leygardagur 30. desember 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2000
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 251 - 30. desember 2000
26 ára Sóleyð Ísaks-
dóttir Jacobsen úr
Havn er Miss Galaxy
ár 2000. Hetta varð
avgjørt í høllini á
Hálsi hóskvøldið. Í
komandi ári fær hon
møguleika at umboða
Føroyar í EM og HM í
ávikavist Spania og
Kina, og hon fer eisini
at venja nógv fram til
tær kappingarnar
MISS GALAXY
Stefan í Skorini
Vinnarin av Miss Galaxy
kappingini, Sóleyð Ísaks-
dóttir Jacobsen, sigur, at nú
má hon av álvara taka
annað skinn um bak til
altjóða kappingarnar, sum
vera næsta ár.
Sóleyð gongur á dansi-
skúla í Århus, har hon byrj-
aði í september. Umframt
at ganga á dansiskúla venur
reguliga aftaná skúlatíð.
– Eg havi vant lítið meira
enn vanligt til hesa kapp-
ingina, men nú tá eg skal
uttanlands, má eg fara at
venja nógv meira, sigur
Sóleyð.
Hon hevur roynt eina
líknandi kapping fyrr, tí í
1997 varð hon kosin Før-
oya fimasta kvinna. Tá var
bara kappast í forðabreyt-
um og slíkum, og ikki í
bikini og kjóla. Eingin slík
kapping hevur verið síðani.
Í fyrstu viku í juli skal
Sóleyð til Spania, har hon
skal luttaka í evropeiska
meistaraskapinum. Og í
september gongur leiðin til
Kina at kappast í heims-
meistaraskapinum.
Sóleyð ásannar, at hetta
eru stórar avbjóðingar, men
hon er glað fyri at hava
fingið møguleikan at um-
boða Føroyar í stórum
kappingum.
– Nú eg havi fingið
møguleikan at umboða
Føroyar, skal eg hava eitt
heiðurligt úrslit í EM og
HM. Tí ætli eg mær at eta
rættan kost og fari eisini at
venja meira.
Sóleyð leggur afturat, at
hon vónar, at slík kapping
verður aftur í næsta ár.
– Tá vóni eg, at fyrireik-
ararnir eisini fara at skipa
fyri slíkari kapping fyri
menn, sigur Sóleyð.
Miss Galaxy
Hetta er fyrstu ferð, at skip-
að verður fyri slíkari Miss
Galaxy kapping í Føroyum.
Í kappingini ræður tað um
hjá kvinnunum bæði at vera
vakrar og fimar í forða-
renning.
Kappingin var í trimum
pørtum. Fyrst skuldu tær
vísa seg í kjóla og síðani í
bikini. Dómararnir gjørdu
sínar metingar um kvinnur-
nar, men eingin fekk at vita,
hvat úrslitið av hesum
báðum fyrstu kappingunum
var.
Síðani skuldu kvinnurnar
vísa síni kynstur í forða-
renning.
Ein
krevjandi
breyt varð sett upp í høllini,
og tað ráddi um at sleppa
skjótast ígjøgnum allar
forðingarnar.
Allir tríggir partarnir
telja ikki eins nógv, tá
teljast skal saman at enda.
Tað hevur størst týdning at
vinna forðabreytina, tí hon
telur 50%. Kappingin í
bikini telur 40%, meðan
kjólin bara telur 10%.
Sóleyð Ísaksdóttir Jacob-
sen úr Havn var skjótast á
forðabreytini. Hanna Dals-
garð av Argjum var beint í
hølunum á henni, meðan
Junie Hansen úr Havn var á
triðja plássi.
Tað vísti seg, at endaliga
úrslitið var tað sama sum í
forðarenningini.
Sóleyð og Hanna høvdu
góðar tíðir, og vóru eitt fitt
petti frammanfyri hinar
kvinnurnar.
– Eg visti ikki, hvussu
tað fór at ganga í kjóla og
bikini, men eg hevði sett
mær fyri at vinna forða-
breytina, tí har eri eg sterk-
ast, sigur Miss Galaxy
2000.
– Tað gekk eisini sum
eftir ánni. Eg fekk nøkur
blá merki á vegnum, men
tað hugsar man ikki um
fyrr enn aftaná, sigur Sól-
eyð.
Regin Vágadal og
Sámal Jóhannes Han-
sen megnaðu at basa
finska parinum, sum
fyrr hevur vunnið
heimsmeistaraheitið,
í styrkikapping í
ítróttarhøllini á Hálsi
hóskvøldið. Teir
høvdu viljan at vinna
og góvu eisini alt, teir
áttu
STYRKIKAPPING
Stefan í Skorini
Samstundis sum kvinnur-
nar kappaðust um at gerast
Miss Galaxy, kempaðu
aðrar kempur ein annan
dyst á pallinum.
Tað hevði eydnast fyri-
reikarunum at fáa heimsins
sterkasta par til Føroyar at
kappast ímóti tveimum av
Føroya sterkastu monnum.
Finnarnir Janne Virtanen
og Janni Polonen vóru
mótstøðumenn hjá teimum.
Kappast var í fimm
ymiskum kappingum, og
Regin og Sámal vunnu 3-2
samanlagt.
Spennandi kapping
Tað var greitt frá byrjan av,
at føroyska parið vildi vísa
sínum heimaáskoðarunum,
at teir veruliga vildu vinna.
Fyrsta kappingin var at
lyfta 30 sekkir, sum vigaðu
40 kilo, uppá ein kassa.
Regin og Sámal skiftust um
at lyfta.
Hetta var ein sera spenn-
andi og tøtt kapping. Før-
oyska parið var bara nøkur
fá sekund fyrr at fáa sein-
asta sekkin beindan burtur
og vann sostatt fyrstu kapp-
ingina.
Næsta kappingina var at
halda einum sjónvarpi á 50
kilo uppi so leingi sum
gjørligt. Hesa kappingina
vunnu finnarnir sannfør-
andi, tá føroyingarnir góv-
ust nakað skjótt.
Tvær tær næstu kapp-
ingarnar vunnu føroying-
arnir. Tað var at koppa dekk
og at lyfta 90 kilo uppum
høvd. So var kappingin
avgjørd.
Ovurfegnir
Tað var ein sera fegin Sám-
al Jóhannes Hansen, sum
Sosialurin fekk fatur á eftir
kappingina. Sum heild vóru
teir báðir føroyingarnir
meira enn væl nøgdir við
endaliga úrslitið.
– Hetta hevði eg als ikki
væntað. Tá ein hevur í
huga, at hetta er millum
heimsins sterkastu menn,
so er hetta eitt gott avrik frá
okkum, sigur Sámal Jóh-
annes Hansen.
– Fyrst luttók eg bara fyri
at gera mítt besta, og eg
hevði verið nøgdur, um vit
bara vunnu eina kapping.
Vit sóu so, at vit høvdu ein
møguleika
eftir
fyrstu
kappingina, og eg eri
ógvuliga bilsin av at vinna.
Eg eri bara himmalskt glað-
ur, sigur Sámal.
Sámal hevur vant nakað
meira til hesa kappingina,
og serliga vandi hann
konditión. Av hesum misti
hann tíggju kilo og fór aftur
frá 128 til 118 kilo. Tá er
vandi fyri, at hetta ávirkar
styrkina, men tað bilaði
ikki, greiðir Sámal frá.
– Vit góvu alt, og tað gav
úrslit, sigur Sámal Jóhann-
es Hansen at enda.
Miss Galaxy, Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen:
– Eg fari at venja hart til EM og HM
Regin og Sámal bastu
heimsins sterkastu
Sámal Jóhannes Hansen koppar dekki. – Eg eri ovurfegin um sigurin, sigur Sámal
Mynd: Jens Kr. Vang
Forðarenningin var sera krevjandi. Her sveiggjar ein av luttakarunum seg í stativi
Mynd: Jens Kr. Vang
Hanus Lassen 60 ár
Skiparin á Smyrli seinastu
mongu árini klaksvíkingur-
in Hanus Lassen fylti seksti
herfyri. Hanus Lassen er
kendur sum ein drívandi
maður og góður sjómaður.
Hann hevur ført óteljandi
ferðafólk
trygt
millum
oyggjarnar.
Tað var tó slett ikki ætl-
anin av fyrstan tíð, at Han-
us bara skuldi sigla innan-
oyggja og so okkurt hissini
skeið í millumlandasigling.
Hann tók siglingstíð og
varð skúlaður umborð á
Sjúrðaberg hjá Kjølbro
fyrst í seksti árunum og har
stóð toskur ovast á lista-
num. Og allar best var um
tað fleyt yvir í báður borð-
um á einum tjokkfullum
dekki onkunstaðni í Bar-
entshavinum, á Halanum
ella á teim nú toskatómu
bankunum í Vesturgrøn-
landi. Miðskeiðis í sekstiár-
unum tók hann skipsførara-
prógv á Sjómansskúlanum
í Havn.
Í 1973 fekk Hanus Lass-
en starv sum leiðari á
Strandferðsluni í Klaksvík.
Tó lívið á landi við fast
undir fótum leiddi hann og
so var hann aftur at síggja
umborð á strandfaraskipum
um Leivvíksfjørð. Pendul-
farturin millum Klaksvík
og Leirvík varð avloystur
av Smyrli og har hevur
hann verið síðan.
Hanus býr og er giftur í
Klaksvík. Tá hann hevur
frí, heldur hann nógv til í
Mikladali, har hann eigur
hús og jørð. Vinir siga um
hann, at hann er ein rættu-
ligur heimamaður, tá hann
er heima.
Pauli Larsen 60 ár
Skipari og stýrimaðurin á
Smyrli, porkeringurin Pauli
Larsen hevur eisini rundað
tey seksti nú við árslok.
Pauli býr á Tvøroyri. Hann
er einkjumaður. Pauli Lar-
sen byrjaði sína karrieru
sum DFDS maður og sigldi
úti í fleiri ár. Síðan kom
hann heim aftur og fór at
sigla við skipaum hjá Skip-
afelagnum.
Seinastu
mongu árini hevur hann
verið við Smyrli har hann
hevur verið stýrimaður og
eisini skipari.
Menn siga um hann, at
hann er ein framúr sjómað-
ur, róligur og álítandi
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Einki er einasta leið
Fullveldi er ikki ein
leið, men eitt mál. Øll
kunnu vit vera samd
um, at flestu føroyingar
halda, at fullveldi er eitt
mál uppá sikt, men
fleiri eru leiðirnar at
røkka hesum máli. Eyð-
kennini fyri fanatismu
eru staðfestingar av abs-
oluttum sannleikum og
proklameringar um, at
okkurt er einasta leið.
Syrgiligt er, um onkur
bert sær eina leið, og
enn meira syrgiligt er,
um hendan leiðin er
skeiv ella bland er kom-
ið millum mál og miðil.
Í brátt farna ári hava vit
sæð eina ikki sørt
mannminkandi tilgongd.
Føroyska samráðingar-
útspælið um fullveldi
var - sum andstøðan
eisini hevði á orði áðr-
enn samráðingarnar
byrjaðu - ósmæðið. Tað,
ið onkur pástendur var
karaktermorð uppá før-
oyingar, var meira at
meta sum eitt karakter-
sjálvmorð framt av sam-
gonguni. Vónandi síggja
vit ongantíð aftur slíkar
undirmineringar av før-
oyskum sjálvsvirði, sum
til dømis at sita í tím-
avís á einum fundi og
royna at fáa donsku
stjórnina at viðurkenna,
at teimum ikki tørvar at
góðkenna eina føroyska
loysing. Um vit halda,
at teimum ikki tørvar at
góðkenna loysingina,
hví skulu vit so partú
hava teir at viðurkenna
tað? Tað skal vera okk-
ara vón fyri tað nýggja
árið, at Føroya kosnu
menn fara at føra seg
fram á ein hátt, ið ger,
at føroyingar — eisini
útisetar búsitandi í Dan-
mark — kunnu bera
høvdið høgt og vera
ernir av teimum. Hettar
hevur ikki verið støðan í
ár, har menn ósmæðið
hava kravt evsta vald
fyri annans gjald.
Varaløgmaður hevur
havt á orði, at eingin
hevur sagt ella kann
siga, at sáttmálaupp-
skotið hjá landstýrinum
ikki hevði verið ein
góður karmur um ein
felagsskap millum tvær
tjóðir. Vit loyva okkum
at ivast í hesum pá-
standi, men skulu, um
hann er rættur, hervið
vera teir fyrstu til at
siga, at uppskotið hevði
ikki verið ein góður
karmur um ein felags-
skap millum tvær tjóðir.
Tað hevði givið ein ikki
sørt ringan smakk, um
vit framdu evsta vald
fyri annans gjald. Tað
skal vera okkara nýggj-
ársynski, at ósmædnið
og kravmentaliteturin
verður lagt á hillina í
komandi ári soleiðis, at
vit venda aftur til at
valda so hvørt sum vit
gjalda.
Vónandi sleppa vit í tí
nýggja árinum frá, at
politisk litað brøv vera
send til ST undirskrivað
av embætisfólki. Føroya
landsstýri kann til eina
og hvørja tíð fáa upp-
lýsingar frá ST eins og
hvør heimsborgari kann
tað. Gott hevði verið,
um samgongan sjálv fór
at avlíva sínar egnu
mytur um, at føroysk
embætisfólk ikki kunnu
fáa upplýsingar úr ST.
Búskaparligi spurning-
urin, ið veruliga er tað,
ið skilir Føroya Lands-
stýri og donsku
stjórnina kemur vónandi
í fokus í tí nýggja ári-
num. Okkum tørvar
greiðar linjur, tí í løtuni
er tað greitt sum ein
fløkjustampur, hvat
samgongan ætlar við-
víkjandi tí búskaparliga.
Annars vil blaðið ynskja
øllum viðskiftafólki sín-
um og øllum føroying-
um eitt gott nýggjár og
tøkk fyri tað farna
Sosialurin
NØVN Í VIKUNI
Í hálvan annan tíma í gjár
setti Sosialurin enn eitt
met, sum tað føroyska
blaðið, ið er komið oftast út
í einum ári. Frá tí løtu í
gjár, tá fyrstu Sosialarnir
lógu í leysasølunum og til
Dimma hálvan annan tíma
seinni kom í blaðbúðirnar,
var blað nummar 251 hjá
Sosialinum
metblað
í
Føroyum. Ongantíð fyrr er
eitt blað komið við so
nógvum útgávum.
Sosialurin
var
eisini undangongublaðið, tá
farið var undir fimmdaga
útgávu í september 1990. Í
1991 vóru met dagligur
kostur hjá Sosialinum. Fyrr
var blaðið bert komið út
tríggjar ferðir um vikuna og
fyrstu mongu mánaðarnar
var blaðið einsamalt við
fimmdaga
útgávuni.
Útgáva tríggjar ferðir um
vikuna gav góð 150 bløð
árliga, nú eru vit upp á 251.
Hetta verður neyvan broytt
aftur fyrr enn útgávan
verður økt við einum blaði
um vikuna. Nær ella um tað
verður er ein heilt onnur
søga.
Sosialurin setir enn eitt met
Við loyvinum frá
Vinnumálastýrinum
at veita GSM tænast-
ur, hevur telefelagið
Alnót nú øll sløgini
av fjarskiftisloyvum,
sum kunnu fáast í
Føroyum
Fjarskiftiskapping
Rúnar Reistrup
Mikudagurin í hesi vikuni
gjørdist seinasti dagur, har
Føroya Tele var einsamalt á
marknaðinum fyri sølu av
fartelefontænastum. Hós-
dagin fekk næststørsta tele-
felagið í landinum, Alnót,
nevniliga loyvi frá Vinnu-
málastýrinum at veita GSM
tænastur í Føroyum.
Alnót er higartil einasta
telefelagið umframt Føroya
Tele, sum hevur fingið
hetta loyvi.
Sambært einum tíðinda-
skrivi, sum Alnót hevur
sent út í sambandi við loyv-
isveitanina, fer felagið í
fyrstu atløgu at gera íløgur
fyri einar tredivu milliónir
krónur. Hendan íløga skal
ætlandi gera tað møguligt
hjá telefelagnum at veita í-
búgvum í Tórshavn, Skála-
fjørðinum og pørtum av
Eysturoynni og Klaksvík
fartelefontænastur. Sjálvt
væntar felagið, at hetta fer
at gerast møguligt longu í
summar.
Telefelagið Alnót hevur
frammanundan fingið øll
tey fjarskiftisloyvir, sum
kunnu fáast í Føroyum, og
felagið ætlar eisini sær
bæði inn á marknaðin fyri
telefonsamrøður um fasta
telefonnetið, og inn á
marknaðin fyri internettæn-
astur.
Á hesum báðum økjum
væntar felagið at kunna
bjóða seg fram í apríl
mánaði komandi.
Tøkk
Hjartaliga takka okur øllum, sum gleddu okum á
silvurbrúdleypsdegnum tann 16.12.00, og gjørdu
okum dagin so hugnaligan.
Ein serstøk tøkk fyri gávur, telegramm, uppring-
ingar og til tykkum øll, sum hjálptu til. Eisini takka
okur børnum okra fyri stóra hjálp.
Okur ynskja ætt, vinum og kenningum eitt av
Harranum signað nýggjár og takka fyri tað brátt
farna.
Sanna Elina og Ólavur Hovsgarð
Alnót fekk GSM loyvi