Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 17. august 2006 13 Kistan við Jógvan Simonsen við Tváttá, Sanda­ vágur, fer av Ellisheiminum heim í Sandavágs kirkju í kvøld kl 18. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Jógvan, kunnu lata eina gávu til Sandavágs kirkju; konta í peningastovninum. Kistan við Olivur Veihe Sundberg fer frá Hol­ steinsborg kirkju í Rude, týsdagin 22. august kl. 13. Hans Jørgen Jensen, Hvalvík, andaðist mikudagin 26. juli á Sjúkrahúsi í Ukraine, 61 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 18. august. Agapetus. Deyður umleið ár 300. Ein 15 ára gamal drongur, sum var tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri sonur, bróður og pápi okkara Hans Jørgen Jensen tannlækni, ættaður úr Vindblæs búsitandi í Hvalvík andaðist á sjúkrahúsi í Ukraina mikudagin 26. juli 61 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Fyri tey avvarðandi Anna, Anker, Nicolaj, Anna og Njál við familju Tórshavnar býráð hevur í dag sett Jákup Egholm Hansen í starv sum tekniskur stjóri Tekniski stjórin er ov­asti leiðari fyri tekn­isku fyrisitingini og høvuðs­upp­ gávan verður at stjórna og samskipa arbeiðsøkini í tekn­isku umsitingini og hava umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina um hendi.  Jákup Egholm Hansen er útbúgvin arkitektur og hevur nomið sær kunnleika innan leiðslu og fígging, bæði á Handilsskúlanum og á Robert Gordon University, har hann hevur fingið eitt Master prógv.  Umframt holla útbúgving hevur Jákup Egholm Hansen drúgvar royndir bæði í Før­ oyum og uttanlands. Mill­ um annað hevur hann verið deildarleiðari fyri teknisku deild hjá Sør­vágs kommunu og var m.a. við til skúlabygging, útstykking og tá terminalurin varð útbygd­ur. Hjá Lands­ byggi­fel­agnum hevði Jákup Eg­holm m.a. ábyrgd av verk­ ætlanini fyri Gøtu kirkju. Harumframt hevur hann verið projektleiðari, tá Parkin í Keypmannahavn varð umbygd.  Tey seinastu árini hevur hann verið varastjóri/stjóri í P/F Samvinnufelagnum í Sandavági. Í tíðarskeiði 93- 02 var Jákup Egholm Hansen eisini formaður í fel­agnum Rækjuskip og hev­ur verið við í fleiri fiski­vinnusamráðingum við onn­ur lond.  Í løtuni starvast Jákup Eg­holm Hansen sum pro­­jektsamskipari hjá P/ F SMS í sambandi við um­byggingina.  Jákup Egholm Hansen tekur við starvinum 1. okto­ ber. Jákup Egholm Hansen: Tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi okkara Jógvan Simonsen við Táttá, Sandavágur andaðist týsdagin 15. august 82 ára gamal. Kistan fer av Ellisheiminum heim í Sandavágs kirkju hóskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 14.00. Herdis, Anna Maria og Elisabeth Tey, ið ynskja at minnast Jógvan, kunnu lata eina peningagávu til Sandavágs kirkju. Konta í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá okkara kæra Magnhild Olsen Miðvágur, ættað úr Hósvík andaðist og varð jarðað. Ein hjartans tøkk til tykkum á Ellisheiminum í Miðvági fyri umsorgan í so mong ár. Takk til Maluna og Ann fyri góð orð við kórsetingina og Emil Olsen, prest, til jarðarferðina. Eisini takka vit sangarum, berarum, kirkjutænarum og teimum, sum hjálptu til við ervið, og tykkum mongu, sum fylgdu Magnhild, bæði frá Ellisheiminum í Miðvági og frá Hósvíkar kirkju. Takk fyri peningagávu til Javna. Familjunnar vegna Elin Maria Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Esmar A. Jacobsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Justinus Poulsen og Sverra Steinhólm, prest, sum talaðu í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til starvsfólki á Tjarnargarði fyri røkt og umsorgan og somuleiðis til starvsfólkini á B6. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til Kirkjuliga Missiónsfelagið og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Esmari til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Maud og børnini við familju Lesið Sosialin - so eru tit við