hósdagur 17. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 157 - 17. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Hendan myndin er av
sjeynda flokki í Tórshavnar
Kommunuskúla í 1958.
Aftast frá vinstru: Louis
Mylná, Finnur Fríði Hansen,
Henning Joensen, Baldvin
Baldvinsson og Leivur
Andreasen.
Fremra rað: Svenn Slætta
líð, Poul E. Petersen, floks
lærari, og Sørin Højgaard
Myndaeigari: Svenn Slættalíð
Sjeyndi flokkur í 1958
Leygardagin 19.
august heldur Høgni
Johannesen almennan
fyrilestur undir
heitinum “Kristin og
Islam” í samkomuni
Lívdini á Brekku 3 í
Hoyvík. Fyrilesturin
kemur inn á nógvar
viðkomandi átrúnar
ligar spurningar
Tíðindaskriv
Fyrilesturin er deildur upp í
hesi evni: ”Hvat er Islam og
eitt kristiligt aftursvar”, sum
t.d. um Muhammed, røtur
islams, islamsku læruna, og
islam og tann vantrúgvandi.
“Muslimsk
argumentir
ímóti tí kristnu trúnni og
eitt kristið aftursvar”, sum er
um Bíblian ella Koranin eru
álítandi, deyða og uppreisn
Jesusar, er Jesus Gud?
og vísundin í Bíbliuni og
Koranini. “Tann Kristni og
islam í tí politiska, sosiala
og gerandislívinum” sum er
um tað at ein sannur kristin
eigur at elska muslimar,
tann kristni og islam í Vest
urheiminum, tann kristni og
islam í muslimska heimin
um, og um heilagt kríggj.
Seinasta punktið á skránni
verður ein spurnarløta, har
høvi verður at seta spurn
ingar.
Høgni Johannesen er
havnarmaður, sum býr í
Birmingham í Onglandi.
Hann hevur tikið B.A. Hon
ours prógv í gudfrøði við
trúarverju sum sergrein og
arbeiðir bæði sum trúboðari
og lesur apologetic (ið merkir
trúarverja) í samband við sítt
trúboðaravirkið. Lesturin
hevur verið býttur upp í
fleiri partar yvir eitt longri
tíðarskeið.
Hesin lesturin gongur út
upp á at duga at argumentera
fyri kristnu trúnni og kristin
dóminum sum heild og at duga
at taka ímóti avbjóðingum
frá øðrum religiónum og
filosofium sum argumentera
ímóti kristindóminum.
Høgni fer í nærmastu
framtíð í gongd við hægri
lestur í trúarverju. Lesturin er
sjálvstøðugur men í samstarvi
við Birmingham Christian
College í Birmingham.
Saman við lestrinum er
Høgni nógv í gøtunum í
Birmingham, har hann hevur
samrøður við muslimar.
Hann studerar Koranina og
í gøtunum fær hann veruliga
roynt tað sum hann hevur
lært. Eisini er hann við í
kjakbólkum saman við musl
imum og skrivar um evnið á
netinum. Umframt at hann
heldur fyrilestrar og fæst við
trúboðaravenjing.
Mong halda at Islam
er ein stór avbjóðing fyri
Vesturheimin, og tað kann
verða nakað um tað. Sum
kristin eiga vit elska muslimar
líkamikið hvat. Vit eiga ikki
at fylgja tí flóðini sum hatar
muslimar. Hóast eg í mínum
arbeiði áhaldandi kjakist við
muslimar um islam, so havi
eg eisini staðið ímóti ágangi,
ið er ímóti muslimun, sigur
Høgni Johannesen.
Høgni Johannesen, B.A. Honours í gudfrøði:
Fyrilestur um kristindóm og islam
Høgni Johannesen heldur fyrilesturin “Kristin og Islam” í
samkomuni Lívdini á Brekku 3 í Hoyvík (bygningurin aftan
fyri MBM í Hoyvík)
Mynd: Magnus Gunnarsson