leygardagur 30. desember 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10. februar fer hálv-
føroyski poppbólk-
urin úr Danmark at
hava konsert í ítrótt-
arhøllini í Runavík
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Vælumtókti danski popp-
bólkurin Creamy, sum er
mannaður við føroysku
Rannvu og donsku Re-
bekku, kemur til Føroyar at
hava konsert í februar
mánaði.
Konsertin við Creamy
verður í ítróttarhøllini í
Runavík 10. februar, og um
tað skuldi veirð útselt til
hesa konsertina, verður
møguliga ein eykakonsert í
Runavík dagin eftir.
Creamy høvdu tvær kon-
sertir í Føroyum í fjør, og
tær konsertirnar eydnaðust
serstakliga væl. Nógv børn
vóru til tiltøkini, og undir-
haldið var gott.
Nýggja fløgu
Stutt fyri jól gav Creamy
sína næstu fløgu út, og á
hesi fløgu syngja tær á
enskum. Hendan fløgan
hevur selt væl í Danmark.
Nu skal bólkurin undir
nýggja konsertferð, og í
løtuni venja tey til hesar
konsertirnar. Fyrsta kon-
sertin í røðini verður tann í
Runavík í februar mánaði,
og tí fáa føroyingar eitt nýtt
show
saman
við
tón-
leikinum.
Creamy fara at spæla
sangir av bæði nýggju og
gomlu fløguni, og nú tær
eisini hava sungið á før-
oyskum, verður okkurt
helst eisini at hoyra á
móðurmálinum
hjá
Rannvu.
Atgongumerki til kon-
sertina – sum kosta 135
krónur – fáast í Statoilstøð-
unum kring landið og í
Kunningarstovuni í Havn.
Skipað verður fyri góðum
samband til konsertinar
bæði sunnanífrá og norð-
anífrá.
Føroyska og danska
forlagið, sum hava
givið listabókina hjá
Bárður Jákupsson út,
verða kravd eftir
tilsamans 200.000
krónum í endurgjaldi
fyri at hava brúkt
listaverk ólógliga
RÆTTINDASTRÍÐ
Eyðun Klakstein
Emil Thomsen hevur latið
Føroya Rætti eina stevning
ímóti forløgunum, sum
hava givið bókina Myndlist
í Føroyum út.
Bókin er givin út bæði á
føroyskum og donskum, og
útgávufeløgini – Sprotin í
Føroyum og Atlantia í
Danmark – verða kravd
eftir 100.000 krónum í
endurgjaldi hvør.
Emil Thomsen krevur
eisini, at forløgini verða
dømd at viðurkenna fúta-
forboðið ímóti at bókin
verður seld, og harafturat
krevur hann, at rætturin
ásetur revsing fyri lógar-
brotið.
600 eintøk seld
Hósdagin fyri jól varð fúta-
forboð sett fyri, at nýggja
listabókin hjá Barður Ják-
upsson varð seld í Før-
oyum.
Orsøkin til forboðið var,
at í bókini vóru 9 listaverk
hjá nólsoyinginum Steffan
Danielsen endurgivin, uttan
at Emil Thomsen, sum eig-
ur rættindini til øll verkini
hjá listamanninum, varð
spurdur um neyðugu loyv-
ini til at brúka myndirnar.
Emil Thomsen kravdi tí,
at forboð varð sett fyri, at
bókin kundi seljast, og
hesum tók rætturin undir
við.
Nýggja listabókin – sum
er ein føroysk myndlista-
søga – varð tí tikin av hill-
unum, júst sum jólasølan
kom í hæddina seinastu
dagarnar fyri jól, og hetta
var ein smeitur fyri søluna.
Føroyska útgávan av bókini
seldi tó 600 eintøk, áðrenn
hon varð bannað.
Dyggur smeitur
fyri Sprotan
Skal
fútaforboð
kunna
standa við, er neyðugt við
eini stevning innan eina
viku, eftir at tað er ásett, og
hesa freistina helt Emil
Thomsen.
Føroya Rættur hevur
fingið stevningina, og nú
verður bíðað eftir, at rætt-
urin skal taka málið upp til
dóms. Tað verður helst
nakrar vikur inn í nýggja
ári.
Føroyski
útgevarin,
Sprotin, kann enda við at
fáa eitt stórt endurgjalds-
krav, samstundis sum for-
lagið hevur mist part av
søluni, og tað er dyggur
smeitur fyri forlagið.
– 100.000 krónur ljóða
kanska ikki av nógvum í tí
stóra samanhanginum, men
hjá einum lítlum forlagið
sum okkara eru tað nógvir
pengar,
sigur
Jonhard
Mikkelsen, sum rekur for-
lagið Sprotan.
Endurgjaldskrav
í tveimum
Endurgjaldskravið
ímóti
Sprotanum og danska for-
lagnum er býtt í tvey.
50.000
krónur
verða
kravdar sum endurgjald
fyri sjálva misgerðina, at
listaverkini vórðu brúkt
uttan loyvi frá rættindahav-
aranum. Seinna helvtin er
vanligt
endurgjaldskrav,
sum kann krevjast, um
rættindahavarin kann ávísa
ítøkiligt fíggjarligt tap.
Emil Thomsen hevur havt
ætlan um at gera eina bók
um Steffan Danielsen og
hansara verk, og nú 9 lista-
verk hjá Steffani eru í
listabókini, heldur hann, at
hann hevur verið fyri
fíggjarligum tapi.
Og sum seinasta slagið
við stertinum kann sigast,
at ætlanin var, at Bárður
Jákupsson
skuldi
gera
bókina um Steffan Daniel-
sen.
Allar tannlækna-
stovurnar í høvuðs-
staðnum hava
stongt millum jóla
og nýggjár
TANNAPÍNA
Eyðun Klakstein
Tannapínan í høvuðs-
staðnum hevur tað ikki
gott á jólum.
Allar tannlæknastov-
urnar í Havn hava stongt
millum jóla og nýggjár,
og bara ein tíma um dag-
in er gjørligt at fáa fatur
á eini tannlæknavakt,
sum kann taka sær av tí
mest átrokandi.
Hetta er komið illa við
hjá fólki, sum hava fing-
ið tannapínu í kjalar-
vørrinum frá flóðini av
karamellunum og sjoku-
látuni, sum floymir yvir
børn og vaksin jóladag-
arnar.
Foreldur, sum hava
vent sær til Sosialin, eru
næstan komin í rasshaft
av tannlæknafrítíðini, tí
børn eru komin so illa
fyri av tannapínu.
Men telefonsvararnir á
teimum seks tannlækna-
stovunum í Havn greiða
fólki
við
átrokandi
ørindum frá, at stongt er
millum jóla og nýggjárs,
og at opið er aftur
týsdagin.
– Tá ert tú vælkomin
at ringja aftur, sigur ein
av telefonsvararunum.
So er bara at vóna, at
ræðuliga tannpínan ikki
er horvin tá.
Tannapínan
má bíða
Stríðið um listabókina:
Emil Thomsen
hevur nú stevnt
forløgunum
Creamy byrjar kon-
sertferð í Føroyum
Nr. 251 - 30. desember 2000
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 251 - 30. desember 2000
gult cyan magenta svart
Nýggjársheilsanir frá floksleiðarunum
Javnaðarflokkurin
Jóannes Eidesgaard
Menniskjað aftur
í miðdepilin
Eitt ljóst høvd hevur einaferð
sagt, at ein dugnaligur polit-
ikari er ein, sum dugur at
siga, hvat fer at henda í fram-
tíðini, og sum síðani skila-
gott kann greiða frá, hví tað
ikki hendi, sum hann hevði
spátt.
Hetta er tíðin, tá ið vit
steðga á og gera støðuna
upp. Ársfrágreiðingar og árs-
roknskapir um farna árið
hoyra tíðini til, men sam-
stundis er hetta tíðin, har
metingar verða gjørdar um
nýggja árið, sum vit standa á
gáttini til.
Fyrsta árið í nýggju øldini
hevur verið merkt av, at tað
gekk okkum til vildar á flest
øllum økjum. Hóast vit ong-
an tjóðarroknskap hava, so
hava
vit
havt
stóran
búskaparligan vøkstur. Eins
kørg, sum náttúran var við
okkum í byrjanini av 90-u-
num, eins rík hevur náttúran
verið móti okkum seinastu
árini. Hetta saman við góð-
um fiskaprísum og øktum út-
flutningi hevur aftur skapt
optimismu og lívsmót í før-
oyska fólkinum. Og júst hes-
ar umstøður áttu at verið
besti gróðrarbotnur fyri ver-
uligum frambrotum í før-
oyska samfelagnum.
Men árið í ár eins og und-
anfarnu tvey árini hevur stórt
sæð bert verið merkt av tí
eina málinum um fullveldi í
hesum valskeiðnum. Men nú
knappliga trý ár eru farin av
valskeiðnum, so tykist sum
um, at oddafiskarnir í full-
veldismálinum eru komnir
eftir, at upprunaleisturin ikki
vann undirtøku. Sum størsti
andstøðuflokkur mugu vit
fegnast um, at okkara boð-
skapur um skilagóðar broyt-
ingar av ríkisrættarliga máli-
num, eftir øllum at døma nú
eisini fær undirtøku millum
samgonguflokkar og sam-
gongupolitikarar.
Landsstýrið hevur nú valt
at saðla um, júst sum vit
bóðu teir gera eftir fyrsta
samráðingarumfar. Men tó er
ætlan teirra enn so lítið í-
tøkilig, at neyvan teir sjálvir
fult út eru greiðir yvir, hvør
næsti leikur verður. Men lat
okkum nú síggja.
Vit kunnu bara øll vera
samd um, at framtíðarstøða
Føroya má nú finna sína
endaligu loysn. Vit mugu fáa
hetta málið av dagsskrá fyri
at geva pláss til onnur mál.
Í hesum stórpolitiska tjaki
er menniskjað og felags á-
byrgd fyri hvørjum øðrum
dottin niðurímillum. Vit liva
í eini tíð, har alt ov mong
blint trúgva, at marknaðar-
kreftirnar einsamallar fara at
loysa øll mál. Og í júst hes-
um liggur tað ein stór ábyrgd
á allari fakrørsluni og okkum
í Javnaðarflokkinum um at
draga menniskjað inn aftur í
fokus. Sjálvandi skulu vit
brúka marknaðarkreftirnar,
men tað skulu vera vit menn-
iskju, sum hava tamarhald á
hesum kreftum og ikki øv-
ugt.
Fyri framman liggja stór
mál og bíða okkum. Av hes-
um er pensiónsmálið uttan
iva tað størsta. Tað er eingin
loyna, at vit fegnir vildu
verið
partur
av
hesum
arbeiði, sum skal finna eina
endaliga loysn, men uppaftur
meiri týdningarmikið er tað,
at partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum fáa ein týðandi leik-
lut.
Góðu
búskaparúrslitini
seinastu árini hava tíverri
ikki merkt batar fyri allar
samfelagsbólkar og allar
samfelagstænastur. Hetta tí
at vit í liberalismurnar heila-
ga navni eru vorðin so profit-
orienterað,
at
vit
heilt
gloyma, at samfelagið er
menniskjuni. Samfelagið er
ikki skipanir og lyklatøl,
men kjøt og blóð.
Tí er mítt ynski fyri 2001,
at vit fáa menniskjað aftur í
miðdepilin. At tey virði, sum
skapa
felagsskapin
og
styrkin í hesum vinna frama.
At øll mál verða loyst, so tey
muna so mongum sum
gjørligt.
Og við hesum fáu orðum
vil eg ynskja øllum føroying-
um eitt gott nýggjár.
Miðflokkurin
Jenis av Rana
Hvør ger av, hvussu 2001
fer at verða?
Seinnapartin hósdagin møtti
eg einum av ungu monnum
okkara, mitt á Áarvegnum í
Havn. Glaður og smílandi
heilsaði hann mær, prátið var
vinsælt og positivt, og hann
hevði á munni hvussu glaður
og optimistiskur føroyingur-
in var- 2000 hevði vignast
væl fyri flestu, og vónirnar
fyri framman vóru bjartar.
Jú, signingar Harrans hava
verið nógvar í farandi ári, og
mong spáa tað sama fyri
komandi.
Men hvør avgerð tað, og
hava vit møguleika fyri á-
virkan? Neyvan avgerða vit
fiskiskap ella fiskaprísir,
svarar tú óivað, neyvan held-
ur rentustøðið, og neyvan
veður og vind ella framtíðar-
støðu okkara annars- ella
hvussu?
Í Himli situr Hann, sum
ein dagin myndaði og skapti
Himmal og jørð- úr ongum!
Eins og tá ynskir Hann enn í
dag at mynda og skapa. Vit
lesa í lyftisbók Hansara, at
eygu Hansara skoða yvir alla
jørðina og Hann ynskir at
hjálpa tí, sum heilhjartaður
er við Honum.Tann tjóð,
tann familja, tann persónur,
sum setur álit sítt á Hann,
kann fult út rokna við dag-
ligu hjálp hansara í øllum
viðurskiftum- eisini í Før-
oyum.
Kann verða at vit í 2001
koma at uppliva broytingar í
ríkisrættarligu støðu Føroya,
kann verða, at viðurskifti
okkara við E.S. broytast,
kann verða at onnur týdning-
armikil viðurskifti fyri sam-
felag okkara eisini broytast,
alt tað er fjalt fyri okkum í
skrivandi løtu, men lyftið um
hjálp og trygd Guds broytist
ikki! Hetta er grundarstøðið
vit valdu at byggja politikk
Miðfloksins á, og so verður
framyvir ivast onga løtu í tí!
Á varðhaldi tá á stendur,
verður eisini framyvir eitt av
lyftum floksins! Tú, sum
náttúrliga óttast broytingar í
ríkisrættarligu støðu okkara,
tú, sum av ringum royndum
óttast raðfestingar ( ella
kanska manglandi raðfest-
ingar) politikkaranna, tú
skalt vita, at vit verða har, ið
á stendur! Rødd okkara verð-
ur at hoyrast, og vit fara at
forða fyri at rættur teirra
veiku verður brotin! Vit fara,
vónandi saman við tær, at
søkja Hann, sum veit hvat
tænir okkum best. Hann
ynskir okkum øllum eitt gott
2001, og Hann avgerð einsa-
mallur, hvussu tað árið fer at
vignast. Men avgerðandi fyri
úrslitið verður tað álit, tú og
eg vísa Honum.
Tjóðveldisflokkurin
Høgni Hoydal
Ábyrgdarinnar ár hjá før-
oysku tjóðini
Jólini og nýggjárið er okkara
háttur at prísa lívsvirðini og
lívsins ringrás. At seta tey
veruligu
virðini,
okkara
kæru og næstakærleikan í
hásæti.
Vit lata nakrar av skuffu-
num upp í teirri óendaligu
kommoduni, sum menniskj-
asinnið er. Hjá nógvum eru
skuffur, fyltar við tungari
sorg. Tær kunnu kanska bert
gloppast og ikki dragast út
fyrr enn í komandi árum.
Men hjá flestum eru vónandi
eisini skuffur á tremur við
góðum minnum og hending-
um, sum standa útdrignar. Til
reiðar at goyma tað nógva,
sum nýggja árið hevur at
bjóða. Væl útborin til at møta
bæði gleði og sorg - og tí
vanliga gerandisdegnum.
Føroyska tjóðin hevur havt
nógv at gleðast um í brátt
farna ári. Nógvir av okkara
landsmonnum, sum noydd
ust at fara av landinum, flyta
nú heimaftur í stórum tali.
Eftir tey døpru kreppuárini,
valdar á flestu økjum dirvi,
vón og áræði.
Tað er eins og tað várar
nógvastaðni í Føroyum. Á
bygd og í bý gongur sjón fyri
søgn, at har fólk í felag seta
sær nakað fyri - har grør.
Neyvan nakrantíð áður hevur
verið so stór framgongd inn-
an mentan, vinnulív, búskap
og á sosiala økinum, sum
seinastu tvey árini.
Tó er ongin orsøk at halda,
at nú gongur bert framá í
Føroyum. Tað verður hvørki
í komandi ári ella tey næstu,
at Føroyar veruliga kunnu
sigast at vera komnar úr
kreppu. Tað fer at taka mong
ár, at byggja upp aftur tað,
sum er mist av ábyrgdarloysi
og at rætta nøkunlunda uppá
órættvísið, sum er framt.
At vit longu aftur eru farin
á glið móti ábyrgdarloysi-
num merkja øll, sum tíma at
lurta eftir føroyskum poli-
tikki í løtuni.
Komandi árið verður eitt
ár, har tjóð okkara skal taka
stórar avgerðir, sum krevja
samanhald, áræði og treysti.
Í ár 2000 fingu vit staðfest,
at føroyingar verða ikki
viðurkendir sum tjóð. Tað vil
siga, sum eitt fólk, ið hevur
rætt til sjálvt at taka avgerð
um sína stjórnarskipan og
sum hevur ognarrættin til sítt
náttúruríkidømi.
Í ár 2001 skal føroyska
tjóðin sjálv á fólkaatkvøðu
staðfesta sín rætt og sína
skyldu til at taka fulla ábyrgd
av øllum viðurskiftum.
At vit taka við teirri fullu
ábyrgdini av okkara landi, er
fortreytin fyri at megna tær
mongu stóru avbjóðingarnar,
sum liggja beint fyri.
Í ár 2001 verða fyrstu
royndarboringarnar eftir olju
undir Føroyum. Staðfesta vit
ikki okkara tjóðarrættindi,
hava vit heldur ikki staðfest
okkara ognarrætt til undir-
grundina og hava sostatt ikki
fult ræði á gongdini, sum
kann vera sera vandafull fyri
alt samfelagið.
Í ár 2001 fara ábyrgdar-
loysið og útgjaringin frá
80’unum at spøkja í Føroy-
um í enn størri mun, enn vit
hava sæð í ár 2000. Vit fara
hvønn dag at síggja og hoyra
fólk, sum lova gull og grønar
skógir, um vit bert lata
standa til.
Mín vón er, at vit øll
kunnu standa saman um at
gera ár 2001 til ábyrgdar-
innar ár hjá føroysku tjóðini
– uttan mun til partapolitisk-
ar ósemjur.
Eg ynski øllum føroying-
um eitt gott og eydnuberandi
nýggjár.
Sambandsflokkurin
Edmund Joensen
Heimsrákið er samband –
sama hvat Vølvan spáar
Nýmótans tíðin eitur sam-
band, tí eingin hevur nokk
við seg sjálvan. Liberalur
sosialur Sambandspolitikkur
er ”inn” í framkomna heim-
inum.
Fólk í nútíðarsamfelag-
num vilja sjálvi sleppa at
velja. Hvør einstakur vil
hava valfrælsi og sosiala
trygd.
Svarið uppá tað er liberal-
ur, sosialur sambandspol-
itikkur. Hann er eisini ”inn” í
okkara framkomna parti av
heiminum.
Dagliga rákið er, at fólkið í
okkara parti av framkomna
heiminum kastar saman á
nøkrum økjum í ríkisfelags-
skapi, fyri á tann hátt at
fremja felags besta. Vit eru
vitni til, hvussu menningin í
evropeiska ríkisfelagsskapi-
num gongur við rúkandi
ferð, og at langar bíðirøðir
eru fyri at sleppa við.
Í Føroyum hendir tað øvu-
gta. Føroya landsstýri ger alt,
sum gerast kann, fyri at
loysa, og kvetta bondini í
okkara egna ríkisfelagsskapi.
Høvuðsorsøkin er helst, at
flokkar hava ikki broytt
politikk í heila øld og vilja tí
gera júst, sum tá Ísland fyrst
í farnu øld avgjørdi at loysa
frá Danmark. Teir loysingar-
hugaðu hugsa ikki um, at
onnur tíð er galdandi. Polit-
iska skipanin, mentanin og
fólkahugsanin vóru ørvísi tá
og hvør tíðin skilir ikki aðra.
Føroyar eru júst í eini likla-
støðu saman við Danmark í
ríkisfelagsskapinum.
Ein
liklastøða sum er gullverd
fyri føroya fámentu tjóð.
Liberalur, sosialur sam-
bandspolitikkur gevur bæði
ríkisborgararættindi og at-
gongd og frælsi til at velja.
Frælsi í ríkinum, og frælsi í
ES og í heimshøpi.
Føroyar eiga sítt náttúrliga
pláss í okkara framkomna
parti av heiminum gjøgnum
ríkisfelagsskapin. Tað er upp
til okkum sjálvi at gera av,
um vit nýta hetta plássið.
Sum partur av danska ríki-
num hava Føroyar sjálvandi
rætt til fullan ES limaskap
við undantøkum, á sama hátt
sum Álandsoyggjarnar hava
fullan limaskap við undan-
tøkum sum atland hjá Finn-
landi.
Ein slík skipan gevur Før-
oyum allar fyrimunir og allar
møguleikar fyri at fáa lut í,
og at verða við í menningini
av Evropa.
Við verandi skipan hava
føroyingar flestu vansarnar,
tó uttan fyrimunirnar. Hetta
er ikki ein haldbar støða.
Fremstu serfrøðingar eru
samdir um at fylgjan av loys-
ingini hjá sitandi landsstýri
gerst ein stór niðurgongd í
livifóti, stór fólkafráflyting,
ríkisborgarrættindi hvørva
umframt aðrar skerjingar í
rættindum føroyinga. Hesum
vilja vit í Sambandsflokki-
num forða fyri. Sambands-
flokkurin hevur fulla svarið
uppá ein modernaðan poli-
tikk. Ein politikk, sum gevur
føroyingum allar framtíðar
møguleikar, og fullan lut í
heimsmenningini.
Sambandsflokkurin og rík-
isfelagsskapurin eru alterna-
tivið. Tey eru lykilin og borg-
anin fyri eini tryggari fram-
tíð í Føroyum.
Við ynski um eitt av
Harranum signað nýggjár!
Vit hava heitt á leiðararnar fyri politisku flokkarnar á tingi um at skriva eina stutta politiska heilsan til
Føroya fólk fyri komandi ár. Vit prenta heilsanirnar her. Tíverri bar ikki Fólkaflokkinum til at vera við í ár.