tá ið avreitt her var,
nú leiðin til hús, heim hann gongur.
Her børnini gleðast, og hjarta lætt slær,
í stovuni skjótt ljóðar songur.
Almátti Gud, Hann her heimið væl sær,
tá bønin mót Himlinum stígur.
Í tøkk fyri dagin, sum eydnaður var,
Guds barnið til kníggja her nígur.
Nú hvílir Guds friður í lonini trygt,
tó aftur til verka skal farast.
Ja, havsbylgjan ikk i á stabbar er bygd,
tí má hvør ein íða her lærast.
Tað størsta av øllum, sum lærast her kann,
er Frelsaran sjálvan at kenna,
sum stríddi á krossi og sigurin vann,
tá blóð Hans har strítt mátti renna.
Billettin til Himmalin goldin nú er
til hvønn tann, ið hana vil taka.
Í trúnni hon trygt teg til heimlandið ber.
Tú mást ei tann kjansin her vraka.
Levi Joensen
Heilsan frá
Levi Joensen til
Sjómannadagin