Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. desember 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2000 7 6 Nr. 251 - 30. desember 2000 Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, gjørdist ársins neyðrakett ár 2000. Somuleiðis er hann við sínum 632 atkvøðum tann persónurin, sum er størsta føroyska neyðrakettin nakrantíð ÁRSINS NEYÐRAKETT John Johannessen — Eg hevði verið skuff- aður, um eg ikki gjørdist ársins neyðrakett. Hetta var ein av viðmerk- ingunum frá Tórbjørn Jac- obsen, landsstýrismanni í undirvísingar- og menta- málum, tá Georg L. Peter- sen, blaðstjóri á Dimma- lætting, fyrrapartin í gjár alment gav landsstýris- manninum hetta heitið. Klárt á odda Tað eru lesararnir hjá Dimmalætting, sum mill- um seks aðrar kandidatar hava kosið Tórbjørn Jacob- sen at vera ársins neyð- rakett. Og stórur munur er á atkvøðutalinum hjá Tór- bjørn Jacobsen og hinum seks. Heilar 492 atkvøður eru ímillum vinnaran, sum fekk 632 atkvøður, og nummar tvey, Óla Jacob- sen, sum fekk 140 atkvøð- ur. Til samanberingar kann nevnast, at Jógvan við Keldu bert var 150 atkvøð- ur á odda, tá hann varð kos- in ársins neyðrakett fyri 1999. Orsøkina til, at Tórbjørn Jacobsen so týðuliga varð valdur, halda bæði blað- stjórin á Dimmalætting og landsstýrismaðurin vera brølaran, hann fyri stuttum gjørdi, tá hann í Sosialinum skýrdi løgmann vera dan- skan leigusvein og síðani avsannaði alt, fyri síðani aftur at viðganga, at hann hevði sagt tað og sam- stundis koma við eini um- bering. Má gera brølarar Men Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera neyðugt at gera nøkur mistøk av og á. Tann, sum eingi mistøk ger, ger ov lítið til nyttu, segði Tórbjørn Jacobsen, eftir at Georg L. Petersen, blaðstjóri, hevði handað honum eina tekning, sum sýni landsstýrismannin sum eina neyðrakett, og eina stóra veruliga rakett, sum Tórbjørn Jacobsen kann skjóta á Langanesi tá klokkan slær tólv gamla- árskvøld. — Hetta hevur verið eitt ógvuliga buldraligt ár fyri meg. Fyrst varð eg noyddur at senda út veruligar neyð- rakettir, tí eg var í neyð við skipi mínum í Noreg. Síð- ani kom eg í politiskt ill- veður, og nú eri eg so sjálv- ur vorðin ársins neyðrakett. — Men hetta tiltakið er bara skemtiligt. Slíkt, haldi eg, skal eisini til í potlikki. Vit politikarar skulu ikki bert vera gráðir bureaukrat- ar, segði , sum heldur tað vera frálíkt at vera kosin ársins neyðrakett. — Eg haldi, at eg fari at royna at gera onkran stóran brølara aftur seint næsta ár, so eg aftur kann gerast kandidatur til ársins neyð- rakett, segði Tórbjørn Jac- obsen og vísti á, at Uffe Ellemann Jensen, sum verður mettur av vera ein av størstu donsku uttan- ríkisráðharrunum, altíð miðaði eftir at gerast árisins nýggjárstoskur. 1. mai aftur á skránna Tórbjørn Jacobsen vísti á samkomuni í gjár á, at tað var lítla ætlan hansara um at avtaka grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum og í staðin seta 1. mai, ar- beiðaradagin, at vera frí- dag, sum førdi til alt rumb- ulið millum hann og løg- mann og Sosialin. Men Tórbjørn Jacobsen heldur tað bara vera gott, at hetta hevur vakt so stórar kenslur hjá fólki, at tey hava valt hann til árisins neyðrakett. Tí ætlar hann sær eisini at taka málið um arbeiðaradagin upp aftur. Tórbjørn Jacobsen er fimta neyðrakettin síðani Dimmalætting í 1996 fór undir tiltakið at velja ársins neyðrakett. Røðin av neyð- rakettum er hendan: Jóan Karl Høgnesen 1996, Edmund Joensen 1997, Marjus Dam 1998, Jógvan við Keldu 1999, Tórbjørn Jacobsen 2000. NýGGJÁRSRØÐAN John Johannessen Løgmaður fer í kvøld at halda eina nýggjársrøðu, sum fellur væl í oyruni hjá fólki. — Talan verður ikki um eina politiska røðu, men um eina nýggjársrøðu við nøkrum staðfestingum um, hvar samfelagið er í dag og hvat kemur, sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður. Anfinn Kallsberg var longu fyri jól liðugur við beinagrindina í røðuni, og hósdagin varð røðan enda- liga fínpussað. Tað hevur ikki tikið langa tíð at skriva røðuna, sigur An- finn Kallsberg. Løgmaður vil ikki siga nakað um, hvørji evni, hann fer at viðgera í røðuni. Men hann ásann- ar, at fullveldistilgongdin heilt náttúrligt fer at verða viðgjørd. TÚSUNDÁRAHALDIð Stefan í Skorini Skjótt farna árið hevur verið merkt av, at túsund ár eru síðani, at Føroyar vórðu kristnaðar. Ljós hevur verið varpað á hesa stórhending gjøg- num alt árið við ymsum tiltøkum, sum ein stýris- bólkur fyri túsundárahald- ið hevur skipað fyri. Endin á hesum fagn- aðarári verður í Dómkirkj- uni 1. januar í 2001 kl. 19.00, tá gudstænasta verður. Byrjað verður við kan- tatuni “Harri Vár Dráttin”, sum Kári Bæk hevur gjørt til júst hetta høvið, tá fagnaðarárið endar. Hetta er fyrsta føroyska kantatan, sum verður framførd. Tað er Vest- manna sangkór saman við nøkrum tónleikarum, sum fer at framføra kantatuna. Kári Bæk verður sjálvur leiðari. Kantatan er fyri sopransolo, kór, tvær trompetir, tvær trombonir og orgul. Petra Iversen fer at syngja sopransoloina. Oddvør Johansen spælir orgul, Steven R. Foggin og Johan Hentze spæla trom- pet og Atli K. Petersen og Dávur J. Magnussen spæla trombone. Orðini í kantatuni hevur Kári Bæk sjálvur valt. Brotini eru tiknir beinleið- is úr Bíbliuni og eru ikki umskrivað. Tey eru tikin úr Sálmunum kapittul 8 og Matteusar evangelium kapittul 5 og 6. Henda kantata er fram- førd tvær ferðir áður sein- asta vikuskifti í Kvívíkar kirkju og í Vestmanna kirkju. Aðrir trúarbólkar Bjarni Bæk, dómpróstur, fer at prædika, og Hans Jákup Joensen, biskupur, fer at hava altartænastuna. Umframt teir báðar verða eisini umboð fyri aðrar trúarbólkar, ið hava verið við í túsundárahaldi- num, við í gudstænastuni. Umboð eru send úr adventistasamkomuni, frelsunarherinum, katól- sku kirkjuni og úr Hvítu- sunnusamkomuni. Hesi umboðini fara eis- ini at seta dám á fagnaðar- gudstænastuna, sum ber boð um, at nú er fagnaður- in, av at Føroyar hava verið kristnar í túsund ár, at enda komin. Størsta neyðrakett nakrantíð Tórbjørn Jacobsen var fegin um heiðurin at vera kosin ársins neyðrakett. Hann ætlar sær verja heitið aftur næsta ár Mynd: Jens Kristian Vang Fagnaðarárið endar Soleiðis atkvøddu lesararnir hjá Dimmalætting: Torbjørn Jacobsen 632 Óli Jacobsen 140 Finnbogi Ísakson 126 Óli Hammer 71 Helena D. á Neystabø 60 Mogens N. Christensen 28 FSF 16 Nýggjársrøðan verður positiv Nýggjárskvøld verður fagnaðar- gudstænasta í Dóm- kirkjuni, og hon markerar endan á fagnaðinum av, at Føroyar hava verið kristnar í 1000 ár. Spennandi føroyska kantatan hjá Kára Bæk verður framførd, og ymsir trúarbólkar fara eisini at luttaka Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag segði í formansfrá- greiðingini til landsfundin, at mynstringartíðin er ov long og eigur at stytt niður í seks-átta vikur LANDSFUNDUR Edvard Joensen Mynstringartíðin eigur at styttast, og tað kann undir ongum umstøðum góðtak- ast, at menn eru meira enn fýra mánaðar umborð, segði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, tá hann setti landsfundin í Norður- landahúsinum fríggjadagin. Óli Jacobsen byrjaði fundin við at ynskja limu- num gleðilig jól og ásanna, at ikki so nógvir limir, sum vanligt og væntandi kundi verið, vóru møttir á fundi. Hann metti, at tað kanska vóru koyrilíkindini, sum vóru orsøk til tað. Fundarluttakarar nir vórðu bodnir til døgurða á Sjómansheiminum eftir fundin. Sum eina eyka jóla- gávu til fundarfólkið, hevði Fiskimannafelagið lagt bókina »Havið« hjá Boga Hansen á hvørt borð. Óli Jacobsen legði fyri við at lesa burtur úr ársfrá- greiðingini. Ársfrágreið- ingin er hesaferð upp á 96 síður, og formaðurin last tí bara brot burtur úr henni. Óli Jacobsen legði fyri við at taka í sáttmálaviður- skiftini. Sáttmálin kundi sigast upp til 1. december, men hava parrtarnir gjørt av at flyta ta freistina til 1. februar komandi ár. Orsøk- in er, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, at ivi er um, hvussu verður við eftirlønarviðurskiftunum, og tí vilja partarnir ikki gera nakran sáttmála, fyrr enn teir vita, hvussu tey viðurskiftini verða. Óli Jacobsen vísti á, at í Íslandi var ein óheppin skipan, sum føroyingar eiga at sleppa undan. –Her vilja vit hava, at ein eftirløn kemur oman á eina brúkiliga fólkapensión og ikki tekur burtur av henni, segði Óli Jacobsen. Finnast skuldi fram til, um vit skulu hava eina per- sónliga ella eina solidariska – samhaldsfasta – skipan. Og her vildi formaðurin fegin hava viðmerkingar frá limunum. Annars boðaði hann frá, at fiskimenn vera kunnaðir um málið í FF Blaðnum. Óli Jacobsen vísti á, at serligur sáttmáli er fyri svartkjasftaskipið Næra- berg. Og hann fegnaðist um Næraberg á tann hátt, at Næraberg hevur gjørt tað møguligt hjá ungum fólki at sleppa til skips. Her hugsar hann um, at skipið krevur nógv fólk, og nýtt fólk, sum annars hevur tru- pult við at sleppa við vera- ndi flota, fær ein møguleika her. Annars metti Óli Jacob- sen, at ein mynstringartíð upp á fýra mánaðar er alt ov long. Hann kundi í hvussu er ikki droymt um sjálvur at verið so leingi burtur. Her vísti formaðurin til granna- lond, sum hava skipan upp á seks-átta vikur. Og eitt, sum menn als ikki skulu finna seg í er, at teir kortini eru longri umborð, enn hesar fýra mánaðarnar. Tað eigur als ikki at koma fyri. Í umrøðuni av ymsu skipabólkunum segði for- maðurin, at ídnaðarskipini eru við at fara í søguna. Tey hendinga skipin,i sum enn eru eftir, eru við at fara á norskar hendur. Fyri 25 ár- um síðan vóru ikki færri enn 40 føroysk ídnaðarskip, meðan vinnan í dag er at kalla útdeyð. Formaðurin gleddist um ein felags áhuga við reið- ararnar um at fáa besta prís- in fyri fiskin. Hetta hevur gjørt, segði Óli Jaoobsen, at prísirnir eru óhoyrt høgir, tí alt nú verður selt í fríari kapping. Hetta við fríu kappingini metti hann, at Fiskimannafelagið eigur stóran part av æruni fyri, tí felagið var tað fyrsta, sum fór at tosa um marknaðar- búskap í vinnuni. Hann vísti á talvu í árs- frágreiðingini, sum vísir fiskaprísirnar í Føroyum og grannalondunum. Her liggja vit nakað nógv hægri enn eitt nú íslendingar. Tí í Íslandi er enn tann skipan galdandi, at skip og virki hoyra saman, so at siga. Við tí úrlsiti, at fiskurin er markaður til ávíst virki, at kalla áðrenn hann verður veiddur. Arbeiðsloysisskipanin er ikki til stóra nyttu fyri fiskimenn, segði Óli Jacob- sen. Tá skipanin byrjaði, var hon fín. Men seinni er so tað hent, at fiskimenn og alment kontórfólk verða flokkað saman, og tað ger so, at skipanin fyri fiski- menninar er at kalla til onga nyttu, segði formað- urin í ársfrágreiðingini. Formðaurin í Føroya Fiskimannafelag fýlist á samskiftið við Fiskimála- stýrið. Hann vísti á, at í onkrum føri hevði bræv frá Fiskimannafelagnum ligið í Stýrinum í áravís, uttan at svar var komið. Hann vísti eisini á, at fiskimannafelagið altíð átti at vera á varðhaldi, tá eitt- hvørt kom úr landsstýri- num, tí ofta vísti tað seg, at talan fór at vera um at taka rættindi frá fiskimanninum. Og royndirnar vísa, segði Óli Jacobsen, at tað kann gera tað sama, hvørjir flokkar sita í samgongu. Har er eingin munur. Føroya Fiskimannafelag hevur 90 ár á baki. Felagið fekk rættiliga skjótt sátt- mála fyri limirnar, og var hetta fyrsti sáttmáli, sum gjørdur var á føroyska arbeiðsmarknaðinum yvir- høvur, segði Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiski- mannafelag, í ársfrágreið- ing síni. Hann vísti á, at framvegis gongur tað hóast alt væl í so máta hjá Fiskimanna- felagnum, hóast nógv verð- ur lagt í vegin. Og í mong- um førum eru føroyskir fiskimenn betri fyri, enn starvsfelagarnir í granna- londunum, segði Óli Jacob- sen. Serliga fegnaðist Óli Jacobsen um ta serligu skattaskipan, sum fingin er fyri fiskimenn, og sum fólk yvirhøvur tóku undir við, hóast eitt nú Búskaparráðið hevði »fingið øgiliga ilt í reyvina av hesum her«, sum hann tók til. At enda nevndi Óli Jacob- sen, at eisini hevur teldu- tøknin gjørt innrás á Fiski- mannafelagnum. Felagið er í ferð við at byggja upp egna heimasíðu á Internetinum, har eitt nú ársfrágreiðingin longu liggur. Sleppast kann inn á síðuna við at fara inn á www.fiskimannafelag.fo Mynstringartíðin skal styttast Óli Jacobsen, formaður, og Karl Isaksen, fundarstjóri, á landsfundi fríggjadagin Mynd: Jens Kristian Vang Gott fundarfólk... Mynd: Jens Kristian Vang